Tveir skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir

Løgreglan hevur tikið tveir bilførarar í nátt fyri at hava koyrt ávirkaðir

Løgreglan hevur í nátt kanna ferðsluna í høvuðsstaðnum. Tað vísti seg, at tveir bilførarar vórðu skuldsettir. Annar bilførarin varð handtikin stutt fyri klokkan eitt í nátt. Hann er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

Hin bilurin varð steðgaður um hálvgum fimtíðina, og tað vísti seg, at tann bilførarin hevði drukkið meira enn loyvt er, og tí er hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Annars hevur náttin verið friðarlig, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, tó so var okkurt rok í býnum, sum løgreglan fer at kanna nærri í dag. Talan var um okkurt rok millum nakrar mans. Hetta var um trý hálvgumfýratíðina. Vakthavandi sigur, at tað er ikki so lætt hjá teimum at fáa skil á slíkum málum, tá teir skulu tosa við fullar menn. Tí verður fylgt upp uppá málið í dag, har møguliga myndir frá vakmyndatólum verða kannaðar, sigur vakthavandi.