Fuglafirði í longri tíð. Síðani summarferiuna hevur dryppað eitt lítið sindur, men tað er nú, tá ið tekjan á nýggja bygninginum skal møta tí gamla, at stórir trupulleikar eru við leka. Í gjár kunnaði Fuglafjarðar [...] støðuna. Í kunningini stóð millum annað: ”Samanbyggingin av tekjunum skuldi eftir ætlan verið liðug, tá skúlin byrjaði aftur eftir heystfrítíðina, men tíverri varð arbeiðið darvað av veðrinum. Enn er nakað eftir [...] skal skiljast við fyrivarni, og at onkur smávegis leki kann koma fyri, inntil tað lidna takið liggur á.” – Vit mugu tíverri staðfesta, at veðrið ikki hevur spælt við, nú teir byrjaðu at binda tekjurnar saman
80unum var fastur gestur á skrivstovuni hjá undangongumanni sínum Arnbjørn Mortensen, so mundi tað neyvan varnast unga næmingaráðsformannin, at hann ein dag skuldi enda sum rektari á Føroya Studentaskúla. [...] møguligum øðrum enn skúlanum. So mongu átalurnar inni á skrivstovuni hjá Arnbjørn eru enn livandi fyri mær, har hann lýtir alfaðirliga at mær og inniliga heitir á meg um at taka skúlan í størri álvara og møta [...] minnist eg. Vit vóru líka nógvir næmingar sum nú, men kostdeildin var ikki bygt um til skúlastovur, og skúlin í Eysturoynni var ikki byrjaður enn. So tað var eitt øgiligt næmingatrýst, við nógvari skiftan millum
ímóti tykist hann at halda, at tað hevur størri týdning at spara pengar á skúlaøkinum enn at hava ein væl virkandi skúla, sum er á sama stigi sum líknandi skúlar í grannalondum okkara. Omaná at hann vísti [...] at hann sigur ósatt av óvart. Eg havi seinastu árini verið á fleiri studentaskúlum í Noregi, Svøríki og Danmark og kann fortelja, at skúlin í Hoydølum í øllum førum er langt langt undir einum miðalstandardi [...] Útvarpið hevði í gjárskvøldi eina áhugaverda sending um ósemjuna og verkfallið á studentaskúlunum og HF-skeiðunum. Sjónarmiðini hjá formanninum í Yrkisfelagnum og hjá psykologinum Hera Kragesten vóru greið
skriva heilt stutt, hvat teir halda um bókina, teir hava lisið. Heimalestur í eitt korter Skúlin hevur eisini heitt á foreldrini, um at taka undir við verkætlanini. Hetta við at foreldrini eisini sita saman [...] næmingar skúlans lesa í eitt korter. Hetta merkir ítøkiliga, at klokkan 9.10 verða allar dyrnar latnar upp á víðan vegg. Næmingarnir sleppa tí, teir framman undan gjørdu, taka bøkurnar, sum eru til “Lesiløtuna” [...] næmingunum eina kenslu av, at vit eru felags um tað og lyfta saman, greiðir Birgit Arge frá. Hon vísir á, at Venjingarskúlin fór undir eitt líknandi átak fyri tíð síðani. Í gjár byrjaði Hoyvíkar skúli sína
eitt aktiv fyri allar borgarar. Á kunningarfundinum um ítróttarhøllina í Kollafirði, har eg legði uppskotið fram, helt ein kollfirðingur, sum ikki rættiliga trúði upp á lyftini hjá mær um høllina, fyri [...] hildið. Samstarvið millum kommununa og øll tykkum, sum sjálvboðin hava hjápt til við arbeiðnum upp á høllina, og hava gjørt sítt til, at hetta er komið so langt, er fyrimyndarligt. Eitt gott prógv um, [...] . Ung, tilkomin og eldri koma at hava sítt virksemi her, sum miðsentur og bygdarhús. Eisini skal skúlin sjálvandi brúka høllina í dagtímunum. Tað er ein fragd at vera við til at skapa karmar og trivnað
verður nú settur í, og Miðnámskúlin í Suðuroy kemur at liggja á Hamrabø vesturi við Vatnið í Vági. Ein 5 ára gomul ætlan er komin undir land. Skúlin er ætlaður 150 næmingum, kemur at kosta 45 mió.kr., og stendur [...] land við einum útbúgvingarstovni av hesum slag, men nógv liggur á, eina mest hvat arbeiðsplássum til tey ungu viðvíkur. Tí verður ikki givist á hondum, men støðugt virka fyri, at vit eisini røkka ábótum innan [...] borgarum í Suðuroynni. Samgongan raðfestir skúlabygging høgt, og fer eisini undir at byggja aðrar skúlar á miðnámsstigi aðrastaðni í landinum. Hóast tørvurin er stórur fleiri staðni, var hildið rættast at byrja
til fráverukrøv, koyring og uppmøting á miðnámsskúlunum í Føroyum? 3. Eru reglurnar tær somu á øllum miðnámsskúlunum í Føroyum? 4. Kann eitt eyka trýst ikki liggja á næmingum, sum ferðast langan veg til [...] fyri øllum faktorum í samband við skúlagongd og uppmøting á miðnámsskúlunum í Føroyum? Tingmaðurin vísir á, at miðnámsskúlar kunnu ikki staðsetast á hvørjum tanga. Tí hava landsmyndugleikarnir valt at staðseta [...] skilagóð. – Lesandi kunnu í lítlan mun búgva á skúlunum ella nærindis skúlanum, men mugu sum oftast búgva heima hjá foreldrum ella avvarðandi. Flestu næmingar, sum byrja á miðnámi, hava heldur ikki koyrikort til
rundan um okkum er tað ein royndur lutur, at tað er ikki tann lesandi sum kemur til “skúlan”, men “skúlin” má koma til tann lesandi, við júst teimum tilboðum sum rákið í tíðini krevur. Longu í dag er ikki [...] ynskir tú at fara undir fyrireikandi og hægri lestur. Tíðin er farin frá Marknagilsdeplinum. Tørvur er á tilboði sum røkkur út um gomlu rammurnar sum eru góð hølir og góð frálæra. Karmar til sosial- og mentunarlig [...] rvinum. Tað verða tílíkar karmar ungdómur okkara verður at søkja til. Verður hann ikki skaptur her á landi, søkja tey uttanlands, og Marknagilsdepilin nøktar als ikki henda tørv. OECD ber fram í frágreiðing
mugu til. Skula miðnám og lestur á universitetsstigi mennast í høvuðsstaðnum, er umráðandi, at Tórshavnar Kommuna spælir við, har hon kann. Ein av uppgávunum er at strongja á landsins myndugleikar um loksins [...] at koma heimaftur, vilja búseta seg í Tórshavnar Kommunu, men teir hava fleiri ivaspurningar. Er skúlin nóg góður, eru frítíðarmøguleikarnir nóg fjølbroyttir, eru nóg avbjóðandi starvsmøguleikar, og hvussu [...] góðan skúla. Hetta ásannaði býráðssamgongan og setti út í kortið at útvega nýggjar skúlar í Hoyvík og á Argjum. Hesir skúlar eru lagdir til rættis eftir mest framkomnu grundreglum, so teir kunnu lúka tey
bæði Tekniski Skúli og Handilsskúlin lata prógv, sum eru á sama støði sum tey, ið Studentaskúlin letur. Eisini hevur verið ført fram, at skúlin ikki má flytast úr náttúruperluni í Hoydølum, har hann hevur [...] grundgeving, sum man hevur hoyrt, tá almennar skrivstovur o.a. hava verið afturlatnar úti á bygdunum. At okkurt hevur ligið á einum stað í áratíggjur, er ikki nóg góð grund til ikki at flyta, um nú rakstrarligir