Hoyvík: Í meðan øll bíða eftir, at okkurt hendir frá myndugleikans síðu í mun til skúlaverk okkara, eru tað skúlar, sum hava tikið ítøkilig stig til at gera eitthvørt, fyri at bøta um førleikarnar hjá næmingum teirra.
– Vit sita øll og bíða eftir, at okkurt munagott verður gjørt, og hetta er so nakað, vit hava tikið stig til nú, fyri at bøta um lesiførleikan hjá næmingum okkara, sigur Birgit Arge, stjóri í Hoyvíkar skúla.
Felagslesing
Har eru tey farin undir eitt átak, tey kalla “Lesiløtan”. Ein verkætlan við felagslesing, sum fevnir um allan skúlan og allar næmingarnar. Hvønn dag komandi fimm vikurnar skulu allir næmingar skúlans lesa í eitt korter. Hetta merkir ítøkiliga, at klokkan 9.10 verða allar dyrnar latnar upp á víðan vegg. Næmingarnir sleppa tí, teir framman undan gjørdu, taka bøkurnar, sum eru til “Lesiløtuna”, fram og fara at lesa.
– Við at lata allar dyrnar upp, verður opið inn í hvørja stovu, og hetta gevur næmingunum eina kenslu av, at vit eru felags um tað og lyfta saman, greiðir Birgit Arge frá.
Hon vísir á, at Venjingarskúlin fór undir eitt líknandi átak fyri tíð síðani. Í gjár byrjaði Hoyvíkar skúli sína verkætlan, sum skal halda fram komandi fimm vikurnar.
– Fyrsti dagurin, vit royndu tað var í gjár, og tað riggaði øgiliga væl, staðfestir skúlastjórin í Hoyvíkar skúla.
Bókavørðar gjørt stórt arbeiði
Tað eru bókavørðar skúlans, sum eru komnir við hugskotinum um lesiløtuna.
– Bókavørðarnir komu við hugskotinum. Tað eru teir sum hava skipað fyri øllum og fingið alt at koyra, sigur Birgit Arge, sum heldur, at bókavørðarnir hava gjørt eitt stórt arbeiði.
Teir hava syrgt fyri, at hvør flokkur hevur sítt flokssett við felagsbókum, umframt ein kassa við blandaðum bókum. Tá næmingurin er liðugur við eina bók, skal hann gera eitt lítið ummæli av bókini, áðrenn hann fer undir at lesa næstu bókina.
Ummælini eru gjørd samsvarandi aldurin á børnunum, so at yngru flokkarnir bara skulu krossa av um bókin var stuttligt, keðilig, spennandi ella okkurt annað, meðan næmingarnir í eldru flokkarnir skulu skriva heilt stutt, hvat teir halda um bókina, teir hava lisið.
Heimalestur í eitt korter
Skúlin hevur eisini heitt á foreldrini, um at taka undir við verkætlanini. Hetta við at foreldrini eisini sita saman við børnun teirra í eitt korter um dagin, meðan tey lesa. Tí sleppa næmingarnir eisini at taka bókina, teir lesa í skúlanum heim við.
“Lesiløtan” kemur at vara fram til páskir, og síðani skal verkætlanin eftirmetast.