roynd, tá tey skuldu skriva á atkvøðuseðilin, hvat nummar var best og hvaðani tey hildu tað koma. Tá avtornaði, hildu tey flestu, at kjøtið úr Saksun og Mykinesi fór at røkka longst. Tað vil siga, at tað kjøtið [...] - Enn er tað so, at tað frægasta, sum tú kanst seta á borðið, er eitt gott turt kjógv. Tað er eitt sindur undarligt at hugsa sær, at orsøkin til at vit hava skerpikjøt, er tann, at forfedrar okkara høvdu [...] fekk at vita, at tað var kjøt, tað snúði seg um, var eg ongantíð í iva, at so var Rubeksen nummar eitt. Fyri skomm skyld havi eg lært at nikka og vera høviskur, men heimafturkomin noyðist eg altíð at smakka
møguleika fyri at fáa eina kenslu av, hvussu fólk kendu seg á heiminum. Tað var skjótt, at Hotel Tórshavn gjørdist ivaleysa trongligt, og at tað ikki bar til at búgva har longur. Endin var eisini, at hotellið [...] gjørt fyri sjúklingar, sum mugu fara uttanlands at fáa viðgerð, og til teirra avvarðandi. Men at fáa hetta at rigga kravdi eisini sín ”mann”, sum bæði dugdi at skipa fyri og sum dugdi við fólki. Her var Jonny [...] sjógvarnar mitt í býnum. Tað var eisini her, at vit komu at kennast. Tað var tó ikki tí, at heilsuni bilaði nakað. Men hotellið var upprunaliga grundað á, at avlopspláss kundu latast øðrum ferðandi. Slík
Tað var rein tilvild, at EB/Streymur fekk einasta málið í dystinum í gjárkvøldið – ella rættari: Tað var hatta hepnið, sum altíð hevur tað við at krøkja seg í tey veruliga góðu liðini. Alex José dos Santos [...] ÍF-arar vóru komnir inn á vøllin! Tað var um reppið at geva EB/Streymi ein málkjans beinanvegin, men tað var altso í øðrum møguleika í seinna hálvleiki, at málið í 1-0 sigrinum kom. Níggjundu ferð á rað [...] so mikið av sær, at liðið fór fram um Víking og setti seg næstfremst, bara tvey stig aftan fyri oddaliðið, B36, og so hatta eina stigið framman fyri Víking. Jú, EB/Streymur sær út til at meina tað! Hjá
sigast at hava aðalbornar forfedrar. Fabbrica Italiana Automobili Torino Motorakførini vóru ein veruleiki, tá tríggir góðir vinir komu til ta niðurstøðu, at tað hevði verið stuttligt at havt okkurt at spælt [...] hestinum og kastaði seg yvir bilaframleiðslu. Vanligt er at fyritøkur hyggja seg um eftir nýggjum møguleikum fyri framleiðslu, serstakliga tá man hevur tey neyðugu amboðini. Soleiðis vórðu súkklur til motorsúkklur [...] Teir áttu onga verksmiðju og vóru ikki verkfrøðingar. Ein var reiðlið-offiserurin Giovanni Agnelli saman við tveimum greivum. Teir settu pening í ta lítlu Ceirano verksmiðjuna, sum var farin at framleiða
megnar at vera, og hvussu góður smyrjari hann er fyri at fáa øll at vera við og hava gott áralag. Fyrsta oktober 1977 gingu tey bæði Anna Rasmussen úr Runavík og Símun Pætur saman í hjúnalag. Tey hava búð [...] burtur í verðini. Har hava tey, sum alla aðra staðni, har tey eru uppií, gjørt mun, og ikki minst royndirnar í hesum altjóða víðfevnda samkomuliga arbeiðnum eru við til at mynda tey. 70 ára føðingardagsbarnið [...] Bodil eiga fýra børn. Fyri Annu og Símun Pætur kennist tað at vera forrættur at hava tey øll í grannalagnum, og tað munnu ikki vera nógvir dagar, at abbabørnini eftir skúlatíð ikki detta inn á gólvið hjá ommuni
12.12. Tey, sum ikki taka av hesum rimmar tilboði, verða sum maðurin, sum ikki fór til túsundárahaldið í Íslandi í 1930, hóast honum stóð tað í boði. Tá tey, sum fóru, komu heim aftur, søgdu tey frá einari [...] avgudar, sum áttu at verið forbodnir her í okkara kristna samfelagi. Vit tola ikki kollveltingar, ódn og regn í dag, ódn og kavi í morgin. Eg fann fyri tveimum vikum síðani mítt nýggjársynski: at tað verður [...] , júst sum hóppsykosan krevur av okkum. Uttan at hugsa sjálvandi. Tað er sum oftast forboðið, tá øll skulu vera við, og tað loysir seg sjáldan heldur, at hugsa. 12.desember 2012 er ein mikudagur. Hví ikki
var vorðið so umfatandi, at tað stóð til at klúgva Róm í tvey. Konstantin gjørdi av í 325 e.Kr. at sameina Róm undir eina og somu religión: Kristindóminum. Gudjónsson vísir á, at har teir sóltilbiðjandi [...] loyndarmál, ið Vatikanið royndi at dylja í fjórðu øld. Serliga er Maria Magdalena ein oyðileggjandi mátt innan kirkjuna, tí hon livdi saman við Jesusi og tey áttu børn saman. Fyri at verja seg móti hesum, skapti [...] bókin sigur frá. Tað eru tvey sløg av fólkum í dag. Tey, ið elska at lesa Dan Brown og serliga hava dyrka The Da Vinci Code, og so øll hini, ið nærum nokta at lesa hesa bókina av ymiskum orsøkum. Bókin hevur
Maktoum. Og føroysku t íðindafólkini kendu valla hesar gestir nóg væl til tess at geva teimum ta miðlaumrøðu, sum tey kanska áttu at havt fingið. Sjálvsagt verður nógv gjørt burtur úr eini vitjan hjá danska [...] landi við, at danska kongshúskið vitjar í Føroyum. Men vit mugu ikki gloyma, hvussu stóran týdning onnur fólk hava – sum føroyingar valla geva gætur, at tey eru her. Visit Faroe Island plagar at máta umtalu [...] eina tilvildarliga mynd av krúnsprinsahjúnunum, sum tey hava lagt á Instagram. Myndin er tikin í Bø, og 15.756 fólk hava »dámt« hana. T. v. s. at tey hava trýst á »like« knøttin, helst tí teimum dámdu myndina
Berlin). Nei, tey kenna tað ikki bara sum at tey bera tjóðina á sínum herðum. Tey kenna tað hinvegin sum at ein heil tjóð – sum at øll tjóðin – ber TEY á sínum herðum, á síni aldu og lyftir TEY upp. Alt sum [...] ímynda og okkara Merkið at flagga fyri. Øll heimsins fløgg og Merkið áttu at ímynda felagsskap og samleika og at verið fylt við samanhangi og javnvirðing og vón. Tey eiga at seta okkum og alt í eitt høpi [...] fólkinum í Føroyum, tá ið loyvt varð at flagga við Merkinum. Fleiri eru millum okkara enn, sum minnast tað. Tey minnast eisini – og vit eiga at minnast – at Merkið fór skjótt at flagga í hálvari stong fyri djúpari
Tað varð nevnt fleiri ferðir, at leisturin higartil við at stuðla skiftinum til elbilar ikki hevur riggað, og fyri at skunda undir skiftið er neyðugt at stuðla undir, at fleiri hybridbilar verða seldir [...] áhugaverd, og tey verða tikin fram her. Hesi viðurskifti vórðu umrødd til tess at stuðla lógaruppskotinum, sum ger, at Føroya Løgting og Føroya fólk stuðlar hybridbilum sum liður í ætlanini at førka Føroyar [...] greitt, at SEV ikki metti, at infrakervið til elbilar var ein veruligur trupulleiki. Hybridbilar hjálpa? Tann triðja pástandurin er, at hybridbilar hjálpa orkuskiftinum á leið. Eftir øllum at døma er hugsanin