Kári á Rógv ???? Tá eg var lítil hjálpti eg viðhvørt til í kioskini hjá ommu míni á kaini í Vestmanna, slapp at rætta onkrum ein víking ella ein samson og grøna bók. Kioskin var opin tíðliga og seint, [...] ongdina síðani valið í ?98, og út frá skjølum og upplýsingum, vit onnur enn ikki kenna, meta um hvør besta takstiska loysnin var í teimum ymsu førunum. Fyri okkum á Tinghelluni í dag er spurningurin meira [...] so seint í tingárinum, og stundir verða neyvan at viðgera uppskot-ini og tær drúgvu við-merkingarnar í almenna kjakinum, fyrr enn lógirnar ætlandi eru samtyktar. Tað áhugaverda - og harmiliga - í fyrstu
gjørdist ein av slóðbrótarunum í saltfiskalínuveiðuni í Grønlandi. Thorvald var eisini slóðbrótari á einum øðrum øki. Longu í 1953 settu teir radara í Norðstjørnuna, sum fyrsta skip í flotanum, burtursæð frá [...] sum leyp var Hans Martin, sum var pápabeiggi Rigmor, konu mína. Tað sum bagdi var, at róðursmaðurin var sovnaður. Skiparin leyp aftur á brúnna. Tá var hann vaknaður við kaldan dreym! Trolarin var enskur [...] vera við í forlissi. Hann var skipari á Fame, og hann var tann seinasti, sum hevði samband við Stella Argus seinast í oktober 1957, áðrenn hon hvarv. Hann var eisini við Fame, tá ið hon sakk í Grønlandi
sendingin var rættiliga festlig, so avgerðin fall á hana, sigur Elsa og útstrálar, at hetta var ein sera røtt avgerð. 20 gentur um ein drong Í stuttum snýr sendingin seg um, at tað standa tjúgu gentur í einum [...] fór eg fulkomiliga í baklás og fekk næstan ikki sagt eitt orð. Útafturkomin var eg ørg og skuffað av mær sjálvari. Men aftaná royndina tosaðu vit víðari, og tá var eg sum hamskift, og var eg næstan ikki til [...] at hann var mín. Hann hugdi so at siga alla tíðina eftir mær, so har var einki at ivast í. Tvær av mínum vinkonum sótu millum áskoðararnar, og tær søgdu seg eisini síggja tað. Hesa ferð var eg als ikki
Havandi í huga, at hann sum høgra beinur var at finna á vinstra bakki, so spældi hann ótrúliga væl. Serliga í verjustøðu var hann stinnur. Bæði tá hann skuldi renna hinar upp og tað talan var um at lesa [...] hjálpar í deyðbóltsstøðum, tá hann tordi at koma út úr málinum. Veikleikin vóru útspørkini, sum ikki vóru nøktandi. Bárður Hansen: 4 Hevði trupulleikar í verjustøðu í fyrra hálvleiki. Tað var ikki bara [...] Nattested: 5 Spældi ein branddyst í miðverjuni. Vann at kalla allar sínar nærdystir og spældi sum ein royndur miðverji. Var eisini ein hóttan í deyðbóltsstøðum og royndist eisini væl í uppspælinum. Dagsins spælari
veksur fram í fólkinum, og hiðani gongur alt stríðið. Og soleiðis átti tað eisini at verið í Føroyum, um rætt varð borið at. Men alt meira bendur á, at avgerðin um føroyskt fullveldi, er løgd í hendurnar [...] pant í okkara møguligu oljuinntøkum, pant í okkara arvasilvuri, pant í okkara arvi til okkara eftirkomarar. Hugsið tykkum til, at nú skal fullveldið lánifíggjast. Fullveldið upp á borg - hetta var ein sera [...] ótrúliga vøkru náttúru við øllum tí livandi, sum er í henni, sum onnur gera? Jú, sjálvandi gera vit tað. Eg haldi eg kann svara fyri øll javnaðarfólk í Føroyum, tá eg siga, at sjálvandi eru vit eins góðir føroyingar
variantur av V. Men sviar ásannaðu í 2006, at W nú verður so nógv nýttur – serliga á alnótini – at teir góvu honum egið pláss í stavraðnum. W verður líka nógv nýttur í Føroyum sum í Svøríki. C verður enn meira [...] litríkari. At fáa tað at vera í samsvari við veruleikan. Og harvið gera tað betur skikkað til at yvirliva. W í Svøríki Til endans kann eg nevna, at fyrr var W ikki serstakur stavur í Svøríki, men ein variantur [...] málfólk hava tíverri gjørt eitt mistak, sum í staðin fyri at gera føroyskt rúmligari, ger tað trengri. Sum í staðin fyri at gera tað liðiligari, ger tað stirvnari. Sum í staðin fyri at gera tað størri, ger tað
tað var ikki fyrrenn fótbóltsvøllurin í Sarpigerði varð tikin í brúk, á hvítusunnu í 1965, at fýra bygdir í alt størri mun gjørdust ein bygd. Gøta. 9 ára gamal var eg har, táið tað hendi, hóast mínar merittir [...] áttamannafarið. Ongin snekkja í norðurhøvum var yndisliga fagrari enn hon, sum fylgdi føroyingum í túsund ár, og nú bert sæst aftur sum farvegur í avskeplaðum plagiatum í kappróðri á firðum, sundum og [...] og leikvøllin í Sarpigerði. Lítið samband var millum bygdirnar. Familjubond vóru røkt, gamaní, menn gingu ímillum fyri at spæla kort ella at telva, og um veðrið var nóg høgligt, var farið í kirkju, men tað
øllum kunnugt eru útlendskir eigarar í JFK-samtakinum. P/F Næraberg varð stovnað í 1999 í sambandi við verkætlanina at virka surimi í Føroyum. Stigtakarin til hesa ætlan var Kjartan Hoydal, sáli, sum kontaktaði [...] lýst seinni í hesum skrivinum. Fyrst nakrar reglur um, hvussu hesi rættindi, sum JFK-samtakið í dag hevur, eru komin í samtakið: Eftir kreppuna fyrst í 90-unum varð fiskivinnulógin broytt í fleiri umførum [...] altavgerandi. Áðrenn fiskivinnunýskipanina varð samlaða kvotan í Barentshavinum tryggjað verandi trolarum. Samlaða kvotan var í 2015, 2016 og 2017 í miðal 30.327 tons. Síðani skipanin við uppboðssøluni er komin
frá kravgongunum móti Vietnamkrígnum í sekstiárunum. Sum alt í Amerika er bygningurin sera stórur, við flogførum í fullari stødd standandi og hangandi í hølunum. Her var sera áhugavert og kundi man saktans [...] skal vera skrivari í nevndini. Krøvini Longu á aðalfundinum hjá ÍSF, sum tá hevði við allar ítróttarkappingar at gera, var tað samtykt hin 28. november í 1959, at bátar, sum tóku lut í kappróðri, skuldu [...] sum eru fyriskrivað í reglunum. Tá Sámal Hansen fyrireikaði seg til at fara undir at smíða fyrsta bátin, sum var Kjølur, máldi hann bátarnar, sum Niclas í Koltri hevði smíðað. Talan var um síðstu 10?mannaførini
tyrptust. Og har var nógv gott at fáa, góðgæti í rúgvuvís. Men eisini nakað at drekka, hetta var í fløskum. Vit stóðu og hugdu at øllum hesum. Tað, sum skar okkum mest í eyguni, var tað reyða í fløskuni. Sum [...] nýtt”. Restina av degnum var tað limonadan, sum mól í høvdinum á mær. Tá eg so var farin í song, og mamma hevði biðið kvøldbøn við mær og sungið, var tað aftur limonadan, sum var í tonkunum. Eg kom til ta [...] Bil Óli eisini at koyra bil. Eina ferð, eg sum smádrongur var í Havn við abba, Dánjal í Homrum, sá eg henda bilin, og Bil Óli var í honum. Abbi var hálvavegna bangin fyri hesum, sum næstan ljóðleyst fór