Kári á Rógv
????
Tá eg var lítil hjálpti eg viðhvørt til í kioskini hjá ommu míni á kaini í Vestmanna, slapp at rætta onkrum ein víking ella ein samson og grøna bók. Kioskin var opin tíðliga og seint, men sunnudagar var hon stongd.
Soleiðis gjørdi omma, men onnur vilja sleppa at selja sunnudagar. Herfyri viðgjørdi løgtingið, nær handlar av ymsum slagi skulu kunna lata upp, og hvat teir tá kunnu selja. Vinnunevndin tók í høvuðsheitum undir við tilmælunum frá Bjarna Djur-holm landsstýrismanni men hevði tó ávísa týðandi broyting. Nevndin mælti til, at eisini smærri handlar skulu vera stongdir frá klokkan tíggju til tvey sunnudag.
Stór øsing stóðst av hesum. Øðrumegin søgdu fólk við Henrik Old, vinnunevndarformanni, á odda, at tað mátti ikki verið tann stóra ólukkan, um fólk ikki slapp at renna til handils allan sunnudagin, hví skulu tey stressa so? Hinumegin var millum annað partamaður hansara Kristian Magnussen, sum helt tað vera nógv fyri, at fólk ikki skuldu kunna keypa sær rundstykkir og mjólk sunnudagar.
Henrik vann í fyrstu atløgu, men er ikki líka heppin í hondunum sum onkur annar nevndarformaður at savna tingið um broytingar, sum yrkjarin sigur, tá brøður berjast um breyðið, tá krevst meir. Grindin gekk í mongum bólkum; andstøða og samgonga vóru ósamd innhýsis, allir teir fýra størru flokkarnir býtu seg sundur, og fleiri tingfólk broyttu støðu frá aðru til triðju viðgerð. Tá tingmenn atkvøddu fyrru ferð um málið vóru 18 fyri at stongja og 10 fyri at hava opið millum 10 og 14 (1 atkvøddi ikki, 3 burturstaddir). Seinnu ferð broyttu fimm støðu og vildu nú heldur hava opið, hinir tríggir møttu og vildu allir hava opið (tveir burturstaddir). Úrslitið broyttist tí til 13-17 til upplatingina.
Eitt, tvey, trý yvirtaka vit - allastaðni, har vit síggja kjansin
Vit skulu venda aftur til morgunbreyð í kirkjutíð, men fyrst nøkur orð um yvirtøkulógirnar.
Løgmaður legði hálvan apríl fram tvey uppskot, annað til føroyska lóg um at yvirtaka málsøki, hitt til fólkatingslóg um tað sama. Tað mann hava sínar grundir at leggja slík uppskot fram so seint í tingárinum, og stundir verða neyvan at viðgera uppskot-ini og tær drúgvu við-merkingarnar í almenna kjakinum, fyrr enn lógirnar ætlandi eru samtyktar.
Tað áhugaverda - og harmiliga - í fyrstu viðgerðini av hesum uppskotum var, at føroyska skipan-in heldur ikki á hesum sinni megnaði at standa saman um felags støðu. Lógirnar báðar ganga í stuttum út uppá at heimila føroyskum myndugleikum at yvirtaka mál og málsøki, tá løgtingið vil tað. Men summi málsøki eru undantikin, summar mannagongdir skulu fylgjast, og drúgvar viðmerkingar eru, serliga til donsku lógina, og samráðs er lands og ríkis ímillum í áravís um tað, ið nú skal samtykkjast sum skjótast. Hetta tilsamans órógvaði andstøðuna á tingi.
Orðaskiftið hevði ávíst afturhvarv frá orðaskiftunum undir undanfarna stýri, tá í fyrstu atløgu hvítabók og fullveldissáttmálin, síðani alternativu loysnirnar, oftast vóru viðgjørdar á sama hátt sum nú: Samgongufólk suffa, og harmast um sundurlyndi í andstøðuni, og greiða álvarsliga frá, at andstøðan í veruleikanun átti at tikið undir við samgonguni, tí alt er við, sum hon fyrr hevur kravt. Andstøðingar aftur fyri gremja seg um ikki at vera tiknar uppá ráð og ávara ímóti at skera her og missa har.
Søgufrøðingar fara eina-ferð at kunna meta nærri um alla sjálvstýristilgongdina síðani valið í ?98, og út frá skjølum og upplýsingum, vit onnur enn ikki kenna, meta um hvør besta takstiska loysnin var í teimum ymsu førunum.
Fyri okkum á Tinghelluni í dag er spurningurin meira, hví ber ikki til at samskipa løgtingið meira í málum, ið viðvíkja viðurskiftum okkara úteftir? Danir sjálvir hava drúgvar royndir í ES-høpi, har ein tingnevnd verður sera gjølla kunnað um ætlanir hjá stjórnini, og gevur ráðharrunum greið ráð og boð frammanundan samráðingunum. So er lættari at meta um, hvørt væl ella illa er gingist, tá er bert at bera saman samráðingar-mandatið og samráðingarúrslitið. Semjurnar í ES-málum eru ofta sera breiðar.
Hví ber ikki til at finna fram til, hvat skal til at gera flokkarnar á løgtingi nøgdar, og síðani at fáa danir at góðtaka at yvirøkulógin verður orðað hareftir? Hví hava vit ikki eins og grønlendingar fylgibólk við tingmonnum úr øllum flokkum eins og fólkatingsumboðunum (ið dagliga kunnu mýkja donsku støðuna til ávísar spurningar), sum kann tryggja at vit út í æsir royna at fáa fulla semja um so týðandi nýmæli sum lóg um yvirtøkur?
Ikki flest, men best
Demokrati ber fyrst og fremst í sær, at avgerðir verða tiknar eftir kjak, upplýsing og alment innlit. Reglur um tríggjar viðgerðir á tingi saman við nevndarviðgerð eru til fyri at tryggja júst hetta. Í summum førum eydnast at finna breiða semju á henda hátt. Vit hava fyrr nevnt nýggju barnarverndarlógina sum dømi um slíka tilgongd. Mong kenna tað eisini frá kommunustýrum, ítróttarfeløgum, høgum og øðrum, at mál verða avgreidd uttan nakrar atkvøðugreiðslu, tí full semja fæst.
Tingmaður segði einaferð: "hví vit skulu viðgera hetta, áðrenn vit hava diskuterað tað?" Og tað er júst tað, sum kjarnin. Við hvørt mugu spurningarnir vendast og snarast, áðrenn vit alment taka støðu. Hetta kundið verði gjørt við eini fyrru nevndarviðgerð, har uppskotini kunnu vera latin upp og tekniskt viðgjørd, áðrenn vanligu fyrstu viðgerð í tingsalinum. Partur av hesi upplýsandi nevndarviðgerð kundi so verið almennur til tess at fáa gongd á tað almenna kjakið, meðan tað enn ber til at mýkja málið.
Føroyar eru fantastiskt land til nútíðar lívshátt. Vit hava náttúru og mentan, ið skapa karmar um trivna og støðufesti í eini annars strongdari og rótleysari verð. Vit hava stórt frælsi og vinnulív í menning í einum annars kúgaðum og stangnerandi heimi. Men ikki so lítið kann gerast betri, serliga á politisku og fyrisitingarligu økjunum, har vit enn herma ov nógv eftir útlendskum fyrimyndum og missa okkara egnu virði burtur, stríðast ov nógv, semjast ov lítið.
Tak til dømis spurningin um sølu sunnudagar. Hví skulu tingfólk okkara taka støðu til tann spurningin? Vit velja tey valevni og teir flokkar, sum frægast umboða sjónarmið okkara um búskap, vælferð, økismál og tjóðskap - men hvussu nógv hugsaðu um rundstykkir og bensinsølu sunnudag, á seinasta vali? Er tað gott, at summir tingmenn kunnu fella á næsta vali vegna atkvøðu sína í einum máli, sum ikki er eyðsýnt knýtt at politikki teirra annars, og har teir kanska ikki hava nakra avgjørdu støðu?
Hetta er ikki fyri at trivialisera afturlatingarlógina. Vigast mugu týðandi atlit til kristnitrúgv mótvegis trúarfrælsi, starvsfólkaverju mótvegis vinnufrælsi - og onnur við. Omma mín lat kioskina aftur, men hevði hon vilja "tikið til svørið" og brúkt verðsligt vald at noyða onnur at gerast kristin av gerningi heldur enn trúgv? Onkur annar vil hava frælsi at keypa, men spyr kanska seg sjálvan: er tað nú neyðugt at stressa so og órógva friðin hjá øðrum?
Hví leggja vit tá ikki slíkar spurningar til fólkaatkvøðu? Tá flokkarnir ikki kunnu bestemma seg, er so upplagt, at vit sjálvi taka støðu. Tingfólk eru bara umboð okkara. Fólkið er hægri myndugleiki enn tingið, og lítið land sum okkara er serstakliga væl egna til fólkaatkvøður, eins t.d. í Sveits og manga staðni í Amerika.
Tey flestu, sum lesa hetta, eru helst ímóti. Kanningar vísa, at flestu fólk halda seg duga væl betur enn miðal at koyra bil - og hvat sigur tað ikki nógv um lívið? Á sama hátt munnu tey flestu halda seg vera politiskt skilabetri enn miðal og eru tí ivasom at lata ta býttu fjøldina fáa ov nógv vald. Men sama fjøld velur longu tingfólkið, sama fjøld skal keypa rundstykkini og manna bakaríir og kioskir - álvaratos, um fólk ikki klára at taka støðu til, hvørt smáhandlar skulu vera afturlatnir millum 10 og 14 sunnudag, so er ikki nógv gott væntandi frá fjøldini.
Onnur mál, sum kundu farið fyri fólkið eru mál um størri íløgur. Vilja vit fara undir tunnil til Suðriar ella nýggjan flogvøll? Hetta eru týðandi, men eisini dýrar íløgur, sum kanska ikki kunnu gjaldast við brúksgjaldi einans. Tingflokkar allir fara neyvan at semjast innanhýsis, og tó (ella kanska júst tí) at hesar íløgurnar eru sera dýrar, so ber væl til hjá vanliga skattgjaldaranum at taka støðu til, hvørt hann vil vera við at gjalda fyri tær. Hjá kommunum eru somuleiðis mangir spurningar, sum nógv betur liggja hjá fólkinum øllum enn hjá fólksins fultrúum.
Eisini spurningar, um hvørji virði og siðir skulu vera tey hjá almennu Føroyum, kunnu fara til fólka-atkvøðu. Moralskar tví-støður, til dømis hvørt samkynd ella fleiri enn tvey kunnu giftast (ella á annan hátt serliga viðurkennast), býta sundur fólk tvørt av flokstilknýti og politikki annars. Hevði fólkið tikið støðu annan vegin til slíkar spurningar, so kundu tingmenn síðani smíða og samtykt lóggávuna annars. So slapst eisini undan, at slíkir spurningar tóku óproportionalt pláss uppundir løgtingsval.
Eyðvitað kunnu so mangir spurningar, eisini týðandi nýskipanir av ríkisstøðuni fara til fólkið til støðutakan. Undir øllum umstøðum hevði fólkaatkvøða birt alment kjak av heilt øðrum slagi, enn vit í dag uppliva tað. Fleiri høvdu ómakað sær at gjørt vart við hugsan sína, og áhugin fyri málunum manna millum var eyðvitað størri, um tað vóru fólk og ikki bert fólkavald, sum tóku støðu til summi mál.
Kann vera, at næstu ferð vit hoyra formannin í valstýrinum spyrja, um nakar er eftir, sum vil á val, hava vit sjálvi tikið støðu til onkra lóg - og ikki bara breyðpolitikarar.










