Seinastu árini hava verið í so buldraslig. Tað má tí áliggja pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at bera so í bandi, at vit fáa arbeiðsfrið, at avtalur eru gjørdar áðrenn nakað nýtt verður sett í verk. Her hugsaði [...] ? Men vit hava stórliga brúk fyri fleiri sálarfrøðingum, fysioterapeutum og øðrum serútbúnum fólki í sernámsfrøðini. ? Hvat líkist tað at játtanin til fysioterapi bert røkkur til eitt hálvt starv til alt [...] gongdin í samfelagnum hesi seinastu árini vísur, at fleiri og fleiri trupulleikar, sum krevja servitan, koma undan kavi, og hvørki sernámsdepilin ella skúlarnir hava hesa vitan. ?Tí arbeiða vit ofta í blindum
vit eru á bátaferð í Noregi. Fyrstu ferð vóru vit í 14 dagar, aðru ferð í tríggjar vikur, síðan í fýra vikur, og hesaferð vera vit í tríggjar vikur. Vit plaga at hava onkran við okkum í bátinum, sum hevur [...] Tá ið ferðin í Noregi er av, fer hann at hjálpa soninum at innrætta eini Fjarðahús, sum hann í løtuni er í holt við at byggja. Í 14 ár arbeiddi Kristian á Verkstaðnum Vón, og í átta ár var hann á tim [...] túrar Margit sigur, at hon og maðurin hava verið ógvuliga glað fyri túrarnar í Noregi, sum hava verið nakað heilt fyri seg. - Hetta hava verið túrar, sum hava fest seg í minnið fyri lívið. Vit sigla innanskers
stórari kanning sum hevur til endamáls at vita, hvar í Føroyum, tað er best at leggja ein flogvøll. Í fleiri ár eru veðurmátingar gjørdar á Glyvursnesi og í Søltuvík fyri at kanna floglíkindini á hesum støðunum [...] so langt, at í seinasta lagi um tvær vikur fáa vit greiði á, hvussu floglíkindini eru á Glyvursnesi og í Søltuvík aftur ímóti í Vágum, sigur stjórin á landsverki. Einstakir politikarar hava annars fýlst [...] Eitt nú hava teir víst á, at tað er rætt at bíða eftir kanningini, sum Landsverk fer at almannakunngera um tvær vikur. Men teir stúra eisini fyri, at verða 365 milliónir brúktar til at byggja vøllin í Vágum
kappingin ? kvinnur Vit hava sæð tað hent fyrr, og so leingi sum summir dystir hava størri týdning enn aðrir, so fara vit eisini at síggja tað. Eftir at VÍF í á leið eitt hálvt ár hevði vant og arbeitt við [...] ímóti VÍF, men eins og so mangar undan teimum, so máttu tær ásanna, at VÍF er í serflokki besta liðið í landinum í dag. Dysturin í tølum Neistin-VÍF 19-24 (10-10) Málskjúttar: Neistin: Birita Wardum 5(2), [...] verjuspælið, sum hava eyðkent liðið, vóru als ikki at síggja, og tað var eisini líkt til, at Neistin dugdi at skapa sær fyrimun av hesum. Havnarliðið hevur í øllum førum næst sterkastu verju í landinum, og
Fiskimenn Í blaðnum í gjár vísti ein kvinna, sum varar av fiskimanni, á, at hóast lógin um ALS er broytt í mai í ár, og kunngerð er lýst um ”útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna u [...] skulu hava nakað úr ALS. - Eg skilji ikki, hví tað skal vera so torført hjá fiskimonnum, sum hava rindað í hesa skipan øll hesi ár, at fáa útgjald. Fiskimenn áttu at havt somu rættindi sum onnur í skipanini [...] skipanini, leggur hann aftrat. Ilt at skilja Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur ikki, at fiskimenn, sum hava verið fyri inntøkumissi, hava betri ráð at bíða enn onnur, og tá ALS ikki er nakar tómur kassi,
til skips ella okkurt heilt annað. Har, sum Lilly Hansen er farin í starvsvenjing má sigast at koma undir nakað heilt annað. Hon er farin í starvsvenjing hjá einum bónda úti í Svínoy. Upprunaliga vildi Lilly [...] Lilly helst sleppa til djóralæknan í starvsvenjing, men har taka tey bert næmingar í tíggjunda flokki inn, so hon má bíða til næsta ár. Men so fór hon at hugsa um onkran annan møguleika. - Eg vildi sleppa [...] dag koyrir hon við bussi til Klaksvíkar í skúla. Henni dámar væl at ganga í skúla, men hon er ikki í iva, tá hon verður spurd, um hon gleðir seg til at sleppa aftur í skúla. - Nei, eg hevði nógv heldur viljað
av. Í hálvt hundrað ár hevur læraraútbúgvingin hildið til á Frælsinum í Havn; fyri fáum árum síðan flutti partur av deildini, tað er starvsfólkini, í onnur høli í grannalagnum, m.a. tí soppur er í bygninginum [...] - Í løtuni verður arbeitt við at finna stigvísar loysnir, sum væntandi fara at gera støðuna betri, men tað tekur tíð, tí vit hava ikki einsamøll ræði á bygningunum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður [...] fáa betri umstøður. - Tað er ein liður í einum størri arbeiði at finna eina loysn. Tórshavnar kommuna eigur nakrar av bygningunum, sum Námsvísindadeildin húsast í. Tí kann tað verða upp á tal at gera eitt
tá einki í mun til teldustýrdu snellurnar í dag. Í 1960 fór Heini í smiðjulæru á Tórshavnar Skipasmiðju. Hann hevði annars ætlað sær navigatørúrbúgving, men hann fekk ikki sýnsprøva. Heini fór í 1965 fyrst [...] tá var í núverandi sjómansskúlanum. Samstundis koyrdi hanna taksa. Fyrst gekk hann eitt ár. Tá var steðgur í undirvísingini, tí tað manglaði laboratorium. Boðini vóru at koma aftur eitt hálvt ár seinni [...] Niels og Lenu í Buð. Niels var úr Havn og Lena var úr Sørvági. Hon var lærari har norðuri. Tískil kom Heini at ganga í skúla hjá mammuni. Men tað kom eisini fyri, at hann gekk í skúla í Sørvági. Her vóru
Tá kappingin í landsliðsbólkinum í ár var av, endaðu tríggir ovastir. Hesir hava nú havt talvfrí í hálvan annan mánað, men nú er boð eftir teimum aftur. John Rødgaard hevði eina góða FM kapping á Oyrarbakka [...] kann hótta tann nærum ósvikaliga Kasparov í komandi HM dysti teirra millum, sum verður í oktober mánaða í ár. Endaliga støðan í Sarajevo: 1. Kasparov 8,5 / 11 2-3 Shirov 8 2-3 Adams 8 7. Sokolov 4,5 [...] stórskíggja við viðmerkingum. Vert er at nevna, talvútisetarnir í Keypmannahavn hava fingið nýggja heimasíðu, sum kallast www.talv.dk Talvstubbi Í Sarajevo er sterk kapping júst lokin. Nøvn sum Gary Kasparov
Egyptaland. Í finaluni í 2006, tá hesi bæði londini eisini brustu saman, vunnu Egyptaland í einum ótrúliga spennandi dysti, ið endaði 0-0, og í brotssparkskappingini vístu egyptar, at teir á heimavølli hava nervar [...] upp í hesum døgum, er hví CAF ikki hevur lagt hátíðarhaldið í sama stað sum stóra fótbóltskappingin verður hildin. Har hevur man allar miðlar í heiminum, og focus er á tað plássið, framum alt annað. Há [...] vunnu sína fjórðingsfinalu móti Tunis 3-2, í einum sera spennandi dysti, og í hálvfinaluni bíða vertirnir Ghana, ið vunnu sína fjórðingsfinalu 2-1 móti Nigeria. Í hinari hálvfinaluni møtast finalistarnar