Makrelurin stóð fyri tað mesta eystarlaga í Norskahavinum. Haraftrat var nógvur ungur makrelur at síggja í Norðsjónum, og spennandi verður at fylgja við, hvørja ávirkan hesir árgangirnir fara at hava á stovnin [...] vísa tey á, at úrslitini frá makrekanningunum í hesum døgum verða brúkt til at gera stovnsmeting av makreli. - Stovnsmeting, veiðitilmæli og endalig frágreiðing frá kanningunum í juli, verða kunngjørd 30 [...] makreli, sild og svartkjafti í juli, har Føroyar luttóku saman við Danmark, Íslandi og Noregi, eru nú tøk. Um makrelin verður sagt, at vísitalið í Norðurhøvum er 10% hægri enn í juli í fjør, tá tað var metlágt
viðfestivognar, fimm ellisakfør, fýra prutl og fýra vøruvognar skrásett. Hyggja vit bara at persónbilunum, hevur Fugloy 0,67 persónbilar fyri hvønn íbúgva. Tað er hægri enn landsmiðaltalið, sum er 0,51. [...] næsthægst við 0,90 akførum fyri hvønn íbúgva. Har eru 3.104 akfør og 3.447 íbúgvar. Síðani koma Viðoy við 0,81 akfari fyri hvønn íbúgva og Eysturoy og Suðuroy við 0,79. Í Føroyum sum heild eru 0,78 akfør fyri [...] meðan Sandoy hevur 0,77 og Borðoy 0,72. ##med2## Færri akfør á útoyggjunum Í hinum endanum eru Stóra Dímun, Mykines og Nólsoy. Stóra Dímun hevur eitt skrásett akfar til fimm íbúgvar. Tað svarar til 0,20 akfør
Vestur og fýra stig aftur til B68, og tað er eitt stig fram til Skála ÍF og trý stig fram til AB. KÍ fer leygarkvøldið at spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti Víkingi. Næsti dystur hjá KÍ í [...] legði KÍ á odda. Tað var eftir fríspark og fínt uppspæl, og tað var Oussama Ali, sum átti næstsíðsta fótin á. Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru tað fleiri spentar støður frammanfyri KÍ málið, og eitt nú hevði [...] spenti álopsbogan, og í eina løtu vóru tað fleiri spentar støður í KÍ brotsteiginum. Eitt nú hevði Gutti Dahl-Olsen góðan møguleika at minka um munin, men tað eydnaðist ikki. Og so var tað fimm minuttir undan
bera brek, ríðiskúla og túrar við ferðafólki. Leiðin runt Fjallið og Lítlafjall verður eisini brúkt til at venja ungross og læra ung og óvand reiðfólk at ríða. Feløgini stúra fyri, at hetta virksemið verður [...] kommunalu nevndirnar og býráðið hava tikið støðu til málið uttan at hava sæð sama kortið. Vilja varðveita náttúrulendið Feløgini halda, at náttúrulendið við Fjallið og Lítlafjall eigur at verða varðveitt. Tey [...] ætlanini. Tey vísa eisini á, at Oyggjaleikirnir verða í háárstíðini hjá Berghestum. Siga seg hava fingið nýtt og størri kort Reiðfeløgini finnast eisini at málsviðgerðini. Tey siga, at eitt kort, sum varð sent
hvørja ávirkan landsstýrismaðurin metir tað fer at hava, at byggideildin verður býtt sundur á ymisku stjórnarráðini, og hvat verður betri ella bíligari við at flyta fakligu førleikarnar úr Landsverki [...] hon á, at tað mangan hevur verið ført fram, at almennar byggiverkætlanir hava gingið illa, men at eingi samlað tøl hava verið løgd fram. Hon vísir eisini á, at landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at bygg [...] spyr hon, hví byggimálini í síni tíð vórðu savnað hjá Landsverki, og nær tað varð gjørt. Hon biður eisini um eitt yvirlit yvir allar byggi- og anleggsverkætlanir omanfyri fimm milliónir krónur, sum Landsverk
ger vart við, at tess fleiri serstakar byggisamtyktir verða samtyktar, hvør við sínum serreglum, tess torførari verður tað hjá borgarum, vinnulívi og almennum myndugleikum at skilja og umsita reglurnar [...] Kringvarpið skrivar, at tað sæst í viðgerðini av uppskotinum um eina serstaka byggisamtykt fyri økið millum Grasagarð og Finsen, har ætlanin er at umbyggja gamla Restorffs bryggjarí til íbúðir. Byggim [...] Deildin vísir eisini á, at fleiri serreglur kunnu gera bygging dýrari. Somuleiðis mælir Umhvørvisdeildin frá at broyta serstøku byggisamtyktina fyri økið norðan fyri Kringvarpið og Norðurlandahúsið. Higartil
sambandið, ið hevur verið teirra millum, elvir tað til ógvusligar hendingar. Ræðsla kemur á bygdafólkið, ið tekur seg saman at mana tað illa niður í jørðina. Men Baldur og Helgi halda fast um kærleikan, sum er [...] Rest for the Wicked". Eiler Fagraklett fer at innleiða sýningina. Filmurin byggir á søgu hjá týska Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), sum undir heitinum "Manor" fer fram í Føroyum. Eiler var talsmaður í [...] Tórgarð og Sámal Blak. Í filmaðu søguni eru vit í Føroyum í árinum 1862, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Balduri (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur maður kemur til bygda, og eftir
topplið við 56 stigum, og HB er á níggjunda plássi við 20 stigum. Tað eru tvey stig fram til FC Hoyvík, sum er á áttanda plássi. Leygardagin fær HB vitjan av TB, og tá fer B71 at spæla á útivølli ímóti [...] Í HB dylja tey ikki, at tey fegin vilja hava, at næstbesta liðið eisini í 2027 verður í næstbestu deildini. Undan hesum umfarinum var HB undir niðurflytingarstrikuni, og eisini eftir 22. umfar er HB undir [...] á Reynatúgvu, sum 11. august fylti 20 ár. Eric Oteng legði upp til fyrra málið, og eitt lítið korter eftir steðgin var tað Eric Oteng, sum økti um B71 leiðsluna til 2-0. Hetta var 10. málið í ár hjá 24
blandaðum kenslum, at hann nú letur fyritøkuna frá sær. Eysturlon hevur fleiri spennandi uppgávur fyri framman, og tí er tað ikki heilt lætt at fara júst nú. – Tað er eitt sindur soleiðis at fara, tá so nógvar [...] merkir, at hann ikki kann stovna ella reka eitt virki, sum kappast við Eysturlon, næstu tvey árini. Tað merkir tó ikki, at hann ætlar sær at leggja arbeiðslívið heilt á hillina. – Men eg sleppi at arbeiða [...] bundið seg til at vera tøkur hjá felagnum í eitt ár eftir eigaraskiftið, um nýggju eigararnir hava tørv á hansara vitan og royndum. – Eg havi lovað at vera til taks í eitt ár, sigur hann. Tað er við blandaðum
Uppskotið um at dagføra føroysku rættargangslógina er nú sent í hoyring. Tað fevnir um broytingar, sum eru gjørdar í donsku rættargangslógini frá januar 2023 til juni 2025, og sum danska løgmálaráðið og landsstýrið [...] landsstýrið meta eisini eiga at galda í Føroyum. Ein av mest ítøkiligu broytingunum er, at løgreglan kann fáa heimild at samanbera DNA-spor frá einum brotsstaði við upplýsingar í DNA-grundaðum ættargranski [...] Slíkir dátugrunnar verða vanliga brúktir av privatfólki, sum vilja finna skyldfólk ella kanna sína ætt. Endamálið hjá løgregluni verður at finna skyldfólk hjá einum møguligum brotsmanni og á tann hátt spora