okkum, er eingin trygd fyri, at vunnin rættindi verða verandi. Tað eigur at gera allar løntakarar stúrnar. Tí tá politikarar fyrst byrja at skerja grundfest rættindi hjá løntakarum, hvat verður so tað næsta [...] formanni í Javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at taka samráðingarrættin frá okkum og niðurlaga fakfeløgini. Hann tykist at hava gloymt, at flokkur hansara er sprottin úr fakfelagsrørsluni. Boðini [...] frá løntakarunum, er tað ikki longur ein fræls samráðing. Fakfelagsrørslan er bygd á samhaldsfesti. Og tá rættindini hjá einum fakfelagi verða hótt, eiga øll fakfeløg at kenna ábyrgdina at siga frá. Hetta
sigurin er so søtliga uppiborin. KÍ varð roknað at vera favorittur, men tað var Víkingur, sum – burtursæð frá fyrstu smáu tíggju minuttunum – var omaná. Víkingarnir arbeiddu væl og nógv, og tað bar støður [...] bóltin upp í nettakið, meðan teir myrkabláu hugdu at. KÍ megnaði ikki at svara aftur, og so var tað sjey minuttir undan, at vanliga leiktíðin var farin, at miðvallarin og gøtumaðurin Aron Jarnskor smekkaði [...] hyggja at. Tað luktar av liði, sum hevur vunnið nógv, og sum nú stendur fyri falli. KÍ hevur møguleikan at reisa seg í landskappingini. Um tað skal eydnast, so skal nógv venda øðrvísi, enn tað gjørdi í
Prestagarðurin er ein skrivstova og ein tænastubústaður, har fólk koma at avgreiða ymisk ørindi, og familjan má liva við ikki at búgva í egnum húsum. Ikki fyrr enn kirkjubókaførandi prestur er um pensjónsaldur [...] hjá Fólkakirkjuni. Bispur, Jógvan Fríðriksson, heldur tó fast um, at prestagarðarnir eru ein týðandi partur av fólkakirkjuni og eiga at vera í góðum standi. – Prestagarðarnir eru í sínum uppruna fyrisitingarligar [...] tiknir burtur. – Verða prestagarðarnir niðurlagdir, verður mett, at sóknarprestarnir verða savnaðir í miðstaðarøkinum og koma at búgva har. Tað hevði verið óheppið fyri ta samlaðu fólkakirkjuna og mint um
skapa fordømi fyri Áland. Løgmaður sigur, at fullur føroyskur limaskapur verður eitt týðandi mál á fundinum. – Tað er umráðandi fyri okkum at arbeiða fyri, at Føroyar kunnu fáa fullan og javnbjóðis limaskap [...] Føroya, heldur, at føroyski vertsskapurin er ein ítøkilig mynd av broytingunum, sum eru farnar fram í ríkisfelagsskapinum seinastu árini. – Tað samsvarar væl við vanligu gongdina, at bæði Føroyar og Grønland [...] Álandi verða við á fundinum. – Felags vertsskapurin er eitt natúrligt stig í okkara tætta samstarvi. Hetta er ikki ein kollvelting, men eitt greitt tekin um, at Føroyar og Danmark kunnu lyfta uppgávur í felag
vísir 2-1 til heimaliðið, og tað er einki at siga til, at tað er stórur fagnaður í B68 leguni, og at tað í 07 Vestur leguni er øgiligt vónbrot. B68 sigurin ber við sær, at toftamenn við 15 stigum nú eru [...] eru røttu megin strikuna, og at 07 Vestur við 13 stigum er aftast, og at Skála ÍF við 14 stigum er næstaftast. At hýrurin í 07 Vestur leguni er vánaligur er lætt at skilja. Casper G. Hansen legði sjey minuttir [...] vann seg til fleiri hornaspørk, uttan at tað eydnaðist at skora. At Fríði í Túni Petersen og Jovan Coronjic vórðu skiftir inn á heimaliðið setti futt í. Tað sá út til, at heimamenninir vóru orkuríkari, og
uttanríkisráðið sigur, at álopið er eitt svar upp á ukrainsk álop á russisk sivilfólk og undirstøðukervi. – So leingi sum henda støðan heldur fram, fara russisku herdeildirnar at svara lutfalsliga upp á [...] av ballistiskum rakettum, sum eru torførar hjá ukrainsku loftverjuni at skjóta niður. Amerikanska Patriot-skipanin verður mett at vera mest munadygga verjan móti slíkum rakettum, men Ukraina hevur í fleiri [...] lagi átta fólk eru deyð, og 33 eru særd í einum russiskum rakettálopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv. Tað upplýsir borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klytjko, á boðtænastuni Telegram. Álopið varð framt við ballistiskum
Starokozache við markið millum Ukraina og Moldova. Tað upplýsir ukrainska marknavaktin sambært Reuters og AFP. Guvernørurin í økinum, Oleh Kiper, sigur, at tvey sivilfólk lótu lív, og trý onnur vórðu særd [...] morgun, at Ukraina samstundis hevur lopið á russisk hernaðarfør í havnabýnum Novorossijsk við Svartahavið. Robert Brovdi, sum stendur á odda fyri ukrainsku dronueindunum, sigur sambært Reuters, at talan [...] talan er um russisk skip, sum kunnu bera rakettir. Hann upplýsir ikki, hvussu nógv skip skulu vera rakt. Nýggju russisku álopini koma eftir ein steðg í álopunum á Kyiv í tríggjar dagar. Steðgurin var í sambandi
ógvisliga vatnflóð í gjár. Tað upplýsa myndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters. Bjørgingarfólk í Nepal hava nýtt tyrlur til at leita eftir fólki, sum kunnu vera á lívi, og til at sleppa neyðhjálp niður [...] Í dag er talið av deyðum komið upp á 165. Nepal hevur boðað frá 162 deyðum, meðan kinesisku myndugleikarnir hava upplýst, at trý fólk eru deyð. Ein talsmaður fyri løgregluna í Nepal væntar, at talið fer [...] fer at hækka. – Tað fer at hækka, nú vit hava tikið leitingina uppaftur, og væntandi verða fleiri lík funnin, sigur talsmaðurin Abi Narayan Kafle við Reuters. Næstan 600 útlendingar eru millum tey 826
eftirlitsflúgving við stríðsflogførum og fleiri vitjanir av herskipum. Men tað hevur víst seg at vera meira torgreitt hjá donsku stjórnini at fáa eina avtalu um hetta, enn roknað varð við. RÚV hevur tosað við [...] vísir á, at gongdin í Grønlandi í ár hevur havt serligan týdning. Hon hevur gjørt tað sjónligt, hvussu stóran strategiskan týdning londini í Norðuratlantshavi hava fingið í nýggju heimsstøðuni. Tað ávirkar [...] Føroya. Hann vísir á, at hendingarnar í ár – og serliga støðan við Grønlandi – hava broytt føroyska sjónarmiðið í verjumálum. Føroyar hava fingið sterkari støðu Sambært RÚV er talan um eina størri broyting
Ógreið markamót og manglandi samskipan kunnu gera tað torførari hjá einstaka borgaranum at fáa ta hjálp, sum tørvur er á, skrivar hon. Tí er neyðugt áhaldandi at styrkja samstarvið millum almannaøkið, heilsuverkið [...] hjálpartørv, men ikki sjálvur megnar at taka fyrsta stigið. Borgarin kann vanliga ikki tvingast Margit Stórá ger vart við, at tað er munur á einum borgara, sum ikki megnar at taka ímóti hjálp, og einum, sum [...] ein myndugleiki ikki tvinga ein borgara at taka ímóti sosialari hjálp. Er talan um møguliga tvingsilsinnlegging eftir psykiatrilógini, er tað kommunulæknin, sum skal meta um støðuna og taka avgerð um