Geresse vóru eisini eini donsk hjún, Lisbeth og Arne Kiel Nielsen, og ein donsk lærarinna, Hanna Rasmussen. Fyrsta sunnudagin í Geresse fór eg í kirkju. Tað var væl av fólki. Gudstænastan byrjaði vanliga [...] Húsfólkið át saman við okkum. Tað hevur sín serliga dám at sita í smáttuni rundan um eldin. Tá kenna vit ein serligan felagsskap, sum ber yvir landamørk og tungumál. Annars er tað eisini ein partur [...] ómøguligt at fáa teir at taka nakað fyri arbeiðið, teir høvdu gjørt. “Eina aðra ferð verða tað kanska tit, sum hjálpa okkum, tá ið vit hava trupulleikar,” søgdu teir. Tað gekk væl at koyra til Savla. Har