Skrúvugudstænasturnar byrja í september Mikukvøldið 30. september klokkan 17.30 verður fyrsta skrúvugudstænastan í heyst. Skrúvugudstænasturnar verða síðani hildnar síðsta mikudag í hvørjum mánaði. Tá savnast [...] in er av á hesum sinni, og nú verður aftur farið undir fleiri av føstu tiltøkunum í Hoyvíkar kirkju, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi. Fyrsta tiltakið verður mánadagin 31. august klokkan 17, tá fundur verður [...] øll børn í fjórða flokki – uttan mun til, um tey ætla at verða konfirmerað seinni ella ikki. Smákonfirmantarnir læra um kirkjuna og kristnu trúnna við spæli, samveru og hugna. Tilboðið hevur verið roynt
Knút Lützen og ross hansara, Kári frá Ásbru, reið seg beinleiðis í A-finaluna í gæðingakappingini. Knút hevur drúgvar altjóða royndir og hevur áður vunnið bæði silvur og gull til norðurlandameistarakappingar [...] glaður fyri at vera komin í A-finaluna, men ikki heilt nøgdur við úrslitið í dag. Eg vóni, at tað gongur betri í sjálvari finaluni, sigur Knút Lützen. Eisini Valborg Laksfoss hevði eina góða kapping saman við [...] frá Skagastond. Tey vunnu sær pláss í B-finaluni og hava sostatt framvegis møguleika at vinna seg víðari til A-finaluna. Hetta er fyrstu ferð, at Valborg kappast í altjóða gæðingakapping. – Eg vóni at
Føroyar og Noreg drógu nógv fólk til Unity Arena í Oslo, tá mans-EM í hondbólti varð spælt í januar. Men hóast stóru áskoðarafjøldina eydnaðist als ikki at fáa norska partin av endaspælinum at bera seg [...] kt. Tað er betri enn fíggjarætlanin. Vit fóru inn í hetta við opnum eygum. Men vit kunnu ikki halda fram soleiðis, sigur Erik Langerud, aðalskrivari í norska hondbóltssambandinum, við VG. Høllin kostaði [...] kostaði milliónir Ein stór orsøk til hallið er, at Noreg ikki hevur eina hóskandi stóra hondbóltshøll til slíkar kappingar. Tí mátti innandura fótbóltsvøllurin Unity Arena byggjast um til hondbóltshøll. Sambært
avbjóðingar. Fundurin í ár verður hildin á Høvelte-herstøðini og í danska forsætisráðharrabústaðnum Marienborg. Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum verða umboðað. Heini í Skorini, professari í stjórnmálafrøði [...] danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, taka í dag í felag ímóti stjórnarleiðarunum úr Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi. Eisini landsstýrisformaðurin í Grønlandi og á Álandi verða við á fundinum. – [...] m, sum eru farnar fram í ríkisfelagsskapinum seinastu árini. – Tað samsvarar væl við vanligu gongdina, at bæði Føroyar og Grønland í størri mun sita við borðið og verða hoyrd í málum um verju, trygd og
skulu eftir ætlan gerast partur av Erasmus+ í 2028, og sambært Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, eru Føroyar væl við í fyrireikingunum. Tað sigur hann í svari til ein skrivligan fyrispurning frá [...] ECHE. Góðkenningin í 2027 er ein fortreyt fyri, at Fróðskaparsetrið kann taka lut í Erasmus+ frá 2028. Umsóknin skal latast inn fyrst í 2027, og fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd. Leiðsla, undirvísarar [...] byrja, tá ið nýggja Erasmus+-skráin er góðkend í seinna hálvári 2027. – Føroyar eru væl við í tilgongdini at verða klárar, tá ið skráin verður sjósett í 2028, skrivar landsstýrismaðurin. Ein føroysk t
hetlendska blaðið Shtelands News. Í sambandi við almenna hoyring í Bretlandi um framtíðina hjá Rosebank hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, sagt, at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar [...] Beinir Johannesen, hevur samstundis boðið útlendskum orkufeløgum at leita eftir olju og gassi í føroyskum sjóøki. – Ongantíð áður hevur okkara vitan um føroyska landgrunnin verið størri enn í dag. Tøknin til [...] landgrunninum. Rosebank er størsta olju- og gassleiðin í bretskum øki, sum enn ikki er útbygd. Leiðin liggur bert fáar fjórðingar frá føroyska markinum og hevur tí stóran týdning fyri føroyskar vónir um at finna
fíggjarlig tap Fleiri føroyingar hava trýst á leinkini og latið persónligar upplýsingar í góðari trúgv, og í summum førum hevur hetta havt fíggjarlig tap við sær. Enn er eingin samlað uppgerð yvir talið á málum [...] loyniligar ella persónligar upplýsingar í einum sms-boðum. Svikararnir eru dugnaligir, og øll kunnu verða lumpað – ung sum gomul – og tí er eingin skomm í at vera dottin í felluna. Tá er bara umráðandi at bera [...] er um ektað ella følsk boð. Vit meta hetta vera eina álvarsama støðu og heita tí á føroyingar um ikki at trýsta á leinkini í boðunum, men sjálvi seta seg í samband við stovnin, sum sigst vera avsendarin
skrivaðu í mai í fjør undir eina felagsyvirlýsing um, at føroyskir myndugleikar skulu yvirtaka loftferðsluøkið í stigum. Málsøkið hevur higartil verið umsitið úr Danmark, hóast arbeitt hevur verið við [...] taka stig til yvirtøkuna og áseta, nær hon skal fara fram. Signe Munk vísir í svarinum á, at Føroyar og Danmark hava valt eina stigvísa skipan. Ein slík loysn ger tað møguligt at byggja neyðugar førleikar [...] grønlendsku myndugleikarnir ynskja tað. Tað staðfestir danska bý-, landa- og flutningsráðfrúan, Signe Munk, í einum svari til Grønlandsnevndina hjá Fólkatinginum. Hon vísir samstundis á Føroyar sum dømi um, hvussu
undanfarnu kanning í 2022. Samlaðu íløgurnar í gransking, menning og nýskapan vóru 748 milliónir krónur í 2024. Tað eru 147 milliónir krónur minni enn í 2022. Afturgongdin sæst aftur í gransking og menning [...] hagtøl fyri nýskapan, sum Hagstova Føroya hevur ment og kunngjørt í dag. Hetta er aðru ferð, at hagtøl um nýskapan í Føroyum verða uppgjørd. Hagtølini eru ment í samstarvi við Granskingarráðið og eru gjørd [...] fremur nýskapan í einum av sjey økjum. Tað kann vera nýskapan av vøru, tænastu, arbeiðsgongdum, fremja ella keypa gransking og menning, menna eina nýskapan lidna sum tó ikki er tikin í brúk ella komin
av eldraøkinum. Løgtingsmaðurin spyr, um landsstýrismaðurin hevur mett um møguleikarnar fyri at seta eina kommunala útjavningarskipan í verk í Føroyum, og hvørjir fyrimunir og vansar eru við einari slíkari [...] Hann vísir á, at borgarar í kommunum við veikum inntøkugrundarlagi í summum førum noyðast at bera eina størri fíggjarliga byrðu fyri at tryggja somu vælferðartænastur sum borgarar í øðrum kommunum. Verður [...] samstarv og kommunala bygnaðin sum heild. Føroyar eru einasta landið í Norðurlondum, sum ikki hevur eina kommunala útjavningarskipan, verður sagt í viðmerkingunum til fyrispurningin.