ull. Endamálið er at vísa, hvussu náttúrutilfar og avlopstilfar kunnu fáa nýtt lív í staðin fyri at verða beind burtur. Á øðrum verkstaðnum sleppa børn og vaksin at royna bregdabond, sum er ein av elstu [...] hugskot til, hvussu matur kann verða gagnnýttur betur, og høvi verður eisini at smakka tað, sum verður gjørt. Tiltakið er ætlað børnum og familjum, og dentur verður lagdur á, at umhvørvisarbeiði kann vera [...] skapa nýtt úr tilfari, sum longu er til. Skúlin skipar eisini fyri skeiðum í millum annað sniðgeving, binding, matgerð og kreativum handverki. Felags fyri virksemið er nýtslan av staðbundnum tilfeingi
hvat verður so tað næsta? Frælsar samráðingar krevja javnbjóðis styrki hjá báðum pørtum. Verður tann styrkin tikin frá løntakarunum, er tað ikki longur ein fræls samráðing. Fakfelagsrørslan er bygd á samhaldsfesti [...] orðini liggur eitt tað størsta álopið á fólkaræðið, ið vit nakrantíð hava verið vitni til. Vit hava síðan áðrenn summarfrítíðina roynt at fingið landsstýrismannin í fíggjarmálum í talu. Tað er hann, ið stendur [...] formanni í Javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at taka samráðingarrættin frá okkum og niðurlaga fakfeløgini. Hann tykist at hava gloymt, at flokkur hansara er sprottin úr fakfelagsrørsluni. Boðini
framvegis er grundarsteinurin undir vinnulívinum í Norðoyggjum. Vitjanin gav gott høvi til áhugavert kjak um felags norðurlendskar avbjóðingar og møguleikar. Bæði vertir og gestir vóru samdir um, at tað hevur [...] framløgur um fleiri evni, sum norska sendinevndin hevði víst serligan áhuga fyri. Eisini varð greitt frá gongdini innan samfelagsmenning og fólkavøkstur í Klaksvík. Á skránni hjá norsku gestunum var eisini [...] hevur stóran týdning at styrkja sambondini og læra av royndunum hjá hvørjum øðrum. Klaksvíkar kommuna fegnast um áhugan, sum norsku stórtingslimirnir sýndu býnum og økinum, og takkar fyri góða og gevandi
til vinnuligt gistingarvirksemi við íbúðum. Tað er regulering av kappingartreytunum. Eitt dagamark er nakað annað. Tað sigur ikki: Tit skulu lúka somu krøv. Tað sigur: Tit sleppa bara at reka vinnuna ein [...] út á fasta leigumarknaðin. At eingin er skrásettur á adressuni, er ikki tað sama sum, at ein leigubústaður stendur tómur. Lógaruppskotið leggur eingi hagtøl fram. Tað verður ikki viðgjørt, hvussu leigumálini [...] reglum. Nú er Framsókn við til at leggja fram eitt uppskot, sum kann geva kommununum heimild at seta eitt dagamark fyri júst hetta virksemið – uttan at nakað niðara mark er ásett. Tað merkir, at tað ikki bara
tilmælunum hjá IDAN er at gera tað lættari hjá úrvalsíðkarum at sameina ítrótt við útbúgving og arbeiði. Tað er júst ein av raðfestingunum í Erasmus+, har dentur verður lagdur á dual careers . Tað eigur at vera [...] Erasmus+ verður ofta sett í samband við lesandi, sum fara uttanlands at lesa. Men skipanin er nógv meira enn tað. Ítróttur er eitt sjálvstøðugt øki, har stuðul millum annað kann fáast til førleikamenning hjá venjarum [...] føroyskan atlimaskap frá 2028, men meira skal til. Málið hevur eisini fingið eina týðandi politiska viðurkenning úr ES. Í niðurstøðum sínum frá 16. juni 2026 staðfestir ES-ráðið, at tað fegnast um føroyska
Tað upplýsir familja hennara í einari fráboðan á sosialu miðlunum í kvøld. Dolly Parton gjørdist ígjøgnum sína longu yrkisleið kend um allan heim við sangum sum „Jolene“, „9 to 5“ og „I Will Always Love [...] leikinum og gjørdist eisini kend sum sangskrivari, sjónleikari og vælgerðarfólk. Í mai varð boðað frá, at hon noyddist at avlýsa eina røð av konsertum í Las Vegas vegna heilsutrupulleikar. Ritzau ##med2##
Kallsberg var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Hillerød vann seg trygt víðari í donsku steypakappingini. Á útivølli vann Hillerød stórsigur 4-0 á Avarta, ið spælir í Danmarksseriuni sum er fimta besta deildin [...] leiktir stútaði Poul bóltin í netið til støðuna 3-0. Talan er um fyrsta málið í einum kappingardysti hetta kappingarárið. Noah Kretzschmar hevði áðrenn tað bæði lagt Hillerød á odda, og hann økti eisini til 2-0
sunnanfyri og 60 stig norðanfyri 20,86 stig . Tað er hægsti sjóvarhiti, sum er máldur fyri juni í hesum økinum, tó bert 0,01 stig oman fyri gamla juni-metið frá 2024. Longu í mai vóru óvanliga høgir hitar [...] Niño er eitt afturvendandi náttúrufyribrigdi, sum hongur saman við óvanliga heitum sjógvi í tropiska Kyrrahavinum. Tað kann broyta luft- og havstreymar og harvið hava ávirkan á veðurlagið langt frá Kyrrahavinum [...] oman fyri miðal. Serliga sæst hetta frá miðskeiðis í ekvatoriska Kyrrahavinum og eystureftir móti vesturstrond Meksiko. Hetta verður sett í samband við El Niño, sum er undir menning. Í juni var sjóvarhitin
hámarksferðin lutvíst er 80 kilometrar um tíman. Leiðin er eisini skúlaleið hjá børnum. Strekkið frá Meginskúlanum móti bygdini er umleið 3,9 kilometrar. Á umleið 1,96 kilometrum er hámarksferðin 80 kilometrar [...] síðu á landsvegnum frá Meginskúlanum til Sandabrekkuna. Trupult inni í Vika Tað er kortini ikki lætt at fáa pláss fyri leiðini allastaðni. Inni í Vika er trongt, og sambært ætlanini er neyðugt at taka serligt [...] verður mett at kosta millum 40 og 60 milliónir krónur. Loysnin er eitt av høvuðsuppskotunum í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu. Í dag er eingin samanhangandi farleið til gongufólk og súkklufólk á
alkoholismu. Tí haldi eg, at tað er grundleggjandi skeivt, um ábyrgdin fyri einum foreldri, sum ikki megnar sín gerandisdag, í praksis endar hjá teimum vaksnu børnunum. Tað er ein tung og sera einslig støða [...] nú skuldi henda við mammu. Síðani hava tað verið vit, sum hava tikið stigini. Og tað fær meg at spyrja: Hvør tekur fyrsta stigið, tá borgarin sjálvur ikki megnar tað? Tá eitt nei steðgar hjálpini. Eg havi [...] kann tað at lata ein fremmandan inn í sítt heim og lív vera eitt ógvuliga stórt stig. Sjálvandi skal svarið ikki vera tvingsil. Men tað má finnast okkurt millum tvingsil og onga hjálp. Tá familjan er tr