gamla Lindsay Clancy er ákærd fyri at hava dripið trý børn síni í heiminum hjá familjuni í Duxbury í amerikanska statinum Massachusetts í januar 2023. Sambært Reuters hevur hon viðgingið, at hon drap børnini [...] lív sítt. Síðani fann hann børnini deyð í kjallaranum. Clancy yvirlivdi, men fekk álvarsligar løstir og situr í dag í koyristóli. Verjin hevur ført fram, at hon í fleiri mánaðir hevði havt álvarsligar [...] hon hinvegin fríkend, vegna mentalu støðuna í brotsløtuni, verður hon flutt á eitt psykiatriskt sjúkrahús. Málið verður viðgjørt við dómstólin í Plymouth í Massachusetts.
at talið av virknum bátum í bólki 5 B er vaksið úr 238 í 2023 upp í 339 í fyrra hálvári 2026. Samstundis er miðalprísurin fyri fiskin hækkaður úr 18,86 krónum fyri kilo upp í 33,18 krónur. Sambært felagnum [...] allir fiskidagar í bólki 5 vórðu brúktir í 2025. Meginfelagið heldur, at bólkur 5 B ikki er nakað einaumboð fyri útróðrarvinnuna, men í stóran mun er mannaður við frítíðarsiglarum, sum ikki hava útróður sum [...] ar í sjófeingislógini. Útróðrarfelagið vísir á, at bólkur 5 er skerdur um 70 prosent í fiskidøgum, síðani fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996, uttan at bólkurin hevur fingið onnur fiskirættindi í staðin
fólk, teirra millum í minsta lagi 800 útlendingar, eru saknað í Nepal og Tibet eftir ógvisliga vatnflóð í gjár. Tað upplýsa myndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters. Bjørgingarfólk í Nepal hava nýtt [...] akfør og tung útgerð sleppa ikki fram til vanlukkuøkið. Danska uttanríkisráðið upplýsti mikudagin, at tað ikki hevði fingið nakra fráboðan frá dønum, sum skuldu verið staddir í rakta økinum. /Ritzau [...] kunnu vera á lívi, og til at sleppa neyðhjálp niður til fleiri túsund fólk í rakta fjallaøkinum við markið millum Nepal og Tibet. Í dag er talið av deyðum komið upp á 165. Nepal hevur boðað frá 162 deyðum
tóku eina avgerð. Áhugin er trivnaðurin hjá borgaranum í Vestmanna og ikki bert lætt vunnir pengar í kommunukassan. Men so er ikki á Tvøroyri. Í staðin fyri at vera ein fyrimyndarlig kommuna fyri sínar [...] klagur í posa og sekk í drúgva tíð og hetta kann prógvast á einum dokumenteraðum grundarlagi. Støðan á Tvøroyri í sambandi við skipalarmin frá farmaskipinum Silver Star er ikki eindømi. So seint sum í februar [...] februar í ár, komu limir í Liviligum korum í neyð, tí felagið fekk upplýst, at skipalarmur ikki kundi klagast til kommununa, um skipini ikki lógu við kaikantin hjá Tvøroyrar kommunu. Felagið fekk upplýst
niðurstøða í granskingini er, at skúlar ofta reagera ov seint. Sambært Hamadi greiddu nógvir næmingar frá, at tað gekk sera long tíð, áðrenn skúlin tók fráveruna í álvara. Í summum førum vóru tiltøk ikki sett [...] Ein høvuðsniðurstøða er, at fráveran sjáldan snýr seg um, at næmingurin ikki vil í skúla. Heldur snýr hon seg um, at næmingurin ikki megnar at møta. Hjá nógvum byrjaði fráveran spakuliga og vaks so við tíðini [...] sett í verk, fyrr enn næmingurin hevði verið burtur í fleiri mánaðir ella enntá ár. Tá var munandi truplari at fáa næmingin aftur í skúlan. Granskingin vísir eisini stóran mun á, hvussu skúlar – og enntá
undirvísir á yrkisútbúgving í Noregi. Hann hevur valt at raðfesta vanligu læribókina í undirvísingini. – Læribókin leggur upp til góðar samrøður, eitt róligt tempo og reflektión í tímunum, sigur hann. Næmingarnir [...] fáa tíð at lesa neyvt og í friði, steðga á, kjakast og endurtaka. Tað merkir tó ikki, at talgild lesing skal burtur. Granskarin vísir á, at næmingar eisini kunnu fáa undirvísing í, hvussu teir lesa miðvíst [...] skíggin er ikki altíð besta amboðið, tá næmingar skulu lesa og skilja fakligan tekst. Tað skrivar Skúlablaðið, sum vísir til gransking hjá Viktoriu Holsey Foss á Lesisentrinum við Universitetið í Stavanger
er liðug. Men, í dag er ikki nátaveður, og sambært veðurforsagnunum er ikki líkt til, at teir næstu dagarnir fara at roynast heldur. Í morgin verður uppaftur meira vindur, og líkt er ikki til, t tað veðrur [...] Í dag er 5. september, og tað merkir, at nátungaatíðin nærkast endanum. Høvdu veðurvánirnar verið góðar í dag og teir næstu dagarnar, hevði ivaleyst borið til at fingið nakrar nátungar aftrat, áðrenn vertíðin [...] veðrur nakað nátaveður mánadagin, týsdagin ella mkudagin heldur. Tá vit koma út í næstu viku, verður so mikið væl útliðið, at tað skal verða rættiliga gott veður, um tað skal bera til at taka nátunga á sjónum
verið støðugt í størsta parti av fyrra hálvári, men á lægri støði í mun til sama tíðarskeið árið frammanundan. Hetta sæst aftur í minni rentuinntøkum. Tó eru ikki framdar eins stórar íløgur í høvuðsbygningin [...] búskapargongdin sæst aftur í fíggjarstøðuni hjá kundunum og tað hevur við sær, at áður gjørdar niðurskrivingar eru afturførdar. Harumframt eru avskrivingar av bygningum á lægri støði í mun til árið frammanundan [...] frammanundan. Nevnd og leiðsla eru nøgd við gongdina í fyrra hálvári 2026. Virksemi Virksemi sparikassans er støðugt vaksandi. Útlánsvøksturin fyrra hálvár var 71 mió. kr., ið svarar til 3,0 %. Útlánini vóru tilsamans
færri enn 400 atgongumerki eftir. Tað er tí als ikki óhugsandi, at festivalurin verður útseldur, áðrenn fyrsta lagið verður spælt leygardagin. Tað er í morgin, hin 29. august, at Viðareiði aftur verður [...] sum mangt bendir á, er tað als ikki óhugsandi, at Norð Festival hesaferð verður útseldur, siga fyriskipararnir. D-A-D á odda fyri stórari skrá Norð Festivalurin hevur í ár eina fjølbroytta skrá við bæði [...] atgongumerkjum eftir er boðskapurin frá fyriskiparunum greiður: - Ætlar tú tær á Norð Festival í ár, er helst ikki ráðiligt at bíða ov leingi við at tryggja tær atgongumerki.
ætlaðar í Havn í 2026, men sambært upplýsingum hjá Tórshavnar havn eru fimm vitjanir avlýstar. Verða eingi fleiri avboð, verða sostatt 47 vitjanir í ár. Eftir vitjanina hjá Norwegian Star í dag standa í minsta [...] Norwegian Star kom á Havnina klokkan í morgun og liggur við bryggju til klokkan 20.30 í kvøld. Tor Shipping er umboð hjá skipinum í Føroyum. Norwegian Star er eitt av teimum størri ferðamannaskipunum, [...] ferðafólkum, tá tvey fólk búgva í hvørjum kamari, og manningin telur um 1.031 fólk. Sostatt kunnu tilsamans meira enn 3.300 fólk vera umborð. Skipið varð bygt í 2001 og seinast umvælt í 2021. Ferðin hjá Norwegian