Grønlandi. Talan er um fýra kvinnur, sum allar hava fingið 300.000 krónur í part. Tað upplýsir Patienterstatningen, sum umsitur nýggju endurgjaldsskipanina fyri tær kvinnur, sum uttan samtykki fingu snyril ella [...] endurgjald. – Vit eru fegin um, at vit longu nú kunnu lata fyrstu kvinnunum endurgjald. Tað eru tær, sum hetta snýr seg um. Kvinnurnar hava borið pínuna eftir ágangin við sær í nógv ár, sigur Karen-Inger [...] tatningen longu kunnað avgreitt fyrstu málini. Endurgjaldið er 300.000 krónur fyri hvørja kvinnu, sum lýkur treytirnar. Krøvini til skjalprógv eru linari enn í vanligum endurgjaldsmálum. Kvinnurnar noyðast
Ida er ættað av Vestursælandi og varð prestvígd í Danmark í 2021. Hon hevur millum annað starvast sum prestur á Diakonissestiftelsen á Frederiksberg. Innsetingin var tó serlig av einari aðrari orsøk. Hetta [...] kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður hennara, Tummas, er kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur í Hvalvíkar kirkju 16. august
Føroyum og Danmark og gerandisdegnum sum bæði hjún og starvsfelagar. – Eg eri partur av eini kirkju, sum gongur langt aftur, og tað er sami boðskapur, sum skal ljóða í dag, sum tað gjørdi tá, sigur Tummas Lykkje [...] Lykkje Kannuberg í august. Fyrst varð Ida sett sum virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og bert tvær vikur seinni varð Tummas skipaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi [...] prestagjaldi. Sostatt skriva tey samstundis føroyska kirkjusøgu sum fyrstu hjúnini, ið bæði virka sum prestar í føroysku fólkakirkjuni. Í samrøðu við Sosialin greiða tey frá leiðini til prestastarvið, muninum
at venja teir førleikar, sum skulu til, fyri aftur at kunna taka lut í gerandisdegnum. Málið er, at tann einstaki kann endurvinna so stórt sjálvbjargni og so góða lívsgóðsku sum gjørligt. Men heilatilburður [...] Men dagurin gevur eisini høvi til at seta ein størri spurning: Hvussu væl gagnnýta vit fysioterapi sum part av okkara heilsuverki? Hjarta- og æðrasjúkur eru størsta deyðsorsøk í heiminum. Á hvørjum ári [...] endurvenjing, tá sjúkan longu er staðfest ella tilburðurin er hendur. Tað snýr seg eisini um tað, sum kann gerast áðrenn. Fysioterapeutar hava førleikar til at hjálpa fólki og meta um øktar váðar fyri
spyr millum annað, um landsstýrið hevur ætlanir um at samskipa rottutýningina saman við kommununum, sum í dag hava ábyrgdina av henni. – Tað sær ikki út til, at kommunurnar megna uppgávuna at týna rottuna [...] og at hon kann bera sjúkur millum bæði djór og menniskju. Í Føroyum er tað serliga brúna rottan, sum er ein trupulleiki. Hon nørist skjótt. Sambært viðmerkingunum til fyrispurningin verður hon kynsbúgvin [...] eftir hennara meting høvdu havt á føroysku fuglastovnarnar og á burðardygdina í føroysku náttúruni sum heild.
Hvannasunds kommunu minkaði tó við 12 fólkum seinasta árið. Minkingin stavar serliga frá Norðdepli, sum misti 20 íbúgvar. Kelda: Hagstova Føroya
semju. Ikki minst hava yngru og minni royndu reiðfólkini havt stóra gleði av hesum øki. Vit eru mong sum øttast at hetta nú fær ein bráðan enda. Vit skilja als ikki, at borgarstjórin og býráðsmeirilutin vilja [...] Býráð virðir við hesi ætlan ikki rossafólk, Yvirfriðingarnevnd og mong onnur í Tórshavnar kommunu, sum ynskja aðra loysn til gagn fyri gongufólk, reiðfólk og súkkluíðkarar. Rossafólk í Havnardali hava í
verkætlanir, sum ein nevnd, ið var mannað við fólki, sum fyri størsta partin, ikki vóru miðlafólk, skuldi góðtaka, annars varð fíggjarliga grundarlagið rykt undan teimum. Hetta er ein skipan, sum hevur virkað [...] verkætlanir, sum vórðu skrivaðar í 2023, ella fyri trimum árum síðani. Avleiðingin er, at privatu miðlarnarir hava ongantíð verið í so ringari støðu sum teir eru nú. Ístaðin fyri at gera tað, sum er endamálið [...] virkað stak illa, og sum fullkomiliga hevur tikið pressufrælsið frá privatu miðlunum. Harafturat hevur skipanin eisini virkað illa á tann hátt, at miðlastuðulsnevndin fyri ein stóran part hevur verið óarbeiðsfør
477 niður í 476. Í Húsavíkar kommunu minkaði fólkatalið eisini við einum. Dalur hevði sama fólkatal sum árið fyri, meðan Húsavík fór úr 64 niður í 63. Á Skarvanesi búðu framvegis níggju fólk. Gongdin kemur
liðin, síðan Ukraina lýsti seg sum sjálvstøðugt ríki í 1991. Í hesum sambandi varð ukrainski tjóðardagurin markeraður á Christiansborg í Keypmannahavn í morgun. Millum teirra, sum vóru við til hátíðarhaldið [...] Ukraina lýsti seg sjálvstøðugt frá Sovjetsamveldinum 24. august 1991. Danmark viðurkendi Ukraina sum sjálvstøðugt ríki 31. desember sama ár, og londini stovnaðu diplomatiskt samband í februar 1992. T [...] Tjóðardagurin verður í ár aftur hildin, meðan Ukraina er í kríggi eftir russisku fullskalainnrásina, sum byrjaði 24. februar 2022. Fólkatingið hevur eisini fleiri ferðir seinastu árini brúkt Christiansborg