møttu Meksiko í HM-endaspælinum í dag. Meksiko hevur verið millum veikastu liðini í kappingini higartil og gjørdist eisini talan um ein føroyskan stórsigur á 41-16, eftir 19-16 til Føroyar í hálvleikinum [...] dystum í huga. Mest eyðsýndu leikararnir vóru Lýðar í Dímun við sínum góðum langskotum, Helgi Haldórsson, sum spældi ein góðan dyst á strikuni og so Jákup Egholm, sum var kosin besti leikari í dystinum [...] har tað ráddi um at hava tol í verjuni og at halda menn hugsavnaðar. Hetta eydnaðist fyri tað mesta, hóast tað eisini vóru sløsutar støður. Venjararnir fingu allar mans í spæl og ráddi um at deila orkuna
Skótaliðið Royndin í Vági er millum elstu virknu skótalið í Føroyum. Í stuttum er søgan, at navnið ‘Skótaliðið Royndin’ kemur av, at Thulesen prestur vildi gera eina roynd at byrja skótar í Vági. Thulesen [...] søga. Framvegis setir Royndin dám á í Vági, og er fyriskipari av flaggdagshaldi og øðrum tiltøkum, og seta framvegis dám á, tá skipað verður fyri felags tiltøkum í Vági, so kanska kunnu vit staðfesta,
Tune IF á útivølli. Talan er um eitt lið í Sjællandsseriuni. Tað er also sættabesta deildin í Danmark. Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad, ið spælir í næstbestu deildini møta Young Boys á útivølli [...] ið spælir í triðbestu deildini. Hørður H. Askham og liðfelagarnir í Roskilde, ið spælir í triðbestu deildini skal eisini spæla ein dyst á útivølli. Dysturin verður móti Gørslev IF, ið spælir í fimtbestu [...] útivølli. Talan er um eitt lið, ið spælir í Danmarksseriuni, ið er fimtbesta deildin. Meinhard E. Olsen og liðfelgarnir í Kolding, ið eisini spælir í næstbestu deildini fekk ikki eitt líka gott lutakast
sjálvandi ikki garantera veðrið í Føroyum. Eitt kvøld regnaði illa og tí, at vit ikki høvdu fingið røttu tjøldini úr Danmark til tíðina, máttu eini 80–100 fólk flyta í ítróttarhøllina á Kambsdali til næsta [...] Í døgunum, 31. juli til 5. august, hevur Leirvík verið vertur fyri altjóða skótaleguni, Brekkulegan. - Umleið 500 skótar úr 16 londum luttóku, og tað eru 42 ár síðan, at legan varð hildin fyri fyrstu ferð [...] bygningar. - Hetta eru vit sera takksom fyri, leggur hon aftrat. Brekkulegan gav Leirvík lív og rørslu í summar, og samstarvið millum skótar og lokalsamfelag vísti, hvussu stórt virði felagsskapur og hjálpsemi
aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri Miru og Gilla – og umleið 800 onnur børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Ansið tí væl eftir teimum í ferðsluni komandi [...] barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum ella við at hyggja í eina bók. Vit mæla tí foreldrum til at fara út í ferðsluna saman við barninum. [...] meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt. Allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm og kunning og góð ráð til trygga atferð í ferðsluni. Eisini eru góð ráð
monnum í hondbólti eitt gott innleiðandi bólkaspæl í HM-endaspælinum í Egyptalandi. Serliga var tað 28-28 (13-15) javnleikurin móti Týsklandi, ið var eitt framúr gott úrslit. Toppskjúttar hjá Føroyum vóru [...] og í morgin klokkan 15.15 spæla okkara móti Argentina í bólki 3 í niðara endaspælinum. Føroyar og Argentina hava tvey stig hvør. Føroyar hava tey bæði stigini frá 33-17 sigrinum á Uruguay við sær í millumbólk [...] millumbólk 3. Enda Føroyar ovast í millumbólkinum, so skulu okkara spæla um endastøðurnar millum nummar 17 og 20. Enda Føroyar næstovast, so skulu okkara spæla um endastøðurnar millum nummar 21 og 24.
Fløtum kosin besti leikarin hjá Føroyum í dystinum. Flytførið spælskiparin kom inn við ferð og treysti í dag og gjørdi 4 mál. Føroyar gjørdust við hesum aftast, nr. 24, í EM-endaspælinum og merkir tað at [...] Føroysku U17-kvinnurnar taptu seinastu dystin í EM-endaspælinum í morgun. Dysturin móti Turkalandi um 23. pláss endaði við 31-26 tapi, eftir 17-12 til Turkaland í hálvleikinum. Kappingin hevur verið lærurík [...] liðunu í fyrra hálvleiki var serliga talið av tekniskum villum, har okkara gjørdu heili16 í tali. Munurin lá leingi um eini 2-3 mál, men øktu Turkuland seinastu 10 minuttirnar fyri hálvleik upp í 5 mál
revsitiltak nr. 18 í juli 2025, so hevur hetta lítið og einki broytt støðuna hjá Russlandi. Broyting kom ikki í, fyrrenn Ukraina fekk vopnamegi til at leypa á Russland. Tann, sum er í verjustøðu, hevur [...] sjálvsøkin áhugamál í Ukraina , og komandi fríggjadag sessast USA og Russland við borðið. Ukraina er ikki boðið við til fundin í Alaska (“funfact”: Russland seldi Alaska til USA í 1876, 20 ár seinni byrjaði [...] okkara umboðum í Danmark ella frá dønum yvirhøvur. Sambært danska uttanríkismálaráðnum , er virði á samhaldinum við Russland 5 milliardir DKK. Beinleiðis íløgur við donskum penningi í Russland í 2023 var 6
inum í HM-endaspælinum í Egyptalandi. Nú skulu okkara royna at fáa eina so høga endastøðu sum gjørligt. Hægst møguliga endastøðan er eitt 17. pláss. Í niðara millumspælinum eru Føroyar endaðar í bólki [...] Uruguay við sær í millumbólk 3. Mánadagin klokkan 15.15 spæla Føroyar móti Meksiko, og týsdagin klokkan 15.15 spæla okkara móti Argentina. Føroyar eru sostatt einasta evropeiska liðið í hesum bólkinum. [...] greitt 24-39 fyri Fraklandi. Dysturin hjá Føroyum móti Argentina verður helst bólkafinalan. Enda Føroyar ovast í millumbólkinum, so skulu okkara spæla um endastøðurnar millum nummar 17 og 20. Enda Føroyar næstovast
Týsdagin 19. august kl. 19:30 syngur Silvitni í Auluni í Finsensen. Silvitni er eitt kvinnukór, sum varð stovnað í september 2020. Og hóast aldurin er ungur, hava tær drúgvar royndir. Undir trúgvari og [...] níggju kvinnurnar eru allar royndir kórsangarar við nógvum tónleikarligum kilometrum á baki, bæði úr Føroyum og úr altjóða høpi. Skráin fevnir um klassiskan og nútímans kórtónleik – við verkum frá føroyskum