trýsta á at fáa nærmast øll úr fólkaskúlanum á HH3 og Student (hægri miðnám), so skapar mann ein A og B-bólk av næmingum, har nøkur, sum eru illa fyri fakliga, fáa eina ringa uppliving av at ganga á einum [...] dag ganga við einari Smart-telefon um hálsin, sova við henni, eru á wc við henni o.a. Vitlíki á skúlarnar Eitt er at lesa ein tekst á einari A4-síðu (1), eitt annað er at skilja tað, sum stendur (2), eitt [...] fara frá einvegis at móttaka upplýsingar ella informatiónir passivt og til sjálvur at skapa, dyrka, fáa undir húðina, meta um og seta saman betri og nýggjari forstáilsi av einum evni/máli, prosjekti o.a
fyri Arktis, sum verður løgd fram í heyst. Á tíðindafundi í Nuuk í dag gjørdi hon samstundis greitt, at ES stendur saman við Grønlandi og Danmark í kjalarvørrinum á hóttanunum frá amerikanska forsetanum, Donald [...] onnur, segði Ursula von der Leyen. Hon legði dent á, at landaøki og fullveldi eru grundleggjandi meginreglur í altjóðarætti. Boðskapurin varð borin fram á felags tíðindafundi við Jens-Frederik Nielsen, [...] legði dent á, at danska ríkið er eitt fullveldisríki og limur í bæði ES og Nato. – Vit eru takksom fyri stuðulin, sum vit hava fingið frá okkara samstarvsfeløgum. Tað er týdningarmikið, at vit nú fáa eitt sterkari
vunnu Føroyar 1-0 á norska Fredrikstad FK við máli frá Hjalta Rógvason. Sunnudagin vóru playoff-dystir á skránni um plássini frá níggjunda til tólvta pláss. Fyrst vunnu Føroyar 1-0 á svenska stórfelagnum [...] ein góð og mennandi kapping, har okkara dreingir fingu møguleikan at royna seg ímóti úrvalsleikarum á høgum stigi. Teir stóðu seg eisini væl, og hugburðurin og arbeiðssemið vóru framúr. Samstundis sóu vit [...] tíggjunda pláss av tilsamans 20 liðum, ið tóku lut í kappingini. Lagt var fyri fríggjadagin við 2-0 sigri á danska B93. Kristjan Róksson og Hjalti Rógvason gjørdu málini hjá Føroyum. Seinni sama dag máttu føroysku
200 krónur. Á heimasíðuni slaettaratindur.fo verður gjaldið lýst sum eitt atgongumerki, ið gevur atgongd til leiðina niðan á fjallið. Sambært upplýsingunum í fyrispurninginum stendur eingin á staðnum og [...] Vaksin ferðafólk skulu nú rinda 200 krónur fyri at ganga niðan á Slættaratind. Hetta fær Liljuna Weihe, løgtingskvinnu, at seta spurnartekin við, um gjaldið er í samsvari við ferðavinnulógina. Í einum [...] og veitir tænastnastu, og har er hvørki gjørd gøta, ves ella annað nýtt undirstøðukervi. Á skeltinum verður upplýst, at peningurin skal fíggja eina nýggja gøtu. Ætlanin er, at hon skal verða liðug í 2027
taka annað skinn um bak og gera broytingar bæði á eldraøkinum og á útbúgvingarøkinum. Tí støðan er tíverri hættislig. Búskaparráðið hevur víst á, at tørvurin á starvsfólkum verður upp ímóti 750 ársverk komandi [...] starvsfólk. Nógv starvsfólk á eldraøkinum arbeiða niðursetta tíð, so veruligi tørvurin á starvsfólkum verður uppaftur størri! Bara demografisku broytingarnar hava við sær ein øktan tørv á umleið 450 starvsfólkum [...] hava fleiri avvarandi alment kært sína neyð. Teirra kæru eldru fáa snøgt sagt ikki ta hjálp teimum tørvar. Tað er óvirðiligt. Stórt trot er á røktarheimsplássum, sum er kommunal ábyrgd. Men størsta trotið
mistu í uppspæli í vinstru á egnari hálvu, og gestirnir gjørdu skjótt av. Í fyrstu atløgu hálvbjargaði Bárður á Reynatrøð í málinum, og so var miðvallarin Heini F. Sørensen fyrstur á returbóltinum, sum hann [...] vitjan av EB/Streymi. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og tað var Víkingur, sum legði seg á odda 12 minuttir eftir steðgin, tá ið Jørgen Nielsen við høvdinum eftir fríspark úr vinstru sendi bóltin [...] steðgin, og eftir útjavnandi málið fekk HB av álvara um endan, meðan víkingarnir høvdu ilt við at fáa samanspælið at rigga, og teir vóru heilt sjáldan í HB brotsteiginum. Ellivu minuttir undan leikloki
um tørvur er á serligari lóggávu, avmarkingum ella forboði í ávísum støðum. Løgmaður vísir á, at snildbrillur eins og onnur tól, sum taka myndir, filma og taka upp ljóð, kunnu verða nýttar á ein hátt, sum [...] upplýsingar verða tiknar upp og deildar uttan samtykki, eins og vandi kann vera fyri, at brot verður framt á rættindi hjá tí einstaka til privatlív, skrivar løgmaður. Brillurnar eru ikki ólógligar Snildbrillur [...] tól, sum kunnu taka myndir og filma. Tey eiga eisini at hugsa um, hvørjar avleiðingar nýtslan kann fáa fyri tey sjálv og onnur. Nýggj tól, eitt nú leikur og ur, kunnu longu í dag taka upp ljóð, myndir og
mánaðir ella enntá ár. Tá var munandi truplari at fáa næmingin aftur í skúlan. Granskingin vísir eisini stóran mun á, hvussu skúlar – og enntá einstakir lærarar á sama skúla – handfara fráveru. Tá hjálpin kom [...] trupulleikarnar tíðliga, áðrenn fráveran gerst so stór, at hon festir seg. Granskingin vísir eisini á tørvin á betri samstarvi millum skúla, heim og tær tænastur, sum eru rundan um barnið. Næmingar og foreldur
við nýggja konginum í Noregi, Haakon kongi, á odda kom fyrrapartin til sorgargudstænastu fyri Harald kong. Dómkirkjan í Asker, í útsynning úr Oslo, var á tremur við fólki. Umleið 500 fólk, sum høvdu staðið [...] . Longu tíðliga um morgunin vóru nógv fólk komin til kirkjurnar kring landið í vónini um at fáa eitt pláss á kirkjubeinkinum. Norskir miðlar greiddu frá, at hundraðtals fólk stóðu í bíðirøð uttan fyri
finaludag við dart á hægsta stigi, og veruligum dart stemningi. Frá mikudegnum 30. september til fríggjadagin 2. oktober verða innleiðandi dystirnir í EM spældir. Hesar dagar eru innleiðandi dystir á 32 banum [...] samstundis, men eisini er ein dystur sum verður spældur á stóra finalupallinum. Dartsamband Føroya eru vertir fyri EM á hesum sinni, og vit vilja fegin at áskoðarar eisini kunna uppliva EM-stemningin hesar [...] er tað eitt av heilt stóru stjørnuskotunum á dartpallinum í løtuni: 15 ára gamli Mitchell Lawrie . Hóast sín unga aldurin hevur hann longu gjørt vart við seg á sama hátt sum heimsstjørnan Luke Littler gjørdi