broytingar í granskingargeiranum, sjálvt um tað í fyrsta umfari kann tykjast ófjálgt at vagga trygga bátin og pilka við tað kenda. Í Føroyum eru almennu granskingarstovnarnir smáir og nógvir í tali í mun til [...] sigur rektarin og hyggur gjølla at mær. Eg trilvi gjøgnum gloymskuna aftur til latínlæraran í forðum, men eri ov sein á sjóvarfallinum. - Í stillum vatni er deyði – í aldunum lív, upplýsir hann meg. - Vit [...] stendur á búmerkinum hjá universitetinum í Roskilde í Danmark. Inni í búmerkinum er ein korallur, og korallar trívast og mennast, tá tað aldar, og øvugt, tá einki lív er í sjónum. Myndamálið skal eyðvitað skiljast
og í Danmark. Hann byrjar á Faroe Ship 1. desember. – Eg eri stoltur av at taka við sum stjóri á Faroe Ship, sum er ein týdningarmikil fyritøka í føroyska samfelagnum. Eg eri spentur til at viðvirka til [...] okkara kundar í Føroyum, sigur Bragi Þór Marinósson, stjóri fyri altjóða virksemi hjá Eimskip. Faroe Ship er ein av elstu fyritøkunum í Føroyum, stovnað í 1919, og hevur ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum [...] samfelagnum við sterkum flutnings- og heildarlogistiktænastum. – Vit eru vís í, at undir leiðsluni hjá Steinari fer felagið at halda fram við at vaksa og byggja víðari á nýggju íløgurnar í goymslur, fry
tekstin við fimm palestinskum fløggum. - Um tað eri eg, sum havi skrivað hetta, so má tað vera tí, at eg gjarna vil verja palestinska fólkið - ikki sjálvt álopið, segði kvinnan, tá málið var fyri í býarrættinum [...] sín stuðul til Hamas-álopið á Ísrael hin 7. oktober í 2023. Eftir eina kæru, hevur Vestari Landsrættur í Danmark hert dómin hjá kvinnuni úr 40 upp í 60 dagar treytaða fongsulsrevsing. Tað var á Facebook [...] av dómarunum í landsrættinum atkvøddi fyri, at kvinnan, sum hevur palestinsk foreldur, skuldi frídømast, veit danska sjónvarpsrásin at siga. Áður er ein 29 ára gamal maður í Danmark dømdur í 45 dagar treytaða
tað var eg.“ „Eg eri møguliga parthallur av hesum, men eg vil fegin siga tykkum, at hetta var rætta avgerðin. Og eg vóni, at hetta kann verða ein eggjan fyri mammur, sum møguliga í løtuni eru í torførum [...] troystarorð frá Harranum. Tá rann mær í huga at lesa úr Sálmi 139 eftir Dávid, ørindini 13-17: Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi. Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; [...] veit sál mín til fulnar. Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum. Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir
bróstið, at eg ikki eri positivur. Men eg vísti altso til hagtøl, sum læknastjórin í føroyska heilsuverkinum umrøddi í Degi og Viku og sum vístu, at krabbameinsviðgerðin í Danmark var næstringast í Norðurlondum; [...] sum kom við blokkinum. Nei, Helgi! Tað var ikki Tjóðveldisflokkurin, men Schlüter stjórnin, sum í 1987 ynskti at leggja allar veitingar til Føroya í ein árligan blokk. Og so varð gjørt frá januar í 1988. [...] táttaði blokkurin í milliardina og var tá útvið tjúgu prosent av inntøkunum hjá tí almenna. Men tíbetur hava skilafólk í periodum havt valdið, og blokkurin er minkaður við tíðini, so hann í dag er komin niður
– Eg ætli mær so avgjørt aftur í Løgtingið, men tað verður ikki reiðiliga enn, tí eg skal til eina intensiva uppafturvenjing í Danmark í næstum. – Men so skjótt eg eri klárur, so fari aftur í L [...] formaður í Sambandsflokkinum í 2004, og hann gjørdist Føroya Løgmaður í 2008. Hann var løgmaður í tveimum samgongum til hann fór frá í 2015. Í 2019 gjørdist hann landsstýrismaður í heilsumálum [...] hann. – Eg havi hugsað, at tað mangla veruliga nøkur ting til tey, sum sita í koyristóli og hava skerdan førleika. Og nú eg arbeiði við hesum, síggi eg bara meira og meira, hvussu lítið man í veruleikanum
sindur øðrvísi ár enn undanfarnu ár, tí eg havi verið nógv burtur í árinum sum fylgjari í samband við sjúku, men eg havi fingið góða hjálp við grøðini, sum eg eri takksamur fyri, sigur Jóannes Johannessen [...] sum kokkur við grønlendskum rækjutrolara, og í sínari tíð gjørdist hann eisini kendur á skíggjanum sum føroyskur sjónvarpskokkur. - Í dag fara vit at eta nátungar, og tí valdi eg at steðga her í morgun og [...] hetta er ikki í eins stórum nøgdum, sum Ottar og Jóannes hava gjørt seinnu árini. - Eg velti bara eplir, sum eg selji her í túninum hjá mær sjálvum, og tað eru einar tvær vikur síðan, eg setti tey fyrstu
gjørt. – Eg fari at njóta tíðina sum pensjonistur við at gera ting, sum mær dámar. Eg havi summarhús í Leynum, sum eg sjálvur havi bygt. Tey skulu haldast við líka. Og hvønn dag eri eg úti í Havnardali [...] hava verið gift í 59 ár, tey eiga 4 børn, 9 abbabørn, og 4 langabbabørn. – Eg hevði ikki kunna gjørt alt, sum eg havi, uttan Hjørdis. Bæði tá eg var í ÍSF, politikkinum, og øllum ørskapinum eg havi funnið [...] rennur. Hann gongur túrar í Havnardali og ger morgunfimleik. – Setti eg meg í lenistólin at hyggja í sjónvarp hvønn dag, so hevði eg sitið har, og ikki komi eitt fet víðari, eg trúgvi at tú mást røra teg
Játtanin hækkaði eitt vet í fjør, men hevur annars verið óbroytt í nógv ár. Í ár var játtanin tann sama sum í fjør. Játtanarparturin í ár talið av umsøkjarum, ið fingu stuðul, í mun til samlaða umsøkja [...] teimum 50 umsóknunum eftir í bunkanum við teimum allarbestu, ið skuldu fáa lut í teimum 9,2 milliónunum, sum vóru tøkar, skrivar setur.fo. – Talið á umsóknum veksur ár undan ári, og í ár var tað methøgt. Nógv [...] fekk stuðul. Í fjør var játtanarparturin 31% og í 2023 var hann 36%. Bogi Bech Jensen harmast um, at so nógvar góðar umsóknir fáa noktandi svar. – Nógv fleiri áttu at sloppið í gongd við at granska. Meira
glað, siga tey í fráboðanini. Poul Nyrup Rasmussen var giftur við fyrrverandi ráðfrúuni Lone Dybkjær, sum doyði av krabbameini í 2020. Tey bæði vóru gift í 26 ár. Poul Nyrup Rasmussen sigur í poddvarpinum [...] forelskaður, eins og eg eri - trúgv mær - beint nú, sigur 82 ára gamli fyrrverandi topppolitikarin í sendingini sambært DR. Michala Petri er ein heimskendur blokkfloytuspælari, sum síðan debut í 1969 hevur givið [...] Hon er fødd í 1958 og er dóttir violinleikara og klaverleikara. Og hon er eisini kend í Føroyum, har pápi hennara, Kanny Sambleben, búði í mong ár. Eisini hevur hon mangan havt konsertir í Føroyum. Frá