Berthelsen, við Sermitsiaq í dag. Tey trý fólkini, sum vóru farin á reinsdjóraveiði, skuldu eftir ætlan verið komin aftur mánadagin. Løgreglan veit at siga, at tey vóru farin við báti úr Narsaq móti Paamiut [...] sum vísti seg at vera hin eini av teimum saknaðu. Maðurin varð funnin á landi, og hann fortaldi, at tey trý á túrinum høvdu siglt á eitt ísstykkið, og øll endaðu í sjónum. - Maðurin er nú á sjúkrahúsi í [...] eftir teimum báðum, sum framvegis eru saknað, og eitt nú hava tvær tyrlur verið við í leitingini. - Tey avvarðandi hava fingið boðini, sigur vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Hans-Peter Berthelsen, við
Men tey hava eisini arbeitt við eldri tónleiki, sum t.d. Brams Rekviem og tónleiki hjá týskum og donskum romantiskum komponistum. Sum kór dámar JAK eisini væl at syngja saman við øðrum kórum. Tey hava [...] Konzertchor Leipzig, bæði í Leipzig og Aarhus, og í Føroyum gleða tey seg til at møta kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni á Toftum, sum tey fara at syngja okkurt stykki saman við.
sleppa at dyrka sínar gávur og uppliva, at tey duga og hava nakað at geva. Harafturat eiga vit at hava skipanir, sum byggja á álit. Børn mennast best, tá tey sleppa at fáa ábyrgd, læra og ikki minst gera [...] sigur, so syngur hvør fuglur við sínum nevi. Soleiðis er eisini við børnunum. Tey skulu ikki kroystast inn í sama form. Tey skulu fáa møguleikan at finna sína egnu rødd, brúka síni evni og sínar gávur. [...] barlast og gott grundarlag fyri at fara út í lívið. Hóast tað hevur stóran týdning at børn duga øll tey grundleggjandi tingini, s.s. at lesa, skriva og rokna, er tað eisini fleiri aðrir førleikar, ið hava
arbeiðsloysið størst millum tey 25–34 ára gomlu og tey 35–44 ára gomlu. Í báðum aldursbólkum var tað 1,3 prosent. Minsta arbeiðsloysið var millum tey yngstu, 16–24 ár, og tey elstu, 55–66 ár. Hjá báðum [...] roknað saman til fulla tíð. Hava tvey fólk til dømis verið arbeiðsleys í ein hálvan mánað í part, telja tey samanlagt sum eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk. Fleiri arbeiðsleysir menn Arbeiðsloysið var størri hjá [...] eys Størsti bólkurin av teimum arbeiðsleysu hevði verið uttan arbeiði í ein til tríggjar mánaðir. Tey vóru 35 prosent av øllum teimum arbeiðsleysu. Í juli høvdu 40 fólk verið arbeiðsleys í meira enn eitt
foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum. Tá barnið byrjar í skúla [...] ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit [...] rff.fo . Allir næmingar í 1. flokki fáa eisini aftur í ár ein flottan súkkluhjálm, og í heyst fáa tey yngstu endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.
kommunu vita tey í dag at siga, at ætlanin er at fara at asfaltera í Hósvík mikudagin í næstu viku. - Arbeiðið, sum skal gerast, fevnir um Áarvegsbrekkuna og Garðsendaveg norður til Giljaveg, siga tey í kommununi
tráðin í lívinum, sum hann lýsir við gerandissøgum. - Hetta er um fólk, eg havi hitt, og hvønn týdning tey hava havt í mínum lívi. Danski presturin fer eisini at lýsa, hvønn týdning fótbóltur hevur havt fyri [...] og “Stjernefart” hjá Shu Bi Dua, og vísi á ein samanhang til kristindómin. Í Vestmanna kirkju vísa tey á, at summi helst minnast Ronald Risvig, tí hann var fótbóltsvenjari hjá ÍF í Fuglafirði í 1981, og [...] Føroyum heilar 35 ferðir. - Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta eftir fyrilestrinum mikukvøldið, siga tey í Vestmanna kirkju.
og ynski 2. Tey, sum fáa plássini, fáa boð um tað. Tað er neyðugt at bera skjótt at við at tekna til, og skotbráið er stutt. Seinasta freist at tekna til, er mikudag 12.august kl. 17. Tey, sum ætla umborð [...] umborð og fáa svar um, at tey hava fingið pláss, mugu hava samleikaprógv við umborð, so sum pass ella koyrikort. Børn mugu fylgjast við vaksnum. Franska konsulatið
grovplanerað, og her eru rør løgd til eitt nú kloakk og vatn. Umframt tey tíggju kømrini, sum tey á Mølini lótu byggja fyri nøkrum árum síðan og tey tvey eyka kømrini, sum eru í gamla bygninginum, skulu nú 14 stór [...] Karl Olsen væntar, at tey 14 kømrini, sum nú verða bygd, kunnu - um alt gongur væl - takast í nýtslu næsta summar. - Vit hava ein vinmann, sum smíðar elementini fyri okkum, og tey eru so at siga liðug og [...] bíleggingar fyri 2027. Martin Karl vísir á, at tað eru serliga tey, ið leiga kømur, sum eisini eta á matstovuni, og tí eru tølini yvir gistingar og tey, sum eta á matstovuni, nokso lík. - Útlendingar eru ofta
Í Kvívíkar kommunu heita tey í dag á sínar borgarar um at rudda økið Niðri í Urð. - Í samband við Urðardansin, sum verður 21. og 22. august, má økið ruddast. Tí heitir kommunan á fólk, sum eiga lutir Niðri [...] økinum. - Økið, sum skal ruddast, er markerað, og ruddast skal áðrenn mánadagin hin 17. august, siga tey í Kvívíkar kommunu.