at breytin skal vera liðug til Oyggjaleikir komandi ár. Kann tað veruliga vera rætt, at seinastu fjøllini ið Tórshavnar Kommuna ræður yvir, skulu ofrast bara tí Oyggjaleikir skulu vera í Føroyum. Økið [...] í sendingini at vera fyrimyndir og vildi vera við, at høvuðsborgin vildi ganga undan, í royndini at verja óspilt økir í haganum. Andsøgnin er tó, at nú er tað er júst sama kommunan, sum saman við Sersambandinum [...] hálvan ferkilometur. Økið, sum liggur í 200-220 metra hædd, er enn órørd náttúra, um vit síggja burtur frá ávirkanini av seyðahaldi. Har eru vátlendi, klettar og forkunnug støð, sum hava ligið soleiðis síðani
tað verður ignorerað? Og larmurin er bara ein partur av trupulleikanum. Blábar er blivin ein ein náttklubbur, sum tykist hava sum endamál at spæla tónleik so hart sum møguligt mitt um náttina, mitt í einum [...] er ikki tað, sum kallast ein livandi miðbýur. Ein livandi miðbýur er ikki ein býur í lógloysi. Vit eru ikki ímóti tónleiki, skeinkistøðum ella ungum fólki í býnum. Men tað kann ikki vera prísurin fyri [...] ljóðbjálvað, og vit seta álvarsligt spurnartekin við, um høvuðsdyrnar og hølini annars lúka tey krøv, sum eiga at galda fyri eitt slíkt virksemi. Har eru bert tvey wc og eingin pissirenna. Úrslitið sæst hvørt
og ikki bert lætt vunnir pengar í kommunukassan. Men so er ikki á Tvøroyri. Í staðin fyri at vera ein fyrimyndarlig kommuna fyri sínar borgarar, sum kærdu sína neyð um skipalarm, ið elvdi til, at fólk ikki [...] støðið, sum okkara grannalond eru komin fram til og at havnirnar verða umhvørvisgóðkendar. Tað er eingin orsøk til at uppfinna tann djúpa tallerkin av nýggjum, men tað er bara Landsstýrið, sum kann gera nakað [...] roynd við umskiping av russiska trolaranum Arctica, sum ein liður í at økja um virksemið hjá Vestmanna Havn. Tað gingu ikki meira enn tveir dagar, so hevði Vestmanna bygdarráð tikið avgerð um, at slíkum
rætta trupulleikan? Ein bóking er ikki tað sama sum ein íløga Lógaruppskotið viðurkennir sjálvt, at eitt dagamark kann hava neiligar fíggjarligar avleiðingar fyri persónar og fyritøkur, sum hava gjørt íløgur [...] hvussu nógv verða rikin sum vinnuligt gistingarvirksemi, og hvussu nógv veruliga kundu komið út á fasta leigumarknaðin. At eingin er skrásettur á adressuni, er ikki tað sama sum, at ein leigubústaður stendur [...] leggja fram eitt uppskot, sum kann geva kommununum heimild at seta eitt dagamark fyri júst hetta virksemið – uttan at nakað niðara mark er ásett. Tað merkir, at tað ikki bara verður regulerað, hvussu vinnan
við einum nei? Kundi ein persónur havt ábyrgd av júst tí? Ein, sum ikki gavst eftir fyrsta nei. Ein, sum fekk tíð til at koma aftur. Ein, sum ikki byrjaði við krøvum um alt tað, sum skuldi broytast, men [...] foreldri, sum ikki megnar sín gerandisdag, í praksis endar hjá teimum vaksnu børnunum. Tað er ein tung og sera einslig støða at standa í. Og tá eg sjálv kann kenna meg so einsamalla í hesum, kann eg bara ímynda [...] øll gera tað, sum liggur innan fyri teirra ábyrgdarøki og heimildir. Men kortini kann úrslitið vera, at nógv kenna støðuna, meðan eingin eigur heildina. Og hvør hevur so ábyrgd av tí, sum liggur ímillum
ætlað øllum borgarum, sum hava áhuga í at lata eitt sindur av síni tíð. Hetta kann gagna teimum sjálvum, øðrum borgarum og samstundis vera eitt gott íkast til vælferðarsamfelagið, sum er undir trýsti við [...] vit gerast alsamt eldri, eru eisini fleiri eldri borgarar, sum eru væl fyri, eisini tey, sum eru farin av arbeiðsmarknaðinum. Fyri nógv kann sjálvboðið arbeiði geva lívinum bæði innihald og meining við [...] nema sær royndir og ung sum eldri kunnu royna seg á økinum og møguliga fáa hug at arbeiða innan økið. Fyri búfólk kann tað kennast øðrvísi og gott, um borgarar koma meira inn, og kann hetta styrkja sambandið
roynd og veru ikki góvu nakran rætt’. Hetta má sum heild ikki henda á skúlaøkinum, og so slett ikki fyri børn, ið bera brek, sum frammanundan kunnu vera í viðkvæmari støðu. Greið tilmæli frá ST Sambært [...] skipanin gagnnýta so nógv sum møguligt av tøka tilfeinginum í landinum og støðugt flyta rættindini fram á leið so skjótt og munagott sum gjørligt. ST-sáttmálin loyvir ikki at bíða ov leingi við at seta rættindi [...] inum. Ein broyting má vera væl løgd til rættis; hon má ongantíð taka stuðul frá einum barni, áðrenn ein javngóð ella betri loysn er til reiðar. Javni, Elsassfondurin, Skótahjálpin og onnur, sum hava stuðlað
frá byrjan, tá hevði hon, sum so mong onnur, lítlan kunnleika til tað at virka ull. - Tað sum eg helt vera áhugavert var íverksetanin, at fáa hetta at rigga, og so hvørt sum vit hava arbeitt okkum frameftir [...] fram. Ull kann brúkast til nógv, tað mesta verður spunnið til tógv, men tann sum hugsar kreativt kann skapa nógv annað burturúr ull. Fyrst var ætlanin at brúka gomlu maskinurnar hjá Monu Olsen, sum stovnaði [...] Føroyska ullin ber orð fyri at vera trupul at arbeiða við. - Vit kannaðu um hetta var nakað sum riggaði til okkara ull. 12 kilo av ull bleiv send til einasta mikrospinnarí sum var í Danmark. Ullin bleiv spunnin
Hvussu kann Vitlíki brúkast til at konstruera egna vitan? Men, hvussu kann Vitlíki, sum er komið fyri at vera, so brúkast, uttan eina konflikt? Einari konflikt slepst ikki undan, men Vitlíki kann stuðla [...] egna fakliga vitan má ein innlæring til við undirvísing og frálæru, og bøkur og greinar mugu lesast, uppgávur loysast o.a. Vit kunnu ímynda okkum ein persón, sum gongur runt sum ein onnur “dátabasa” við [...] - vitan, sum kann leitast fram eftir tørvi. (Øvut ein persónur, sum gongur runt meira og minni tómur fyri vitan innan nærmast alt). Vit føroyingar kenna eisini hetta hugtakið frá teimum, sum virka í n
títt umhvørvi, so sól, ljós og annað bara verður burtur. Tíbetur eru grannar, sum væl duga sær hógv, og tað er at gleðast um. Men so leingi sum ongar reglur eru yvirhøvur, kunnu grannar bara lata standa til [...] vita vit, at tað neyvan er so lætt at skula biðja grannan um lækka, kappa niður ella tynna út millum síni trø, so ljós, útsýni, hædd og tættleiki av trøum í grannalagnum kann vera rímiligt. Reglur og eftirlit [...] átti eisini at verið, tá ið talan er um at planta vøkstur, ið kann gerast ein bági fyri grannalagið. Heldur ikki er nakað eftirlit við hesum, so fólk, ið fáa trupulleikar av ótálmaðum trævøkstri hjá grannanum