sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra. Í 2025 vóru tað Oddvør Poulsen og Elsebeth Sanna á Krákusteini, sum fingu virðislønina. Oddvør [...] Sinnisbati skrivar, at endamálið við virðislønini er at heiðra ein persón, átak ella felagsskap, sum hevur varpað ljós á sálarheilsu í ár. Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak, tiltak ella onkur, sum [...] Oddvør fyri hennara góða og týdningarmikla arbeiði í Beranum, har hon hevur givið nógvum einstaklingum og familjum ein møguleika at liva víðari eftir sváran miss. Elsebeth Sanna hevur starvast í áratíggju
vanligar í 15. og 16. øld. Hetta samsvarar væl við tíðarfestingina av standmyndini av Mariu og Jesusbarninum, sum varð funnin í útgrevstrinum fyrr í summar. ##med2## Tað er torført at siga, hvør Ápostulin [...] høgru hond, er brotin av. Var tað ein lykil, kann talan vera um Pætur ápostul. Var tað serligi krossurin, sum Andras ápostul vanliga ber, kann tað vera hann. Báðir verða ofta lýstir sum eldri menn við [...] Tjóðsavnið skrivar, at útgrevsturin hevur givið nógv spennandi í ár. Á Tjóðsavninum siga tey, at okkurt serligt kemur altíð undan kavi síðsta dagin – og soleiðis var eisini hesa ferð. Undir einum koppaðum
vísti tó, at foreldur taka væl undir við, at børnini verða koppsett. Kortini er ein alt størri partur, sum av onkrari orsøk ikki fær hetta í lag. Nýggja áminningarskipanin fer at virka soleiðis, at foreldur/verjar [...] Heilsustýrið væntar, at hetta fer at økja um talið á børnum, ið fáa barnakoppsetingar rættstundis. Heilsustýrið hevur fleiri ferðir ávarað um, at undirtøkan fyri tilmældu barnakoppsetingunum er minkandi [...] kikhosti, polio, Hib og pneumokokk (2) 12 mánaðir: Difteri, stívkrampi, kikhosti, polio, Hib og pneumokokk (3) 15 mánaðir: Meslingar, fárasjúka og reydlingar (1) 4 ár: Meslingar, fárasjúka og reydlingar (2)
eingin trygd fyri, at vunnin rættindi verða verandi. Tað eigur at gera allar løntakarar stúrnar. Tí tá politikarar fyrst byrja at skerja grundfest rættindi hjá løntakarum, hvat verður so tað næsta? Frælsar [...] í dag. Uttan møguleikan hjá løntakarum at leggja trýst á arbeiðsgevararnar er eingin samráðingarrættur. Tað veit arbeiðsgevarin. Tað vita politikararnir. Og tað vita fakfeløgini eisini. Vit hava longu [...] løntakarunum, er tað ikki longur ein fræls samráðing. Fakfelagsrørslan er bygd á samhaldsfesti. Og tá rættindini hjá einum fakfelagi verða hótt, eiga øll fakfeløg at kenna ábyrgdina at siga frá. Hetta snýr
brúka tíð, pengar og arbeiðsmegi upp á at basa eini innræsnari plantu - og hinumegin loyva, at sama planta framvegis verður innflutt og seld. Við okkara viðkvomu náttúru eiga vit at hava greiðar reglur [...] okkara náttúru. Hetta er eitt tungt og drúgt arbeiði, og tá skøran fyrst hevur fest røtur, er hon tíverri sera trupul at sleppa av við. Tí er tað sera óheppið, at skøran enn í ár er til sølu í føroyskum [...] Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag: Aftur í summar hava felagsskapir, kommunur og einstaklingar lagt nógva orku í at basa innræsnu skøruni, sum breiðir seg við miklari ferð og kann gera stóran skaða á okkara
hátign var ímyndin av virðing, vísdómi og einum óvikandi trúskapi móti landi sínum, skrivaði Zelenskyj á X. Hann legði afturat, at Ukraina altíð fer at minnast stuðulin og samhaldsfestið hjá Haraldi kongi við [...] loftverju og øðrum hernaðarstuðli, og landið stendur framman fyri einum krevjandi vetri, sigur Jonas Gahr Støre. Hann sigur, at teir millum annað fara at umrøða, hvussu norskur hernaðarligur og sivilur stuðul [...] ðharran at tosa um hernaðarstuðul til Ukraina. Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, kom í dag til Noregs. Tað upplýsir norska forsætismálaráðið. Endamálið við ferðini er fyrst og fremst at vera við
ítøkiligum máli. At eitt spor verður varðveitt, merkir ikki, at nakar myndugleiki ella nakar annar hevur fingið loyvi at kanna tað. Men verður sporið ikki varðveitt, hevur ein dómari heldur einki at geva løgregluni [...] Endamálið er, at løgreglan skal kunna finna fram til fólk, sum millum annað gera seg kynsliga inn á børn á netinum. Orðið yvirvøka fær nógv at gerast ótrygg. Tað er væl skiljandi. Nógv ímynda sær, at myndugleikarnir [...] síggja, hvørjar heimasíður vit vitja, hvat vit lesa, og hvørjum vit samskifta við. Men tað er ikki tað, sum uppskotið snýr seg um. Talan er ikki um at goyma innihaldið í boðum, myndir, loyniorð ella eina
ommuni og meðan heimurin telur hermenn rakettir og kilometrar telur ein mamma dagarnar síðan sonurin ringdi kríggið hevur einki hjarta tað kennir ikki mun á einum sigri og einum tapi tað dugir bert at gera [...] ongantíð ynskti at halda um eystanfyri markið sita aðrar mammur og bíða eftir synum sum Russland sendi inn í eitt kríggj teir ikki sjálvir valdu teir skriva heim at teir hava tað gott hóast moldin er vorðin [...] øskuni andar ein lítil neisti ein vón um at vápnini tagna at markið aftur bert verður ein strika og at børnini kunnu fara út úr kjallaranum hyggja móti himli og hoyra fuglarnar koma aftur Snæbjørn í Dali
ikki, at tað hevði samband við eitt møguligt forhold við Infantino. FIFA og Infantino vísa skuldsetingunum aftur og kalla tær »avgjørt ósannar«. 9. august: FIFA fordømir á sosiala miðlinum X tað, sum sambandið [...] sum skuldi gera tað møguligt at selja privatum fyritøkum partar av FIFA-kappingunum. UEFA finst beinanvegin hvassliga at ætlanini. 29. juli: UEFA kallar limalondini á kreppufund. DBU og onnur tjóðarsambond [...] freist til 19. september at taka støðu til ætlanina. Stuðla tey henni, eru útlit til fleiri pengar frá FIFA. 30. juli: UEFA boðar frá, at sambandið er til reiðar at boykotta HM og aðrar FIFA-kappingar. Concacaf
Sigrun Gunnarsdóttir verið við. Og tað eri so deiliga lívsjáttandi at uppliva. Og øll stuðla hvørjum øðrum. Tað sigur kanska meira um verkætlanina enn nógv annað. Tú nýtist ikki at hava ein ávísan aldur, eina [...] Tað endaði við 13 verkum og eini rúgvu av positivum ringvirkningum. Men tað sum er minst líka gott, er alt tað, sum hendi rundan um veggirnar. Turistar spyrja, hvar verkini eru. Onkur hevur ferðast til [...] um We Need Art kann koma hagar. Og stórir altjóða miðlar hava varpað ljós á tað, sum er hent her. Børn og barnagarðar fara út at vitja verkini. Ung listafólk eru farin at royna seg, tí altjóða viðurkend