forsætisráðfrú í Danmark, eftir ríkisfundin við Beinir Johannesen løgmann og grønlendska landsstýrisformannin Jens-Frederik Nielsen í Nuuk. KNR spurdi hana, um ríkisfelagsskapurin kann halda fram í verandi líki [...] Sambært Mette Frederiksen skal ríkisfelagsskapurin endurnýggja seg og laga seg til tann heimin, sum Danmark, Føroyar og Grønland eru partur av. Hon vísir á, at fyri bara fimm árum síðani høvdu heilt onnur [...] samanborið við fyri bara stuttari tíð síðani, segði Mette Frederiksen. Hon heldur framvegis, at Danmark, Føroyar og Grønland standa sterkari saman, men leggur dent á, at ríkisfelagsskapurin má broytast
kommunum vaks fólkatalið, í sjey minkaði tað, og í fimm var tað óbroytt. Størsti parturin av vøkstrinum var í Tórshavnar kommunu, har góð 40 prosent av fólkinum í Føroyum búgva. Eisini Runavíkar, Klaksvíkar [...] Tann 1. august búðu 55.726 fólk í Føroyum. Tað eru 769 fleiri enn somu tíð í fjør, og svarar til ein vøkstur á 1,4 prosent. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya. Eftir góð tvey ár við lutfalsliga [...] fødd og deyð. Tað var 206 fólk seinasta árið. 41 fleiri børn vórðu fødd enn undanfarnu tólv mánaðirnar, tá ið føðitalið var lutfalsliga lágt. Fólkavøksturin er tó ójavnt býttur kring landið. Í 17 kommunum
Á fundi í Tinganesi umrøddu teir, hvussu verju- og trygdarsamstarvið millum Føroyar og Danmark kann styrkjast enn meira. Partarnir vóru samdir um, at virksemið í og kring Føroyar longu frá í ár verður [...] økt stigvíst og í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar. Økta virksemið verður skipað sum eitt felags samstarv millum Føroyar og Danmark, har átøk verða framd, samskipað og eftirmett í samstarvi millum [...] venjingar, stuðul til NATO átøk í økinum, umframt hjávera av skipum og flogførum. Hetta fer at styrkja førleikarnar at tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum. Í verandi trygdarpolitiska landslagnum
tunnli við eina vatnorkuverkætlan í Nepal. Hetta hendir níggju dagar eftir, at ógvuslig vatnflóð rakti landið. Myndugleikarnir í Nepal upplýsa hetta fyri BBC tíðliga í morgun. Talan er um Trishuli 3A-tunnilin [...] saknað. Millum teirra eru yvir 900 arbeiðsfólk á ymiskum vatnorkuverkum í Nepal. Vanlukkan er tann ringasta í Nepal síðani jarðskjálvtan í 2015, tá fleiri enn 8.000 fólk lótu lív. Ritzau [...] sum er borað niður í tunnilin. Fleiri bjargingarfólk standa rundan um holið og klappa og fegnast, tá hann kemur upp. Verkfrøðingar hava sum part av bjargingararbeiðinum pumpað luft inn í tunlarnar, skrivar
heiðurin Danmarks Besti Burgari. Á matskránni í Føroyum verður millum annað Dane Royal, sum er serligi eyðkennisburgarin hjá fyritøkuni. Dane Royal varð í 2020 kosin mest nýskapandi burgarin í Danmark. – Vit [...] gestum okkara at royna eina av mest virðisløntu burgaraupplivingunum í Danmark, sigur hann. Hungry Dane verður á Streetfood Føroyar í dag, í morgin og hósdagin – frá 18. til 20. august. ##med2## ##med3## ##med4##
varpar í dag ljós á broyttu støðuna hjá Føroyum í verju- og trygdarmálum og á, hvussu nýggja geopolitíska støðan í Norðuratlantshavi hevur broytt føroyska hugburðin til hernaðarliga virksemið í Føroyum [...] tosað við Heina í Skorini, lektara í altjóða politikki á Fróðskaparsetri Føroya. Hann vísir á, at hendingarnar í ár – og serliga støðan við Grønlandi – hava broytt føroyska sjónarmiðið í verjumálum. Føroyar [...] Føroyar meira týðandi í trygdarpolitiskum høpi. RÚV vísir á, at gongdin í Grønlandi í ár hevur havt serligan týdning. Hon hevur gjørt tað sjónligt, hvussu stóran strategiskan týdning londini í Norðuratlantshavi
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, boðar frá einari nýggjari ES-ætlan fyri Arktis, sum verður løgd fram í heyst. Á tíðindafundi í Nuuk í dag gjørdi hon samstundis greitt, at ES stendur saman [...] saman við Grønlandi og Danmark í kjalarvørrinum á hóttanunum frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at taka Grønland. – Vit standa saman við Grønlandi og Danmark. Framtíð Grønlands er upp til Grønland [...] grønlendingar kunnu merkja í gerandisdegnum. Vil samstarva við bæði USA og Evropa Mette Frederiksen vísti eisini á, at fleiri sameind lond nú venja saman við Danmark og donskum skipum í Arktis. – Vit vilja fegin
fyritøkur fáa nú møguleika at lata seg hakka í tríggjar tímar fyri at styrkja talgildu verjuna. Nettrygdarátakið „Hele Danmark Øver“, sum verður í oktober, er í ár víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Tað [...] triðju ferð, at hon verður hildin í Danmark, og í ár verður hon á fyrsta sinni víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Sjálv venjingin fer fram við fysiskari luttøku og varir í tríggjar tímar. Men tað eru ikki [...] fara at hava „eitt sindur av ilt í búkinum“ eftir venjingina. – Aftaná hevur tú fingið eina góða mynd av, hvat tú skalt seta teg inn í og hvørjum tú skalt hava skil á í fyritøkuni, áðrenn hon verður rakt
handfara eitt netálop, áðrenn tað veruliga rakar. Føroyar eru í ár fyri fyrstu ferð við í „Hele Danmark Øver“ saman við Danmark og Grønlandi. Í Føroyum verður venjingin skipað undir heitinum „Føroyar venja“ [...] venjingina í Tórshavn og, um undirtøkan er nóg stór, eisini á øðrum støðum kring landið. Royndir vísa, at venjingar gera mun „Hele Danmark Øver“ varð fyrstu ferð fyriskipað í 2024 við íblástri úr Noregi. Í 2025 [...] venjingunum í Føroyum. Við øktum nettrygdarváða og landapolitiskum spenningum er tørvur á at styrkja talgilda mótstøðuførið og nettrygdartilbúgvingina. “Føroyar venja” er í samsvari við átak 4 í nettrygd
fólk, teirra millum í minsta lagi 800 útlendingar, eru saknað í Nepal og Tibet eftir ógvisliga vatnflóð í gjár. Tað upplýsa myndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters. Bjørgingarfólk í Nepal hava nýtt [...] kunnu vera á lívi, og til at sleppa neyðhjálp niður til fleiri túsund fólk í rakta fjallaøkinum við markið millum Nepal og Tibet. Í dag er talið av deyðum komið upp á 165. Nepal hevur boðað frá 162 deyðum [...] deyðum, meðan kinesisku myndugleikarnir hava upplýst, at trý fólk eru deyð. Ein talsmaður fyri løgregluna í Nepal væntar, at talið fer at hækka. – Tað fer at hækka, nú vit hava tikið leitingina uppaftur, og