okkum, at hann fór at boða frá støðuni. Eftir hansara meting var tað týðiligt, at tey ikki megnaðu at taka sær av sær sjálvum, og at umstøðurnar vóru óvirðiligar. Vit hava ongantíð hoyrt nakað aftur um ta [...] ávísa hjálp eigur ikki automatiskt at merkja, at vit gevast at royna at fáa samband. Sjálvsavgerðarrætturin eigur at broyta, hvussu vit hjálpa – ikki um vit royna at hjálpa. Tí spurningurin, sum eg sitið [...] trupulleikan. Men eg haldi, at vit eiga at tora at spyrja, um okkara vælferðarskipan hevur eitt nøktandi svar til tey menniskju, sum hava stóran hjálpartørv, men ikki megna at taka ímóti hjálpini á tann
framt fólkadráp. Siumut og Naleraq halda, at spurningurin eigur at verða lagdur fyri Altjóða dómstólin í Haag, ICJ. – Naleraq heldur ikki, at tað er gagnligt at fella ein politiskan dóm ella geva eina politiska [...] vilja hava Danmark fyri ein altjóða dómstól í snyrilsmálinum. Tað boða flokkarnir frá í hvør sínum tíðindaskrivi í dag. – Tað kann ikki góðtakast, at grønlendska fólkið ber avleiðingarnar, uttan at staturin [...] nar koma, eftir at tvær leingi væntaðar frágreiðingar um snyrilsmálið vórðu almannakunngjørdar í dag. Við støði í frágreiðingunum hevur grønlendska landsstýrið ikki kunnað staðfest, um danski staturin
hevur í hálvttriðja ár ligið um hálvt prosent, men er nú aftur komin upp um eitt prosent. Í februar fór fólkatalið upp um 55.000, og fimm mánaðir seinni er tað longu farið upp um 55.500. Tað vísa nýggjastu [...] Bæði viðurskifti hava ávirkað gongdina: Fleiri eru flutt til Føroya, samstundis sum færri eru flutt av landinum. Burðaravlopið var um 20 fólk størri enn árið frammanundan. Ein orsøk er, at 16 fleiri børn [...] mánaðirnar, tá ið føðitalið var lutfalsliga lágt. Nýggjasta rákið bendir kortini á, at burðaravlopið aftur kann fara at minka. Føðitalið hevur verið nakað fallandi síðan heystið 2025, meðan talið á deyðum
onkran at tosa við um hetta. Johanna og eg hava tosað um tað, og tað er heppið at vit hava hvørja aðra. Tað var neyðugt at vera serliga varin tá fólk komu at vitja. - Øll gleða seg til at vísa barn sítt [...] fekk Annu var eg heppin at eg visti um Johannu áðrenn, tí so hevði eg onkran at tosa við, tí tú fær lítla kunning, eg saknaði at fáa ein faldara. Eg veit um nógvar mammur sum hava roynt hetta, sum vilja [...] galið. Tað vísti seg, at eingin føðsla fór ígjøgnum nalvastreingin, og soleiðis hevði nokk verið í eina tíð. Johanna fekk boð um at fara heim at pakka, tí hon skuldi við flúgvaranum um kvøldið. Soleiðis bleiv
skeiklað, tí munandi fleiri hava virkað sum leikstjórar enn sum framleiðarar. – Vit hava kanska ikki verið nóg góð til at miðla, hvat leikluturin hjá einum framleiðara fevnir um. Men tá ein filmsverkætlan [...] skeiðnum og er við til at tryggja, at føroysku viðurskiftini, sum ofta eru øðrvísi enn uttanlands, verða tikin við í undirvísingina. Skeiðið í Filmshúsinum endar mánadagin. Vónin er, at luttakararnir fáa bæði [...] innlit í framleiðaraleiklutin, og at skeiðið kann vera við til at styrkja grundarlagið undir fleiri føroyskum filmsframleiðarum. Filmshúsið vónar og væntar samstundis, at hetta ikki verður seinastu ferð
tíðindabløð, og um ætlanin er at broyta lógina. Aksel V. Johannesen hevur svarað, at hann ætlar at kanna møguleikan. Hetta er eitt upplagt høvi at taka kjakið upp um tónleikavinnuna. Tí um vit vilja geva [...] “Men teir hava Spotify“, er vert at hugsa um, hvussu nógv fólk skulu trýsta á play, áðrenn tað byrjar at líkjast eini vanligari inntøku. Tónleikarar skulu eisini keypa mjólk Tað er kanska her, at blindvinkulin [...] spurningurin. Spurningurin er, um karmarnir fyri live tónleik eru nøktandi. Og tá eiga vit ikki bara at spyrja: Hvat kostar tað at lækka MVG? Vit eiga eisini at spyrja: Hvat kostar tað at lata vera? Tá færri konsertir
av hesum mátingum vísti, at rákið av atlantssjógvi í ovaru løgunum var so hart, at tað forðaði yvirfloti at fara tvørtur um Ryggin. Í hesi somu greining vóru ábendingar um, at yvirflotið møguliga kundi [...] Havstovan skrivar, at greining av hesum mátingum vísir, at tað mesta av tí djúpa sjónum serliga ferðast tvørtur um Ryggin í tveimum ávísum støðum miðskeiðis á Rygginum. Hetta er nýggj vitan um tað sonevnda [...] Íslandsryggin fyri at leita eftir djúpum ráki av køldum yvirflotssjógvi tvørtur um Ryggin, hava vit nú beinleiðis mátingar av, hvar tann djúpi yvirflotssjógvurin fer tvørturum. Áður hava streymmátingar verið
sama um, at oljuleiting nú er ólóglig. Men spurningurin um fossila framleiðslu er, umframt at vera politiskur og búskaparligur, eisini er rættarligur. Tað snýr seg eisini um skyldurnar, lond hava mótvegis [...] verða funnin. Tí hevur tað framvegis veðurlagsávirkan at lata oljuna liggja. Vit sleppa ikki undan ábyrgd við at siga, at vit eru ov smá til at gera mun, at oljan og gassið verður brent óansæð. Orkutrygd og [...] lyftum um arbeiðspláss og “reinari demokratiskari” oljuframleiðslu. Vit eiga at spyrja, hví Føroyar skulu loypa aftaná. Noreg og Bretland hava eina olju- og gassvinnu at verja og avvikla. Tað hava vit ikki
Tað merkir, at valið sunnudagin nú kann fara báðar vegir. Samstundis vísir kanningin, at Sverigedemokraterna eru vorðnir størri enn Moderaterna. Vinnur høgrasíðan, kann tí eisini verða stríð um, hvør skal [...] skal hava størstu ávirkanina á eina nýggja stjórn. Sverigedemokraterna hevur longu boðað frá, at flokkurin fer at krevja ráðharrasessir. [...] Fyri fáum vikum síðani bendi mest sum alt á, at Magdalena Andersson fór at vinna svenska ríkisdagsvalið og taka stjórnarvaldið frá Ulf Kristersson. Men fýra dagar undan valinum er støðan broytt munandi
nýggjum umsóknum um nettilknýti. Stjórnin hevur síðani sett í verk eina bráðfeingisætlan, og Samira Nawa sigur seg vera sannførda um, at netið verður klárt, tá nýggju havvindmyllulundirnar fara at framleiða streym [...] Svenska orkufelagið Vattenfall Vindkraft A/S hevur vunnið útboðið um at byggja tvær nýggjar havvindmyllulundir í Danmark. Talan er um eina havvindmyllulund í Norðsjónum og eina við Hesselø í Kattegat. [...] aráðnum fara tær báðar havvindmyllulundirnar tilsamans at framleiða 1,8 gigawatt av elorku. Tað svarar til streymnýtsluna hjá umleið 1,8 milliónum donskum húsarhaldum. – Hetta fer at geva Danmark nógv