fjølmiðlar at varpa ljós á íslendska hvalaveiðu. Íslendska løgreglan kannar framvegis hendingarnar. Manningin er millum annað løgd undir at hava borið seg vandamikið at á sjónum og at hava roynt at órógva [...] skiparanum vóru hesi skjøl umborð, tá íslendsku myndugleikarnir tóku ræðið á skipinum. Samferðslustovnurin hevur hinvegin víst á, at eitt altjóða málibræv hjá skipinum var farið úr gildi. Fyrrverandi sk [...] Samstundis sigur ein fyrrverandi skipaeftirlitsmaður seg ikki hava funnið nakrar feilir á skipinum. Bandero, sum felagsskapurin hjá hvalaaktivistinum Paul Watson eigur, sleppur fyribils ikki úr íslendskari
álitið á FIFA-forsetan og hava álvarsligar stúranir um leiðsluháttin og avgerðargongdirnar á ovasta stigi í felagsskapinum, siga sambondini. Tey krevja samstundis, at FIFA gevur bindandi trygd fyri, at [...] krevja nú bindandi trygd frá FIFA fyri, at altjóða fótbóltssamgongan ongantíð aftur letur upp fyri privatum ognarskapi í kappingum sínum. Samstundis siga tey seg hava mist álitið á FIFA-forsetan Gianni [...] ár eftir stóru mutursgøluna, sum hevði skelkað altjóða fótbóltssamgonguna. Tá legði hann stóran dent á, at FIFA skuldi gerast ein gjøgnumskygdur og væl rikin felagsskapur. Nú seta Fótbóltssamband Føroya
Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, á í dag, nú 35 ár eru liðin. – Fyri Danmark snúði tað seg ongantíð bara um samhaldsfesti. Tað var ein ásannan av, at frælsi og trygd teirra eisini er okkara, skrivar hann [...] hernaðarlig megi og hybridálop eru politisk amboð, sum tey eru sinnað at brúka, skrivar hann. Hann vísir á, at minni um herseting og kúgan framvegis livir sterkt í Estlandi, Lettlandi og Litava, og at søgan [...] ikki er nakað, sum kann takast fyri givið. Frá Sovjetsamveldinum til ES og NATO Løkke vísir eisini á stóru broytingarnar, sum baltisku londini hava verið ígjøgnum síðani sjálvstýrið. Úr miðstýrdum búskapum
at koma óvart á, at tað fylgja nakrar uppgávur við at hava so stórt sjóøki sum Føroyar. Hesar uppgávur hvørva ikki, men verða tvørtur móti fleiri í tali komandi árini. Vit hava størri tørv á fiskiveiðueftirlit [...] ftirlit, trygd, verju, fyribyrging av smugling, tilbúgving og bjarging komandi árini, ikki minni. Harafturat er danska sjóverjan so niðurpínd, og krøvini um at vera meira til staðar í Grønlandi og Eystarasalti
Men handan orðini liggur eitt tað størsta álopið á fólkaræðið, ið vit nakrantíð hava verið vitni til. Vit hava síðan áðrenn summarfrítíðina roynt at fingið landsstýrismannin í fíggjarmálum í talu. Tað [...] royndir, ønir Aksel V. Johannesen okkum ikki aftur. Politiska valdið, við formanni í Javnaðarflokkinum á odda, er í ferð við at taka samráðingarrættin frá okkum og niðurlaga fakfeløgini. Hann tykist at hava [...] at renna ørindi fyri politiska myndugleikan. Lógarfest neyðtilbúgving skeiklar ikki bara javnvágina á arbeiðsmarknaðinum. Hon tekur verkfall úr amboðskassanum hjá fakfeløgum og letur upp fyri diktaturi
sjónligt síðani apríl, og summastaðni hevur talan verið um álvarsligar ella ógvusligar hitabylgjur í sjónum. Metheitt hav Í juni var miðalhitin í havinum millum 60 stig sunnanfyri og 60 stig norðanfyri 20 [...] heitum sjógvi í tropiska Kyrrahavinum. Tað kann broyta luft- og havstreymar og harvið hava ávirkan á veðurlagið langt frá Kyrrahavinum. Heimsveðurstovnurin WMO væntar sambært Copernicus, at El Niño, sum [...] styrkjast skjótt komandi mánaðirnar . Seinasta sterka El Niño-fyribrigdið var í 2023–2024. Copernicus vísir á, at sera høgir sjóvarhitar tá vóru skrásettir í stórum pørtum av tropiska Kyrrahavinum og Norðuratl
títt loynital, og illgruni er um svik, kemur ein ávaring fram á skermin. Tú skal steðga á og taka støðu til, um tú er í holt við at rita inn á eina veruliga tænastu, ið brúkar Samleikan. Um onkur annar roynir [...] eina innritan. Tøknilig trygd er ein týðandi partur av verjuni, men okkara egni atburður er sera avgerandi. Tí er tað týdningarmikið at steðga á, lesa og skilja, hvat stendur á skerminum, áðrenn tú góðkennir [...] Steðga á og les boðini Fært tú eina ávaring í appini, skal tú lesa boðini væl og virðiliga og spyrja: Eri eg í holt við at rita inn við Samleikanum? Heldur tú ikki at nakað illgrunasamt er á vási, kanst
Tað sæst væl aftur á havnalagnum í Havn í dag, har stóra ferðamannaskipið Marina hjá Oceania Cruises liggur við bryggju. Sambært Tórshavnar Havn kom Marina á Havnina klokkan 10 í morgun og fer avstað aftur [...] í Italia og latið eigarunum í 2011. Skipið er 239 metrar langt og góðar 32 metrar breitt og er upp á umleið 66.000 bruttotons. Vanliga er pláss fyri 1.250 ferðafólkum umborð, og manningin telur umleið [...] umborð. Skipið hevur 11 dekk ætlað ferðafólkunum og 629 kabinur. Næstan allar kabinurnar venda út móti sjónum, og 94 prosent hava egna altan. Marina siglir fyri Oceania Cruises og er skrásett í Marshalloyggjunum
yvirtøkuni er, at føroyskir myndugleikar betri og skjótari skulu kunna tillaga reglurnar á økinum, tá nýggj rúsandi evni koma á marknaðin. Í dag er málsøkið felagsmál, hóast føroyskir myndugleikar longu umsita [...] føroyska lóggávan ikki er dagførd. Við at taka ábyrgdina á føroyskar hendur kunnu vit reagera skjótari og tryggja, at lóggávan fylgir við menningini á rúsevnamarknaðinum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen. Heilsu- [...] er eitt ítøkiligt stig í arbeiðinum at styrkja føroysku tilbúgvingina á rúsevnaøkinum. Tað snýr seg fyrst og fremst um heilsu og trygd og um, at vit skulu kunna handla, tá nýggj og vandamikil evni vísa seg
har roknað verður við, at mist gørn og mistur reiðskapur er. Kystmagasinet vísir á, at eitt slíkt átak herfyri var á Mørebankanum, har heili 300 mist gørn vórðu tikin upp. Norska fiskivinnuumsitingin [...] Tað kann taka langa tíð, áðrenn nylon rotnar, og tí kunnu gørnini vera til stóran bága fyri fisk í sjónum. Í Noregi hevur fiskivinnuumsitingin syrgt fyri, at dreggjað verður eftir gomlum og mistum gørnum [...] umframt munandi nøgdir av øðrum fiskireiðskapi, veit heimasíðan at siga. Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni hjá www.kystmagasinet.no