ábyrgdina og hevði eldhugaða Jákup Jakobsen undir liðini á sær. Í kvøld var Ari Ó. Ellingsgaard aftur hjálparvenjari, og Poul N. Poulsen var nýggjur ábyrgdarmaður á beinkinum. Úrslitið í kvøld ber við sær, at [...] Markus Hellisdal var púra tryggur, tá ið hann sendi bóltin í málið. Hetta var aðru ferð í ár, at 23 ára gamli Markus Hellisdal var málskjútti í ár. Fyrra ferðin var, tá ið Skála ÍF á heimavølli 6. apríl [...] tað eru fimm stig aftur til B68, sum av álvara er í vanda fyri at flyta niður. Um tað skal eydnast B68 at sleppa undan niðurflytingini, so skulu toftamenn í sjey teimum síðstu umførunum vinna fimm stig fleiri
Einasti landskappingardysturin í Meistaradeildini hjá monnum í dag var seinnapartin í Sarpugerði, har Víkingur hevði vitjan av B68. Víkingur vann 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan, og úrslitið ber við [...] dyst eftir í øðrum triðingi av kappingini. Tey fara at spæla í annaðkvøld, tá ið KÍ eigur heimavøll ímóti HB, og tá ið NSÍ eigur heimavøll ímóti Skála. Líkindini at spæla fótbólt vóru ikki góð í Norðragøtu [...] Norðragøtu í dag. Vindurin darvaði heilt nógv, og øll trý málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, tá ið B68 hevði vindin undan. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Víkingur seg á odda, og stutt undan steðginum øktu
ponuríðing og tombola í stóra tjaldinum. ##med2## Endurnýtsluhandilin hjá Reyða Krossi letur upp í nýggju hølunum hjá Sands kommunu klokkan 11, og á middegi letur eisini barrin í tjaldinum upp, og her [...] kunnu køkubitar hjá Sigrid leypast í lítla tjaldinum. Seinnapartin leygardagin verður eisini høvi at lurta eftir hugleiðingum í ovaru hæddini á Bókasavninum, og her fara Jákup Reinert Hansen, Fridrikka Jensen [...] Sandi byrja í morgin, fríggjadagin við báli og hugna við skótabólkinum, Nykursrósa. Tiltakið verður frá klokkan 17 til 19, og her fara tey bæði at grilla sneisabreyð og spæla ymisk skótaspøl. Í morgin fer
eitt gott kvøld at spæla tónleikaløgreglufólk. Fagnaðarbólkur Hans Petur í Brekkunum, tenorsax Bastian Fossá í Brekkunum, bass Jákup Tórgarð, keyboard Ari Johannesen, guitar Rógvi á Rógvu, trummur James Goodwin [...] fagnaðar-konsert í Reinsarínum fríggjadagin 14. august kl. 22.30. ”Tit kunnu gleða tykkum til eitt glóðhoytt summarkvøld við íslendskum klassikarum hjá fantastiska bólkinum Mezzoforte” siga tey í bólkinum. [...] Mezzoforte fekk sítt altjóða gjøgnumbrot í 1983 við lagnum Garden Party, og í Føroyum kenna fólk løgini EG. Blues, High Season, Night Fall, Daybreak, og ja, ein kundi hildið áfram at nevnt meistaraverk
seinnapartin átti heimavøll í Sarpugerði ímóti teimum næstbestu hjá B36. At ÍF átti heimavøll í Norðragøtu í dag kemst av, at arbeiðið at leggja nýtt graslíki á vøllin í Fløtugerði í Fuglafirði er ikki heilt [...] Martin Klein Joensen hevur nú skorað 10 mál í landskappingini í ár. Tvær tær fyrru ferðirnar átti Jákup Andrias Thomsen uppleggið, og í triðja førinum var tað Ruben Møller-Nielsen, sum legði upp. So sá tað [...] hann í summar flutti úr Víkingi og til ÍF, og hetta var fyrsta málið hjá 23 ára gamla Jens Olsen, síðani hann í summar flutti úr B71 og til ÍF. 20 ára gamli Tyrni í Sjúrðagarði var fyri fyrstu ferð í ár
Tað var kommunuppgerð í Runavík í kvøld. NSÍ vann 4-0 ímóti Skála ÍF, og tað sást einki til, at tað vóru teir í NSÍ, sum hóskvøldið í nógvum hita vóru í europeiskum ódnarveðri í Sveis. Trivaligi sigurin [...] til 4-0 bar við sær, at tað bar til hjá NSÍ meiri at taka sær av løttum við tí í huga, at stór avbjóðing í Europa bíðar í Klaksvík hóskvøldið. Viljormur Davidsen fór av vøllinum, tá ið ein hálvur tími [...] er tað minni hugaligt hjá Skála ÍF. Uppflytararnir mistu í summar toppskjúttan Simon Jørgensen, og álitið í verjuni Jákup Jakobsen hevur ikki verið við síðani summarsteðgin. Tað er sera stórur smeitur.
Í ár verður tað Magnus Dahl, sum fær heiðurin at seta Ljósfestina í Vági. Magnus er ættaður úr Vági og sonur Jákup og Edith Dahl. Eftir lokna skúlagongd hevur hann fyri tað mesta búð í Danmark, har hann [...] abbasonur hansara, Magnus Dahl, sum setur Ljósfestina í Vági. Tað er ein serlig søga – frá fyrstu elektrisku ljósunum í Vági í 1921 til Ljósfestina í dag. Ljósfestin verður sett leygarkvøldið kl. 18.30. [...] hann tók útbúgving í sálar- og lívfrøði við Københavns Universiteti. Frá 1995 til 2020 arbeiddi hann sum undirvísari í sálarfrøði á Roskilde Universiteti. Í frítíðini hevur Magnus fleiri áhugamál. Hann syngur
súkklukappingini. Sigurin í 1. etapu var tryggur, og sigurin í gjár, tá nógvir hæddarmetrarnir í Eysturoyar-etapuni skuldi koyrast, var somuleiðis sannførandi. Hálvur minuttur var á muni í dag, og hóast tað ikki [...] og Triathlon, SST, hevur í ár goymt tað besta til síðst, kann ein kanska siga. Føroyameistarin í Býarsúkkling er funnin, men um tvær vikur skal føroyameistarin í vegsúkkling, í Felagsstarti, finnast. Tað [...] Alt fær ein enda. Eisini stóra súkklukappingin Leif Mohr Kring Føroyar 2026. Í fjør lá kappingin um várið, í ár í seinnu helvt av august. Køli hevur verið onkran dagin, men sum heild gott veður. Á finaludegnum
toriinum í Keypmannahavn Ári Berghamar Danielsen: Clopin, útbúgvin á kongaliga danska musikkonservatoriinum í Keypmannahavn Bergur Fonsdal: Frollo, útbúgvin á The Academy of Performing Arts í Prag Borgfríð [...] Fonsdal: Quasimodo, útbúgvin á Institute of the Arts í Barcelona Maria á Lakjuni: Esmeralda, útbúgvin á jútska musikkonservatoriinum í Aarhus Leikstjóri: Jákup Veyhe Pall- og búnasniðgevi : Sámal Blak Ljóssnið: [...] Quasimodo. Hann býr í tornunum á Notre Dame kirkjuni. Fyrstu ferð hann vágar sær út um kirkjumúrarnar, møtir hann Esmeraldu og verður drigin við á eina spennandi og vandamikla ferð í París, ferðin, ið broytir
stig aftur til Skála ÍF. Í kvøld legði 07 Vestur seg á odda beinanvegin. Málskjútti í triðja minutti var Jonathan Timothy Flensborg, sum nú hevur skorað fýra mál í Meistaradeildini í ár. 07 Vestur hevði onkrar [...] spæla á Argjum. Tór-Ingar Akselsen, sum inntil fyrr í summar var venjari hjá næstbesta liðnum í B36, er nú venjeri hjá 07 Vestur. Tapið í kvøld ber við sær, at 07 Vestur framvegis er á áttanda plássi við [...] síðunetið. Hetta var aðru ferð í ár, at Pætur J. Petersen var málskjútti í Meistaradeildini í ár. 12 minuttir eftir steðgin var tað Bartal Páll Klein, sum skoraði B36 sigursmálið. Uppleggið átti miðvallarin