av blóðkrabba, men nú er vorðin frísk. Eisini er ein bólkur á Facebook fyri foreldur, sum hava børn við leukæmi, og har hava tey leitað sær góð ráð frá hinum foreldrunum. – Tað er ótrúliga gott at hava [...] ofta verður tengt at kemoviðgerð, er, at hárið dettur av. – Í fyrstuni misti hon nakað av hári, men nú er tað steðgað. So hon er ikki blivin púra skallut, hóast hárið er blivið øgiliga tunt. Vit vita ikki [...] okkum sjálvi, og eg sovi á bóli á gólvinum. Nina er við barn - hon er sett at eiga 16. februar - so hon hevur stóran búk nú og er rættiliga besverað, so tað er gott, at vit bæði kunnu vera um Yanu. – Vit hava
vita ikki, hvat umfangið av hesum er enn. Soleiðis sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia og nýggja Hotel Brandan, sum eftir ætlan skuldi lata upp fyrst í mei mánaða. Covid-19 kreppan er av álvara [...] Hafnia er álvarsom í løtuni. – Eg kann siga so mikið nógv, at eksistensgrundarlagið hjá okkum er fullkomiliga forsvunnið. Støðan verður lýst nokk so væl av veðrinum beint nú. Vit eru komin í ein storm, [...] føstum starvi er sendur heim, og hann vónar, at hjálparpakkin hjá landsstýrinum fer at tryggja, at hetta eisini verður óneyðugt. – Men sum støðan er nú, so hava vit einki virksemi. So einkult er tað, sigur
Og formaðurin er als ikki bangin fyri, at flatskatturin skal gera tað, at arbeiðaralønirnar fara at standa í stað eftir 1. mai, eins og lønir hjá limum Starvsmannafelagsins gjørdu. Tí [...] tað als eingin ivi er um, at feløgini fara at krevja lønarhækking – og tey hugsa als ikki um, hvat feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið, tí karmurin, sum er lagdur fyri almenna [...] vísa lønarafturhald við tilsiping til flatskattin, tað hjálpir einki, ger Georg Hansen greitt, tí hansara limir fáa ongan ágóða av flatskattinum. Og rætt hevur hann. Um tað kanska er ov tíðliga
vit. Fyri meg sum menniskja er Føroyar eisni ein kensla av at hoyra til. Kenslan av tryggleika og heima. Her havi eg tað gott og her er gott. Her er alt tað eg eri góð við. Nú er tann stundin komin, at vit [...] allíkavæl og ongin veit hví er tiltikin. Soleiðis er á ein hátt søgan um Føroyar. Munurin er bara, at vit vita hví. Vit vita hví vit ferð eftir ferð megna tað ógjørliga. Tað er styrkin og samanhaldi í landinum [...] Skatturin er lækkaður, lønirnar eru hækkaðar heilt nógv. Lønarlyft er givið til starvsfólk á heilsu, umsorganar, barnagarðs- og námsfrøðiøkinum, og lønarmunurin millum kvinnur og menn er minkaður. Løn undir
sum siga, at tað reint praktiskt er einfalt at lata ánna upp aftur. – Í dag hevur mann so mikið góð amboð, at alt ber til. Hatta er ikki ein á, sum skal gerast. Hon er longu til, sigur hann. Birgar saknar [...] renna gjøgnum miðbýin, eins og hon gjørdi fyri 70 árum síðani. Ein av forsprákarunum fyri at lata Havnará upp aftur er havnarmaðurin Birgar Johannesen. Hann heldur, at stundin nú er komin at gera nakað við [...] við verkætlanina í staðin fyri bara at snakka um tað. – Tað er ein orsøk til, at eg og fleiri hundrað við mær hava ein áhuga í hesum. Vit minnast ánna og alt tað góða, sum hon gjørdi, sigur Birgar Johannesen
andstøðuni at taka undir við teimum. Hetta er fyrstu ferð í søgu løgtingsins, at landið, í eitt heilt valskeið, er stjórnað av einari minnilutasamgongu. Samanumtikið er mín heilt greiða fatan at tað hevur gingið [...] Løgtingið er farið í summarfrí, men landsstýrisfólkini eru til arbeiðis og tey hava úr at gera. Tað eru tit, sum hava valt at blokera arbeiðið hjá Løgtinginum. Men tað er ivaleyst tí tað er tað einasta [...] sum sagt framundir, at einasta endamál hjá samgongan er at varðveita valdið og, at Løgtingið skal liggja lamið í fimm mánaðir, til eftir valið. Hetta er møsn og tað veit Jenis av Rana væl sjálvur. Tí sambært
trupulleikar. Grundin til eg nevni alt hetta undir serligan tørv er, at fólk skulu síggja, at tað er ikki bara ADHD og autisma, sum er ein serligur tørvur í skúlanum. Ofta havi eg kensluna av, at tað eru [...] ikki onkursvegna nema sær útbúgving. Nógv vatn er runnið í ánni síðan tá, og í dag síggja vit ein annan trupulleika og ein annan mun á næmingunum. Her er vitan tann avmarkandi faktorurin. Kanningar vísa [...] til royndina, nýta cd-orð, sum er eitt forrit, sum hjálpir við at stava orð. Eisini er møguleiki at hava hjásitara, fáa upplestur og tosa stílar inn o.s.fr . Á hesum økinum er sera nógv hent til tað betra
Tað er ikki meir enn ein góður mánaður síðani, at koronavirusið kom til Føroya, og alt samfelagið legðist lamið. Men longu nú – bara ein góður mánaður seinni – eru minst 14 føroyskar granskingarverkætlanir [...] so lítið um hetta virusið, og tí er neyðugt at kanna tað nærri. Og vit hava góðar møguleikar í Føroyum at gera kanningar og koma til góð úrslit, sigur Pál Weihe. Talan er um nógvar ymiskar granskingarverkætlanir [...] ymiskum stovnum í Føroyum aftanfyri. – Vit valdu at savna ein bólk av fólkum, sum hava fingist við og fáa við gransking, og so hava vit arbeitt saman, hvat vit skulu fara undir at granska og at skriva umsóknir
burtur úr tí, og í dag er Martin Kúrberg alt annað enn hopleysur - hann eigur lívið í fleiri fólkum og familjum, og er ein sonn gerandishetja. – At eg nú eri komin her til, er ein øgilig broyting. Tað merkir [...] verið ein dansur á rósum. Hann er henni æviga takksamur fyri hennara stuðul. – Eg havi eina góða konu, sum hevur verið mær ein ótrúliga stórur stuðul. Uttan hana eri eg lítið verdur. Familjan er tað viktigasta [...] søgu, og eingin er føddur soleiðis. Rúsdrekka- og evni í so stórum mongdum er fyri fólk, sum ikki megna sín veruleika. Tað er pínistillandi fyri sálina. So snýr tað seg um at finna ein máta at vera saman
landskassanum at tryggja fólki løn í koronakreppuni, nú nógvir løntakarar eru sendir til hús, og nógv virksemi er steðgað. Løgmaður er tó ikki í iva um, at tað er ein góð loysn, at ALS skal lofta hesum [...] koronakreppan kemur at kosta landskassanum enn meira. – Tað er ov tíðliga at konkludera, at hetta kostar nógv fyri onnur og ikki fyri landskassan. Tað er ongin ivi um, at tann skipanin, vit settu í gildi fyri [...] Løgmaður er væl nøgdur við hjálparpakkarnar, sum landsstýrið higartil hevur sett í verk í sambandi við koronakreppuna. – Tað sær út til, at í allar flestu førum hava hesir hjálparpakkarnir verið dekkandi