londini í norðurlendska samstarvinum. Tað gjørdu bæði Beinir Johannesen, løgmaður, og Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, greitt á norðurlendska summarfundinum á Marienborg í gjár. – Vit [...] hjá teimum londunum, sum hava fullan limaskap, og teimum, sum ikki hava tað, segði Jens-Frederik Nielsen. Føroyar, Grønland og Áland hava í áratíggju verið við í arbeiðinum í Norðurlandaráðnum saman við [...] luttøku í samstarvinum. Ætlanin er, at uppskotini skulu kunna viðgerast í oktober. Jens-Frederik Nielsen segði, at søgan hevur víst, hvørjar avleiðingar núverandi støðan kann hava. – Tá mál hava verið viðgjørd
Hann hevur í dag sett Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og fiskivinnumálum, ein skrivligan §52a-fyrispurning um støðuna hjá føroysku vaktar- og bjargingarskipunum. Eirikur í Jákupsstovu [...] tað er rætt skilt, at hvørki Brimil ella Tjaldrið eru tøk sum vaktar- og bjargingarskip í løtuni. Hann vil eisini hava at vita, hvussu leingi landsstýrismaðurin væntar, at henda støðan fer at vara, og [...] sambandi við eftirlit og bjarging, vísir Eirikur í Jákupsstovu á í viðmerkingunum til fyrispurningin. Hann vísir eisini á, at skipini hava týdning í sambandi við luttøkuna hjá Føroyum í verju- og trygdarspurningum
minuttir undan steðginum økti hann um munin til 3-0, í síðsta minutti undan steðginum skoraði hann til 4-0, og í fyrsta minutti eftir steðgin skoraði hann til 5-0. Tað vil siga, at hann í 11 minuttir skoraði hattrikk [...] liðformaðurin Ruben Møller-Nielsen um munin til 2-0 við brotssparki. Hetta var fyrsta málið í ár hjá 23 ára gamla Jóan Peturi Jónsson, og hetta var sætta ferðin í ár, at Ruben Møller-Nielsen var málskjútti. Og [...] gamli Teit Hjelm hevur skorað sjey mál, síðani hann í vár flutti úr FC Suðuroy og til ÍF, 18 ára gamli Bogi á Reynatrøð hevur skorað trý mál, síðani hann í summar flutti úr Víkingi og til ÍF, og hetta
samtykkja uppskotið. Hann vísir á, at upp ímóti 350 bátar hava verið virknir í bólki 5 B í ár. 750 dagar býttir millum 350 bátar eru bert 2,14 dagar í part. Tí kann væl henda, sigur hann, at eisini teir 750 [...] Meirilutin í Vinnunevndini – Ben Arabo, Atli F. Johansen, Árni Skaale, Erhard Joensen, Fía Selma Nielsen og Steffan Klein Poulsen – tekur undir við uppskotinum. Tey vísa á, at miðalavreiðingin higartil [...] eftir ár. Minnilutin tekur tó undir við meirilutanum í, at skipanin fyri bólk 5 eigur at dagførast. Hann heldur, at landsstýrismaðurin heldur eigur at gera eina varandi loysn fyri bólkin enn at lata fleiri
avloysaraskip hevur fingið teldufrøðingin Torben Nielsen at seta spurnartekin við, um Føroyar gagnnýta almennu skipini nóg væl. Í einum uppslagi á Facebook vísir hann á, at Føroyar eru eitt lítið land, men ofta [...] sum var talan um eitt nógv størri land. Hann heldur, at almenn skip í størri mun áttu at verið fjølbroytt og kunnað røkt fleiri uppgávur. Sum dømi nevnir hann havrannsóknarskipið Jákup Sverra. Eftir hansara [...] i loysnir – ikki ein kassa, sum skal fíggja fleiri loysnir til somu uppgávur, skrivar Torben Nielsen. Hann vísir eisini á, at Føroyar longu hava fleiri stór skip hjá bjargingarfeløgum, føroyskar tyrlur
Í sambandi við broytingina flytur núverandi stjórin, Leivur Persson, eisini til Vørn. Har verður hann deildarleiðari á tilbúgvingarøkinum. Tummas Pauli Juul, sum hevur verið deildarleiðari, tekur fyribils [...] umhvørvi og betri møguleikar fyri at samskipa og menna tilbúgvingina í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum. Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og
fyrsta mál á dagsskránni hjá Løgtinginum í dag og er til triðju viðgerð. Uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, gevur bátunum í bólki 5 B 750 felags fiskidagar afturat. Fi [...] veiðu á umleið 330 tons. Eirikur í Jákupsstovu úr Tjóðveldi var einsamallur minniluti í nevndini. Hann mælti frá at samtykkja uppskotið og ávaraði um, at avgerðin kann seta størri virðir í vanda. Verður
málleysur javnleikur, og tað var Víkingur, sum legði seg á odda 12 minuttir eftir steðgin, tá ið Jørgen Nielsen við høvdinum eftir fríspark úr vinstru sendi bóltin í handara síðunetið. Tað var Aron Benjaminsen [...] Lítla løtu eftir leiðslumálið hjá Víkingi fór Aron Benjaminsen av vøllinum. Sambært dimma.fo fer hann mánadagin til Skotlands at hyggja eftir umstøðunum í Hearts og at samráðast um persónligu treytirnar [...] Bárður á Reynatrøð í málinum, og so var miðvallarin Heini F. Sørensen fyrstur á returbóltinum, sum hann smekkaði í netið og so var 1-1. HB hevði fríska lotið undan eftir steðgin, og eftir útjavnandi málið
miðvallarin Høgni Egilstoft Nielsen í 18. minutti legði gestirnar á odda. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Høgni Egilstoft Nielsen var málskjútti í Meistaradeildini, har hann ikki hevur skorað mál í meiri
Í hesum sambandi hevur hann hitt umboð fyri ES-nevndina og ES-tingið fyri at umrøða yvirskipaða samstarvið við ES og mál, sum hava týdning fyri Føroyar. Millum tey, sum landsstýrismaðurin hevur hitt, eru [...] og ES, møguleikar fyri at víðka samstarvið og handilsviðurskifti. Í Brússel hitti Bárður á Steig Nielsen eisini grønlendska uttanríkisráðharran, Múte B. Egede. Teir umrøddu millum annað felags áhugamál