námsferð til Trier 24. nov. - 1. des. at hyggja at endaspæli í hondbólti hjá kvinnum, og í gjár sendi skúlin rokning til foreldrini á 11.000 kr. fyri hvørt av teimum 20 børnunum. Nátturði, flutningur til og [...] og bjóðaðu seg til at finna bíligari loysn, men svarið frá skúlanum var, at talan var um tilboð frá veitara, sum hevði keypt øll atgongumerkini til hondbóltsfinaluna, so møguleiki var ikki at finna aðra [...] seinasta hondbóltsfinala í Berlin, so verður rimmar ball á hotellinum, og børnini eru 15 ár, tannáringar. Tað er ikki hóskandi stað til eina námsferð, og hví skal man fara á fínt hotell við tvey-mans kømrum
Okkara vegir krossaðust, tá eg sum blaðungur kom til Havnar at ganga á læraraskúla, tí skjótt gjørdist eg virkin í einum tá nokk so nýggjum bólki, ið kallaðist Faroe Boys. Ein av fyrstu døgunum á læra [...] ein gamal kenningur til mín, Bjarni Skaalum, og bað meg koma framvið í gamla Havnar Klubba, har teir vóru nakrir, ið sungu og spældu saman. Eg gloymi ongantíð aftur løtuna, tá ið eg á fyrsta sinni møtti [...] reydligt hár og var frøknutur, og so var hann í gulum handskum. Ikki kendi eg mannin, so Bjarni presenteraði okkum fyri hvørjum øðrum. Tá fekk eg at vita, at hetta var bassspælarin, teknikarin og sjálvur stovnarin
eiga vit á hesum minnisdegi ikki einans at syrgja – men eisini takka. Takka teimum, sum fóru undan. Tey, sum ikki longur kunna lýsa, mugu vit bera í hjørtum okkara. Tey, sum ikki longur kunnu tala, mugu vit [...] Leikurin er ein sterk og rørandi áminning um, at vanlukkan í Hesti ikki bert er søgan um menninar, sum druknaðu – men eisini um kvinnurnar og børnini, sum sótu eftir. Um styrkina í sorgini og um lívið, sum helt [...] Har stendur menniskjanna vilji til at leita, at vóna og at trúgva. Og har stendur kærleiki – ein kærleiki, sum yvirlivir sjálvt harðastu stormarnar. At minnast snýr seg ikki bara um at varðveita fortíðina
ósekur til tað øvugta er prógvað. Men vit mugu sum samfelag gera tað púra greitt, at kynslig brotsverk verða ikki góðtikin, og at slík brotsverk skulu fáa avleiðingar fyri brotsmannin. Tí fari eg at seta [...] serliga grovum slag. Eisini hava vit sæð fleiri óhugnalig mál um kynslig brotsverk móti børnum. Børnini eru tey veikastu og mest óseku í samfelagnum, og eiga at verjast betur móti slíkum ólekrum og óf [...] ella sosialar miðlar. Og í dag gevur hetta sum útgangsstøði í mesta lagið bert 2 ára fongsulsrevsing. Eg haldi at tíðin er komin at gera nakað við hetta. Vit skulu sjálvandi verja rættartrygdina hjá øllum
skulu óiva hava leigubústaðir sum eingin hevur ráð at leiga. Hetta er skeiv gongd og fari eg at mótmæla hesum! Tá eg vaks upp, búðu tey flestu í egnum húsum. Tað gjørdi, at familjur fingu frívirði og møguleika [...] spara pening upp. Hetta gav tryggleika og eina betri framtíð fyri børnini. Í dag síggja vit, at gjógvin millum tey, sum eiga, og tey, sum ikki eiga, bara veksur – og tað er beinleiðis avleiðingin av, at p [...] skapa rímulig grundstykkir til vanliga fólk. Tungt er at byggja upp, men skjótt at bróta niður Vit mugu verða um tey sum einki eiga, tey skulu fáa grundstykkir frá kommununi til kostprís og prísurin er sera
spæla og fegnast ikki vóru so galin, hóast tað onkra løtu ælaði, og vindurin argaði eitt lítið sindur, men ikki so nógv at tað bilti. Nú riggar KÍ ferðalagið seg til at fara norður til Klaksvíkar, har tað [...] kvinnum og monnum. Talan er um familjutiltak við kaffi og køkum og sunkist og onkrum afturvið til børnini og barnsligar sálir. Møguleiki er eisini við serligari bakgrund at taka myndir saman við spælarunum [...] í vetur fóru undir fyrireikingarnar til hetta kappingarárið. Í dag skiftu vit fleiri spælarar út, so at allir vera væl fyri at spæla steypafinalu, og í morgin fari eg at hyggja eftir dystinum millum HB
Nakrir kassar koppaðu í høvdið á mær, og eg breyt kjálkabeinið og fekk aðrar løstir. Jú, hetta var rímiliga álvarsligt, men eg tímdi ikki at grenja um nakað, og eg havi tað gott. Kjartan sigur, at árini [...] Hildigarð og Kjartani abbi úr Rituvík. Abban í Rituvík, sum eg eri uppkallaður eftir, minnist eg sjálvsagt ikki, tí hann doyði longu í 1976, sum eg eri føddur í 1979. Hann vísir á, at langabbin í Fuglafirði [...] Men, hetta var ikki fyrsta jørðin, eg keypti, tí eg keypti mína fyrstu gyllin í Elduvík longu í 1995. Hetta var eisini jørð, sum omman mín átti frá langabbanum í Fuglafirði, og her átti eg mínar fyrstu tríggjar
men so kundi onkutíð ganga long tíð, til vit aftur hittust. Men altíð var alt sum fyrsta dagin. Tá eg flutti til Suðuroyar, og tú Hanus, til Hósvíkar, so var tað ikki javnan vit hittust, men altíð var samband [...] Poul F. Joensen aftur til lívs. Setti løg til so mangar av hansara yrkingum, og haldi meg vita, at sera nógv av løgunum eru ikki komin út. Men mongu løturnar í einingi nýtti tú m.a. til at læra teg nótar, [...] at løgregla til síðst kom uppí. Helst tí, at tílíkt var ikki vanligt tá. Seinni vart tú við í so mongum vási. Haldi meg vita, at tað var Steintór og teir í Frændum, ið fingu teg aftur til Føroya, tá tú
eisini. Tað ber ikki til at siga, hvussu nógv børn vit hava sent av landinum, og vit kunnu heldur ikki siga ítøkiliga hví. Tørvur á at kenna søguna Tað er sjálvandi ikki gott, at vit ikki vita. Vit mugu [...] Og øll tey børnini, sum hava verið send av landinum og framvegis verða tað, hava uppiborið at kenna sína søgu. Tí eri eg ótrúliga glað fyri, at landsstýrið nú eisini hevur tikið málið til sín og umhugsar [...] av landinum, tí vit siga okkum ikki megna at taka okkum av teimum. Hetta er ein myrkur blettur í okkara søgu, sum sjóneykan eigur at verða sett á. Vit mugu hava dirvið til at kanna okkara egnu fortíð. Bæði
ni, fylgdi Júst við til MBM. Afturat hesum røktaði hann eisini í mong ár Flatnahaga fyri Tórshavnar kommunu ##med2## Vit reiðfólk kendu hann sum ein framúr reiðmann, tað vóru ikki nógv sum kláraði at fylgja [...] Júst sum reið undan hinum. Fólk sum hava havt til fragd at hyggja eftir kappríðing, kenna heilt vist eisini Júst - Í samfull 40 ár var hann frásøgumaður til kappríðingar hjá Føroya Ríðingarfelag. Í fleiri [...] var hann eisini, hann giftist sum vaksin maður við Ingrid Holm og fingu tey børnini, Tummas og Guðrun Mariu. Hóast Júst ikki var sum onnur, so ivaðist man ongantíð at hann var góður við familjuna og tað