Nú bert til at bíleggja tíð til at verða koppsett fyri koronu. Myndugleikarnir vænta, at korona fer at ganga aftur av álvara í heyst og í vetur og tí verður mælt til, at nakrir samfelagsbólkar lata seg [...] dag, har tað verður staðfest, at koppsetingin er ókeypis. Koppsett verður á teimum trimum sjúkrahúsunum, hjá kommunulæknanum og á apotekunum kring landið. Men tað stendur í kunngerðini, at tað ber eisini [...] koronusmittu, og tí stendur tað ikki fólkum yngri enn 50 ár í løtuni í boði at verða koppsett í heyst. – Á tann hátt royna vit at sleppa undan, at heilsuverkið verður ovbyrjað, og at tað aftur verður neyðugt
Havnina. Les eisini: Hava roknað seg fram til hvussu nógv fólk býr í Føroyum um 40 ár Og tann gongdin fer at halda fram, tí hagstovan hevur roknað seg fram til, at hesi næstu árini fer Havnin at veksa [...] Sostatt er úrslitið, at um 40 ár, tað er í 2062, fara 45 prosent av øllum føroyingum at búgva í havn og 55 prosent av øllum føroyingum at búgva uttan fyri Havnina. Tað merkir, at tá f ara 26.600 fólk at [...] Fyri 30 – 40 árum síðani søgdu vit, at gott ov væl ein triðingar av øllum føroyingum búðu í Havn. Tá búðu 35 prosent og 36 prosent av øllum føroyingum, í Havn og 64 prosent og 65 prosent, búðu á bygd.
mælt til, at frástøða verður hildin og at hugsa um onnur fyri at forða fyri, at tey verða smittað, serliga snýr tað seg um eldri og fólk við varandi sjúkum. Tað sama er eisini galdandi, sjálvt um tað bara [...] sambandi við koronu, snýr tað seg um fepur, áhaldandi hosta og tú nýsur, at tú hevur trupulleikar við at anda, og at tú, sum heild, følir teg sjúkan. Tað verður ikki mælrt til at verða kannað uttan so, [...] verður mælt til at tú letur teg kannað fyri koronu, antin á sjúkrahúsið, ella við eini snarkanning. Er royndin positiv, verður mælt til, at tú setur teg í samband við læknan sum skjótast, tí tað er tín lækni
umleið 5.100 áskoðarum. Vøllurin er tó skiftur nakrar ferðir – seinast í 2020 – so tað er eitt rímuliga nýtt og gott undirlag, sum spælt verður á hóskvøldið. Seinnapartin mánadagin hevði føroyska liðið [...] A-landsliðið við monnum er komið til Vilnius, har litavar taka ímóti á LFF Stadion hóskvøldið klokkan 19:45. Undirlagið er ikki ókent fyri føroysku spælararnar, tá teir hóskvøldið klokkan 21:45 lokala [...] stigum, á øðrum plássi eru Føroyar við 4 stigum, og aftast er Litava, ið framvegis hevur fyrsta stigið til góðar. ##ms##
tann mun tað er gjørligt, so vit framtíðartryggja føroyska búskapin. Sjálvt Japan fer aftur til kjarnorku Ellivu ár aftaná reaktorólukkuna í Fukoshima ætlar tann japanska stjórnin at venda aftur til kjarnorku [...] , er kjarnorka eitt gott boð. Búskaparmenning við varandi og trygga orku Tað er lítil ivi um, at Føroyar hava sera góðar náttúrugivnar fyritreytir at menna varandi orkukeldur - tað verið seg vind-, aldu- [...] Ukraina-krígnum. Tað hevði verið eyðsæð og skiljandi, um Japan fyri alla tíð hevði vent kjarnorkuni bakið. Men nú broytir Japan kósina, har ið meiningakanningarnar vísa undirtøku fyri kjarnorku. Er tað so óskiljandi
nakað upp, sigur hann. Tað hevur stóran týdning, at eisini føroyskir granskarar eru við til at skapa nýggja vitan, sum kann menna ikki bert heilsuøkið, men eisini fleiri onnur økir. - Tað er næstan altíð onkur [...] at fáa ta vitan, ið hóskar til okkara samfelag. Samstundis eiga vit at hava eitt altjóða perspektiv, so vit geva okkara íkast til vitanina í heiminum, sigur Jan Rasmussen. Tað góða samfelagið Jan Rasmussen [...] vónir til arbeiðið hjá ráðnum. -Tað hevur alstóran týdning, at ráðið virkar fyri at skapa eina fatan fyri, at gransking ikki bert er eitt viðhang, men ein fyritreyt fyri, at vit kunnu fáa eitt gott samfelag
fyri tíðarskeiðið 2021-2027. Tað var eyðsæð, at løgtingslimir høvdu sett seg væl inní, hvat málið snúði seg um, og at tað vóru framtíðar málsetningar, sum Løgtingið hevði til viðgerðar. Álitið hjá Uttan [...] velja at koma til Føroya eitt tíðarskeið. Og tað er at fegnast um. Eitt væleydnað Erasmus+ uppihald í Føroyum, kanska enntá við starvsvenjing í føroyskari fyritøku, kann verða lykilin til varandi samstarv [...] víðka samstarvið til onnur øki í fjølbroytta evropeiska úrvalinum. ##med2## Samstarv á útbúgvingarøkinum Landsstýrismaðurin hevði longu frammanundan verið alment úti við boðunum um, at tað er áhugi í Føroyum
foreldrini høvdu kolonihava, sum tað varð tikið til, og har pápin um morgnarnar velti einar tveir tímar, áðrenn hann á veg til arbeiðis var í svimjihylinum í Gundadali, ella tað var í Skálafirði, har verfaðirin [...] og eftir at tey høvdu biðið góða nátt og familjan fór til hús, løgdust teir báðir Johan og yngri sonurin Júst í hvør sína song. Og so var tað, sum tað stendur so vakurt um Enok. Hann livdi við Gudi og var [...] Boðskapurin hjá Herlufi sigur alt um tað, sum Johan bygdi sítt lív á: Á Jesus lambi Guds eg sá, tá mína synd eg kendi, fortaptur dømdur var eg tá, hann sorg til gleði vendi. Eg sá á hann, eg trúði og eg livi
svart út hjá Halli og hjá KR. Tá var støðan 2-0 til Víking, og Hallur var borin út á børu. Tíbetur er ikki talan um álvarsaman skaða. Í stuttari viðmerking til in.fo sigur Hallur: - Tíbetur hvørki liðbond [...] liðbond ella meniskur. Yvirstrekk á knænum skeiva vegin. So tað er at fáa knæið í gongd aftur skjótast gjørligt fyri at kunna vera við móti Litava hóskvøldið, sigur Hallur. Víkingur Reykjavík 2 - 2 KR 1-0 Ari [...] stórsigur 8-4 á Fram í einum sera minniligum dysti á útivølli. Keflavík var á odda 4-3 í steðginum. Tað má vera ógvuliga sjáldsamt í fótbólti at skora fýra mál, og kortini tapa stórt. Gunnar Nielsen vardi
er gott, at Pro Vita tekur hesi viðurskiftini upp, men tað er ikki heilt so einfalt, sum tað verður sagt í teirra svari. Tað er rætt, at tað er ein óvissa viðvíkjandi fosturtøkutalinum fyri hvørji 1000 livandi [...] tølum svarar tað sostatt til at 1.740 kvinnur sum búgva í Føroyum, hava fingið framt eina fosturtøku annaðhvørt í Føroyum, í Danmark ella aðrastaðni. Ikki øll vitan – men nógv vitan Tað er gott, at fólk koma [...] fingið í Danmark. Tað er púra rætt, at hetta ikki sigur, hvussu nógvar fluttu til Danmarkar við tí endamálið at fáa fosturtøku. Og tí talinum høvdu vit komið nærri, um vit funnu fram til, hvussu nógvar fingu