Seinasta umfarið undan ovara og niðara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini var leikt í dag.
Hallur Hansson byrjaði inni fyri KR, ið leikti javnleik 2-2 móti verandi meistarunum, Víkingi Reykjavík.
Tá 54 minuttir vóru farnir sá svart út hjá Halli og hjá KR. Tá var støðan 2-0 til Víking, og Hallur var borin út á børu.
Tíbetur er ikki talan um álvarsaman skaða. Í stuttari viðmerking til in.fo sigur Hallur: - Tíbetur hvørki liðbond ella meniskur. Yvirstrekk á knænum skeiva vegin. So tað er at fáa knæið í gongd aftur skjótast gjørligt fyri at kunna vera við móti Litava hóskvøldið, sigur Hallur.
Víkingur Reykjavík 2 - 2 KR
1-0 Ari Sigurpálsson ('43)
2-0 Erlingur Agnarsson ('54)
2-1 Ægir Jarl Jónasson ('74)
2-2 Arnór Sveinn Aðalsteinsson ('92)
Kaj Leo í Bartalsstovu slapp á vøllin tá eitt lítið korter var eftir av heimadystinum hjá Akranesi móti Leiknum. Ólukkutíð tapti Akranes dystin 1-2. Bæði málini hjá Leiknum vóru sjálvmál.
Akranes 1 - 2 Leiknir
1-0 Eyþór Aron Wöhler ('40)
1-1 Tobias Stagaard ('55, sjálvmál)
1-2 Viktor Jónsson ('88, sjálvmál)
Patrik Johannesen var leikbannaður tá lið hansara, Keflavík spældi ársins dyst. Keflavík vann stórsigur 8-4 á Fram í einum sera minniligum dysti á útivølli. Keflavík var á odda 4-3 í steðginum. Tað má vera ógvuliga sjáldsamt í fótbólti at skora fýra mál, og kortini tapa stórt.
Gunnar Nielsen vardi heldur ikki málið hjá FH í dag. FH tapti 1-2 fyri Stjørnuni á útivølli. Øll málini vóru skotin í fyrra hálvleiki.
KR skal spæla fimm dystir í ovara endaspælinum. Keflavík, FH og Akranes skulu spæla fimm dystir í niðara endaspælinum. Liðini fáa stigini við sær í endaspælið, og tí sær ikki so ræðuliga gott út hjá FH og Akranesi:
KR er nummar fimm við 31 stigum.
Í niðara endaspælinum er Keflavík væl fyri við 28 stigum. Akranes er aftast við 15 stigum, og FH er næstaftast við 19 stigum.
Enn er ikki leikskrá tøk til endaspælið.











