litum. Í miðjuni standa pápi og mamma lið um lið. Hini standa tætt rundan um tey. Meðan hetta gongur fyri seg, eru teir á eggini farnir at draga ta tómu línuna upp við eggjaprilluni, meðan øll stóðu og hugdu [...] at eg fekk svágin hjá mær at hjálpa mær at laga grundina upp, so hon sæst heilt væl. Prestur tvær ferðir árliga Prestur kom fast tvær ferðir um árið. Tað var fyrsta sunnudag í juni og fyrsta sunnudag í [...] so tað var fittur teinur at bera. Fyrstu árini drógu vit upp við handamakt og tey seinnu við rossi. Viti kemur í Dímun Tekniska menningin kemur umsíður eisini til Dímunar. Í 1927 verða smáir vitar bygdir
vegleiðara”.) Óansæð, tí um somu tíð, men hesuferð í Danmark, har frú Vígdá er ættað, legði løgreglan í Vanløse hald á 4 kilo av kokaini í samband við eina sonevnda rassia. Um sama mundið, hesuferð í Englandi [...] tríatifimm túsund myrd. Allar ætlanir um at byggja eitt virkisført Kolombia eru steðgaðar og sivilrættindi farin fyri einki. Alt hetta takkað veri einum brekaðum narkoforboði. Um kolombiska stjornin kundi loyvt [...] at lata eyguni upp fyri tí óreingiliga sannleika, at við at kriminalisera handilin við hasj, kokain og heroin, fáa vit ikki narkoið at hvørva, men lata ístaðin henda margmilliarda ídnað upp í hendurnar á
gott, um vit kunnu fáa eitt bein meira at standa á umframt fiskivinnuna. Hann helt eisini, at ein oljuvinna kann geva okkum høvi til at minka um eina órentabla fiskivinnu. -Tað kann vera nakað um hetta [...] skulu vit taka 1% av nevndu tølum, tvs. ávikavist 750 og 1500 fólk. Tað er eingin ivi um, at ein vinna, sum minnir um hetta vildi havt ein sera stóran týdning fyri okkara samfelag. Hon vil í hvussu er loysa [...] meira enn 100. Men um hetta hevði skapt størri trupulleikar við alkolismu vildu tey ikki vátta. Óli Jacobsen vísti annars á, at læra frá Noregstúrinum er m.a. tann, at vit skulu ikki leypa framav. Vit skulu
eitt sindur ørkymlaður um, at eg var so býttur ikki at vera við í hesum fidusi. Tað skal ikki undra meg, um skiparin sjálvur broytti rokningina, tá ið hann kom umborð. Framúr sjómenn Um hesar marstalskiparar [...] kr. 83,75 um mánaðin. Men sum dómarafulltrúi gjørdist eg eisini almennur uppboðshaldari, og kundi hetta geva heilt fitt av sær. Tann almenni Landshandilin hevði stundum uppboðssølu av skaddum vørum. Hesar [...] eitt sera stórt arbeiði, sum eg fyrst og fremst gjørdi um náttina, tá eg jú ikki kundi nýta mína arbeiðstíð til slíkt privat abeiði. Tað ráddi um at fáa rokningarnar út sum skjótast, so pengarnir skuldu
skipan teirra ámillum, at ikki skuldi tosast um fólk og helst ikki um føroysk viðurskifti - einki slatur skuldi koma burturúr. Teir tosaðu um heimland sítt, um mentunarlívið, yrking, sjónleikir og ymist [...] ikki hugsa um meir. Men kortini fór eg at hugsa um, at tað mundi vera okkurt frá fornum døgum, sum eg hevði gloymt, men sum tó rein við meg enn, tó at eg ikki visti av tí, og eg fór at hugsa um, hvørjum [...] eg ofta um, annaðhvørt hon ella rossið var eldri. Onnur søgdu hana hava heldur seinført gongulag, men eg mátti næstan renna, um eg vildi fylgja við, og var skjótt útlúgvaður. So setti hon meg upp at ríða
Ørvi. Í góðveðrinum løgdu teir so mikið tætt hvør at øðrum at tað bar til hjá útróðrarmanninum at leypa um lúnningina, og so spældi hann dagin eftir á Sevmýri. Hann mundi vera nakað beindovin, helt Hansy [...] hildu til. Tá ið tað stóð heilt nógv upp á spæl, fóru teir viðhvørt suður dagin fyri, og hetta kvøldið spældi alt væl av í miðbýnum. Dreingir og unglingar í Klaksvík um hesa tíðina áttu eisini manga løtuna [...] ára føðingardagin ikki er so galið. Eingin ivi er um, at felagið eisini í framtíðini fer at vera leingjan, sum allir ungdómar í Klaksvík fara at savnast um til venjingar og spæl og kappingar. Við undirsj
fríspæling frá Súna Olsen hevur Lukasz Cieslewicz minkað um munin, og nú er B36 farið at spæla soleiðis, sum teir hava gjørt fyrr í summar. HB dúvar upp á møguleikan fyri snarálopum, og tað er spennandi frammanfyri [...] min. 0-2 Pætur Dam Jacobsen hevur økt um leiðsluna, og harvið eru teir í Sundalagnum orduliga við at staðfesta, hvussu gott kappingarárið hevur verið. Talan var um frísparksinnlegg úr høgru. B68 málverjin [...] Toppskjúttin Klæmint A. Olsen staðfesti sigurin. Í Fuglafirði vann 07 Vestur 2-1. Nenad Saric minkaði um munin fyri ÍF fram ímóti endanum. Hetta er níggjunda ferðin, at B36 fær handað FM steypið. Longu undan
hevur biðið um at fáa mannin útflýggjaðan, sum tey í løgmálaráðnum nú eru í ferð við at kanna. – Er grundarelag fyri at útflýggja hann, so er tað upp til løgregluna í Grønlandi at gera av, um treytirnar [...] ein saklig, løgfrøðislig viðgerð av, um treytirnar í útflýggingarlógini eru uppfyltar, segði Peter Hummelgaard við Kringvarpið. Hann segði, at tað snýr seg um treytir um vavið av brotsgerðunum, eisini formligar [...] skipinum Sea Shepherd kom inn um Bursatanga í Havn fyri at taka bátin, sum løgreglan hevði lagt hald á. Tað endaði við at løgreglumaðurin Bergleif Brimvík ikki gjørdi matari enn at leypa niður í siglandi bátin
revsingin fyri ógvuslig brot upp, væl upp, soleiðis at hevndarkontraktin millum stat og borgara aftur fer at rúma ein legitimitet. Men um meiningin er, at pedofilar skulu útaftur, um kriminalforsorgin og hennara [...] aftur. Sum um at børn ikki, sum er, við nýtsluhatandi Boga Hansen og hansara økofasisisku dómadagsprofetum, um hvussu alt endar av helviti til um, ja, hvat er tað nú, Bogi, 100 ár (?)... um ikki vit akta [...] at vera óvanliga úrslitaríkt í eitt nú Englandi. Tórshavnar kommuna skyldar okkum at gera sær greitt, at uppskotið um “barnaváttan” er ein óterlig hóttan fyri føroyskt gerandislív og ítriv. Afturat
Løgting fær í lag at taka eina avgerð um at bøta um samferðsluna í einum ávísum øki, so eru tað tey, ið ferðast leiðina til Svínoyar. Skulu íløgurnar til at bøta um sambandið til Svínoynna nú aftur skúgvast [...] at aftna dagur, nærum var sólin sett. Um firðir fuku glaður, og loft var myrkareytt. Hann hoyrdi íðu róta, sá brim um Mjóvanes, sá ódnarsjógvar bróta og rennisúg um fles. hamarsklettum høgu hekk skaddan [...] í brimið vóð.” Við hesum orðum endar Hans Andrias Djurhuus yrkingina um deyðastund Gøtutróndar. Hóast mangt kundi verið at sagt um hesa yrking, var tað tó ikki hana, eg í fyrstu syftu ætlaði at umrøða