3. partur
Fólkatalið í Dímun var sera skiftandi. Tað hava búð upp til 32 fólk í oynni. Í 1880 vóru samb manntalinum 23 fólk í Dímun. Sjálvt húsfólkið var seks av teimum. Restin hevur verið arbeiðsfólk og teirra avvarðandi. Manntalið vísir, at tað hevur verið fitt av »óektaðum« børnum.
Umframt vanlukkurnar á landi hava eisini verið bátavanlukkur við oynna.
Við Stóru Dímun gingu í 1870 tveir bátar úr Skúvoy burtur við 3 og 4 monnum.
24 februar í 1878 gekk ein bátur úr Skálavík burtur við 11 monnum. Teir høvdu verið í Sandvík, og hildið verður, at báturin var burturgingin við Stóru Dímun. Langabbi var bóndi tá. Hann sá hendan bátin, sum kom siglandi norður eftir í ringum líkindum. Hann væntaði, at báturin fór at seta upp í eini neyðlending eystantil á oynni. Men komin hagar, sá hann ongan bát.
Kirkjan
Kirkja hevur eisini verið á Dímun, og var hon minsta kirkjan í landinum. Sagt verður, at fyrsta kirkjan varð bygd í seinnu helvt av 1600-talinum. Tað hava altíð verið bøndurnir, sum hava bygt og átt kirkjuna sjálvir. Kirkjan stóð mitt í kirkjugarðinum. Bóndafólkið var alt grivið sunnanfyri kirkjuna og arbeiðsfólkið norðanfyri.
Í 1729 varð sagt um kirkjuna í Dímun, at hon var 6½ alin long, 5 alin breið og 5 alin høg. Í 1879 varð nýggj kirkja bygd. Hon var lagað úr gróti. Vestari endi var timbur uttan, og skjøldurin eystanfyri var eisini av timbri. Gólvið var eisini úr timbri. Kirkjan var kollut, einki torn og eingin klokka. Hon hevði vakurt málaða altartalvu, sum Jørgen Falk Rønne, prestur hevði latið kirkjuni. Bróður hansara Svend Rønne hevði málað hana. Myndin var av ferðini hjá Jesus, Johannes og Pætur til Emmaus. Altartalvan hongur nú hjá okkum í Dímun. Her er eisini dópsfatið og altarkalikur.
Kirkjan hevði trý vindeygu á suðursíðuni. Jarðarmunurin var so stórur, at eingi vindeygu vóru á norðursíðuni. Fimm bríkir vóru hvørju megin, og pláss var fyri trimum fólkum á hvørjari brík. Pláss var tískil fyri 30 fólkum í kirkjuni.
Í 1922 var kirkjan so vánalig, at hon stóð til at detta niður. Pápi royndi at fáa stuðul frá tinginum til at fáa eina nýggja kirkju ella pening til at umvæla ta gomlu, men hann fekk ongar sømdir. Víst varð til eina gamla samtykt frá umleið 1870. Táverandi bóndin í Dímun hevði tá fingið loyvi til at byggja sína egnu kirkju móti, at hann slapp undan at lata kirkjutíggjund til aðrar kirkjur.
Kirkja datt niður í 1923 og varð ikki endurbygd.
Grundin av kirkjuni sæst enn. Tað er ikki langt síðan, at eg fekk svágin hjá mær at hjálpa mær at laga grundina upp, so hon sæst heilt væl.
Prestur tvær ferðir árliga
Prestur kom fast tvær ferðir um árið. Tað var fyrsta sunnudag í juni og fyrsta sunnudag í august, treytað av at tað viðraði. Annars kom hann tann fylgjandi sunnudagin.
Tá doypti prestur børn og kastaði jørð á, sum tørvur var á tí. Tað gamla var at fáa børnini doypt sum skjótast, men hetta bar so ikki til í Dímun.
Tann seinasti prestur, sum helt fast um hetta var sandsprestur Blicher Winther, sum var á Sandi nærum alla sína tíð. Men tá ið drátturin leyp, kom hann ikki aftur til Dímunar. Tá varð so illgongt. Táið kirkjan ikki var í brúki longur, varð gudstænasta hildin heima við hús.
Prestur plagdi at taka bát við sær av Sandi. Teir bíðaðu so eftir honum og førdu hann so aftur til Sands aftaná gudstænastuna..
Annars lósu vit lestur heima at kalla hvønn sunnudag. Mamma fekk fleiri ferðir forerandi lestrarbøkur frá prestum. Men tá ið føroysku lestrarbøkurnar komu, sum til dømis hjá hjá Jákupi Dahl, høvdu vit bert lestrar á føroyskum.
Í 1923 hendir eisini tað, at oyggin verður niðurløgd sum egin sókn og løgd undir Skúvoy.
Misti pápan tveir mánaðar gamal
Mamma, Hansina, var úr Skúvoy. Hon var dóttir Filippus, sum var av Skarvanesi. Kona hansara Olivia var dóttir Hanus í Garðinum, sum var abbi Hákun Djurhuus.
Mamma og pápi giftust í 1922. Mamma hevði verið niðri og tænt. Hon kom upp í november mánaði hetta árið. Pápi fór til Havnar at vera fyri henni. Tey giftust heilt skjótt, so tey sluppu til Dímunar áðrenn jól.
Eg verði føddur tann 3. apríl 1924. Men beint aftaná hendur aftur ein vanlukka, táið eg missi pápan. Hetta var sunnudagin 1. juni 1924, beint tá lomvigin hevði vorpið.
Tað var ein útferð út á Dímun av Tvøroyri. Mamma og pápi høvdu júst bygt hús. Tað var eisini so lagaligt, at pápi fekk tvøroyramenninar at koma við sær til Skúvoyar eftir møblunum. Hetta gekk alt uppá tað besta.
Mamma og pápi vóru bæði undir oynni við gestunum. Veðrið var gott og øll hugnaðu sær óført.
Allir gestirnar vóru stásklædddir, so hetta hevur verið ein serlig vitjan. Tá kom uppá tal, at áhugavert hevði verið at víst gestunum, hvussu teir bóru seg at, tá ið teir rændu. Tað høvdu nógvir av teimum ongantíð sæð.
Pápi fór so við øllum gestunum undir oynna, meðan farið varð eftir línuni og øðrum, sum hoyrdi til at ræning. Meðan tey støðga her, sígur maður av oynni í línu og rænir bergið niður eftir, meðan øll eygleiða. Maðurin sígur so heilt niður á helluna, loysir eggjaprilluna (serligt ílat til egg) og smoyggir seg úr línuna. Pápi opnar nú prilluna og leggur eggini frá sær at vísa gestum sínum, at tað finnast ikki tvey lomvigaegg, sum eru eins í útsjónd. Gestirnir stúgvast tætt saman at skoða hesa vøkru eggjarúgvuna í øllum sínum fjølbroyttu litum.
Í miðjuni standa pápi og mamma lið um lið. Hini standa tætt rundan um tey. Meðan hetta gongur fyri seg, eru teir á eggini farnir at draga ta tómu línuna upp við eggjaprilluni, meðan øll stóðu og hugdu at.
Pápi fekk stein beint í høvdið
Ovast undir eggini var ein hella rivin leys av eggjaprilluni. Hon var nakað sum ein klíggjasteinur ella heldur stórur sátusteinur til støddar.
Tað vildi so illa til, at hesin steinurin dettur við stórari ferð beint í høvdið á pápa. Pápi hoknar niður á helluna uttan at geva eitt ljóð frá sær frammanfyri mammu og øllum ferðafólkunum, sum gjørdust málleys av ræðslu. Pápi reisti seg aftur á knøini, men so var hann burtur. Hann doyði í stundini. Sýslumaðurin Christian Djurhuus, seinni løgmaður, sum eisini var við á ferðini, stóð so nær, at hann kendi suðið av steininum niður við høvdið á sær.
Pápi varð so hálaður uppá bakkan við hjálp av gestunum av Tvøroyri. Onkur av teimum fekk slysni av tí.
Gullak Jacobsen í Hvalba var prestur tá. Hann kastaði jørð á pápa nakrar dagar seinni.
Pápi gjørdist bert 31 ára gamal.
Av evnabestu monnum
Bløðini, serliga Dimmalætting, skrivaðu um hesa hending. Ikki minst varð nógv gjørt burtur úr, at henda vanlukkan hendi bert seks ár eftir, at Janus, pápi Óla Jákup, datt oman.
Tingakrossur skrivaði, at »Óla Jákup var av evnabestu monnum og sera avhildin. Hann verður syrgdur av mongum.«
Dimmalætting hevði m.a. hendan stubban, sum lýsir, hvussu fólk upplivdu hendingina:
Dimon-Bondens Død
Tidligt om Formiddagen den 1. juni tog en lille Skare sommerglade Borgere her fra Tveraa af Sted med Motorbaad for at benytte det smukke Vejr til et Besøg paa Store Dimon.
Da de endnu sent paa Aftenen ikke var vendt tilbage, begyndte man at ængstes, og en Motorbaad blev sendt ud for at undersøge, om der skulde være indtruffet et Uheld. Hen paa Natten kom imidlertid begge Baadene tilbage med alle Deltagerne i Udflugten uskadte, men dybt rystede over den forfærdelige Ulykke, der var sket under besøget paa Store Dimon, idet Dimon Bonden Ole Jacob Jensen, var bleven dræbt af nedstyrtende Sten. Om hvordan Katastrofen indtraf, fortæller en af Deltagerne i Udflugten:
»Vi havde turet Øen rundt i det herlige Sommervejr og vilde nu, da det begyndte at blive Aften, tage Afsked med vores Værtsfolk, der, lige fra vi satte Foden paa Land, havde vist en overstrømmende Elskværdighed og den hjerteligste Gæstfrihed. Nu have et par af af Bondens Folk i løbet af Eftermiddagen været ude efter Fugleæg i Fjeldet paa Øens Vestside, og for at vise os Resultatet af Mændenes Arbejde, bestemte Dimon Bonden sig til at gaa med os ned paa Forstranden, og hans Hustru gjorde ham Følge.
Efter ad Strandbredden at være naaet hen til Fjeldet, hvor Æg-tagningen fandt sted, stod vi en Tid og iagttog i Spænding og Beundring den fænemonale Behændighed, hvormed Manden i Line manøvrerede højt oppe i Luften. Saa lod han sig fire helt ned paa Strandbredden, og vi ilede til for at beundre Fangsten, alle staaende i en tæt Klynge omkring Ægdyngen, og saa skete det forfærdelige!
Vi hørte en uhyggelig Susen i Luften, og i det næste grufulde Sekund hørte vi, hvorledes én blev ramt af en nedstyrtende Sten. Efter at være kommet saa nogenlunde til Besindelse efter Chocket saa vi, at den ulykkelige var vores vært Ole Jacob Jensen. En Sten af Størrelse som en stor Mandenæve havde med voldsom Kraft ramt ham i Hovedet, og han døde paa Stedet.
Ulykken rystede os alle saa voldsomt, at jeg hverken kan eller vil beskrive de følgende Timer. Jeg kan kun sige, at der er ingen af os, der nogensinde vil glemme denne Ulykkens Dag, og sammen med det Tunge Minde vil altid hos os leve den dybeste Medfølelse med en dræbtes ulykkelige Hustru.
Mamma dreiv garðin
Mamma sat so einsamøll eftir í Dímun við einum pinkulítlum barni. Elsti mammubeiggi hennara Dánjal Johannes, sum seinni varð giftur til Hovs, var í Dímun tá, og hann bleiv verandi eina tíð.
Mamma dreiv garðin í heili 38 ár. Hetta er tað longsta, sum nakar hevur staðið fyri garðinum út í eitt. Sjálv bleiv hon knapt 90 ár, tað restaðu bert tveir mánaðir. Hon doyði í 1989.
Mamma giftist annars aftur við einum systkinabarni pápa, Óla Jákup. Hann var sonur abbabeiggja mín Johannes, sum giftist til Dals.
Tey fingu fýra børn, tvær gentur og tveir dreingir. Tann yngta gentan Ása og tann yngri drongurin Jóannes eru deyð, so tvey teirra liva enn.
Tað elsta av hesum hálvsystkjunum er trý ár yngri enn eg, so mamma giftist nakað skjótt aftur.
Pápi og Óla Jákup vóru annars javngamlir, báðir føddur í 1893.
Frá handamegi til rossamegi
Tey fyrstu nógvu árini varð handamegi nýtt til nærum alt. Ross vórðu bert nýtt at reiða tøð við.
Øll velting og slíkt fór fram við handamegi. Men onkur nýhugsan var tó. Í Skúvoy høvdu teir plógv, men tað var upprunaliga drigið við handakraft, einir 5-6 mans drógu plógvini. Teir komu einaferð við manning til Dímun at velta.
Annars var øll vøra drigin og lora niður við einum krana. Hesin kranin var nokk so langt frá lendingini, so tað var fittur teinur at bera. Fyrstu árini drógu vit upp við handamakt og tey seinnu við rossi.
Viti kemur í Dímun
Tekniska menningin kemur umsíður eisini til Dímunar. Í 1927 verða smáir vitar bygdir í Stóru Dímun, Porkerisnesi, Slættanesi og Kallinum.
Hetta gav eitt ískoyti til inntøkuna hjá bóndahúsinum, tí bóndin skuldi passa vitan. Fyri hetta fekst ein rímiliga góða løn, nevniliga kr. 105 um ársfjórðingin.
Fremsta uppgávan var at syrgja fyri, at vitin alla tíðina hevði nóg mikið av brennievni. Hetta var gass, sum vitin nýtti nokk so nógv av. Gassið var í fløskum, sum tóku 112 kg hvør. Tað var sjálvsagt sítt stríð at fáa gassið uppá pláss. Fyrst skuldi tað fáast uppá bakkan, og síðan dragast eftir jørðini niðan á vitan. Víst er hetta ikki langt, tá gingið verður leysur, einir 10 minuttur. Men hetta tók sjálvsagt nógv longri tíð, táið fløskan skuldu dragast.
Nýttar vóru einar fimm fløskur um árið. Seinastu árini undan krígnum komu fýrskip við gassinum. Áðrenn tað kom tað við postbátinum. Ansast skuldi eisini eftir, at vitin lýsti. Men her lá so væl fyri, at vit sóu glæmuna frá húsum av.
Í komandi parti
greiðir Janus frá, tá ið hundurin hjá teimum bjargaði lívi hansara. Eisini er frásøgn hjá Jørgen Falk Rønne um eina hvítusunnuútferð til Dímunar.










