umborð í royndini at bjarga skipinum. Klokkan 10.20 lokala tíð sendi skipið út neyðarkall, og høvuðsbjargingarstøðin í Suðurnoregi sendi út tríggjar tyrlur og fekk skip, sum vóru á leiðini, at seta kós móti [...] manningini á niðurlendska skipinum, Eemslift Hendrika. Fýra av manningini eru eftir umborð á skipinum, og teir royna at stabilisera skipið, sum í morgun fekk eina slagsíðu á umleið 30 stig. Tað var skiparin [...] Suðurnoregi, sigur við NRK, at teir átta persónarnir, sum bjargingartyrla úr Florø hevur tikið upp og flutt til Ålesund, hava eingi likamlig mein fingið. Nú verður hond tikin um sjófólkini. - Tað er upp
dystarendan, og hoyr Trónd Arge saman við viðmerkjaranum, Rógva Jacobsen taka samanum dystin. Rógvi Jacobsen heldur, at tað var ikki fyrrenn seinastu 20 minuttirnar, at KÍ kom fyri seg, og byrjaði veruliga [...] TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1: 1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge á FM1 av sigursmálinum Ari Mohr Olsen skoraði fyri HB ímóti KÍ norðuri í Klaksvík í kvøld, tá HB vann 1-0 á KÍ í oddauppgerðini [...] heldur, at tað var stórt at spæla ein slíkan dyst á Summarfestivalinum frammanfyri 2.500 áskoðarum, og hann vónar, at áskoðararnir fingu ein góðan dyst at hyggja eftir. Ari Mohr Olsen slær fast, at tað
vunnið stóra virðing í føroyskum landsliðshøpi. Hann gjørdist toppskjútti á U19 HM í 2023 og endurtók bragdið á U20 EM í ár. Fyrr í ár var hann við til at vinna svenska meistaraheitið við Sävehof. - Óli er [...] bakketuni. Hann er ein dynamiskur leikari, sum kann spæla sera tætt við verjuna og framvegis skjóta. Hann er ógvuliga skjótur og púra óttaleysur, so áskoðararnir kunnu trygt gleða seg at síggja hann í spæli [...] Óla Mittún, sum er millum størstu talent í hondbóltsheiminum. Óli Mittún spælir við svenska Sävehof og skiftir til GOG eftir hetta kappingarárið. Stjórin Kasper Jørgensen kallar avtaluna á heimasíðuni hjá
venjararnir og spælararnir kunnað googla sær vitan um Føroyar, og var brølarin møguliga ikki komin fyri. Kurier staðfestir, at í 1990 vóru Føroyar bara ein hvítur blettur á fótbóltslandakortinum, og eysturríkarar [...] komin yvir tapið, og hann líðir ikki undir tapinum í dag. Michael Streiter heldur, at Eysturríki hevði málmøguleikar seinastu 20 minuttirnar av dystinum, ið burdu givið nøkur mál, og so hevði søgan verið [...] Michael Streiter minnir eisini á, at árið eftir vann Eysturríki 3-0 á Føroyum í Salzburg, og tá skoraði hann eitt mál, og tað var hansara aftursvar uppá tað sum hendi í Landskrona 12. september í 1990. Klokkan
Næstbestu liðini hjá KÍ og HB hittust í Klaksvík í kvøld í síðsta umfari. Koronan fer illa við klaksvíkingum í hesum døgum, og tað sást eisini á KÍ liðnum. HB vann undirhaldandi og í longum løtum væl spældu [...] KÍ á odda. Málið skoraði Dávid B. Andreasen í 20. minutti. Áki D. Samuelsen javnaði í 64. minutti, og so var tað í síðstu løtu, at HB fekk sigursmálið og øll stigini. KÍ var stóran part av kappingarárinum [...] síðstu løtu gjørdi sjálvmál. Tað var KÍ liðformaðurin og veteranurin Kristoffur Jacobsen, sum eftir HB fríspark var óheppin at snitta bóltin í egið mál, og so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð. Í fyrra hálvleiki
Úrslitið gjørdist 2-0 til Kasakstan, sum skoraði málini í 42. og 44. minutti. – Spælararnir hava fingið nógv burtur úr kappingini. Teir hava spælt tríggjar krevjandi landsdystir, og tað ger mun í menningini [...] væl skipaðir og vardu væl. Seinastu fimm minuttirnir fyri hálvleik, tá ið vit gjørdu onkur smærri mistøk, kostaðu úrslitið, tí tá fekk Kasakstan tvey tøtt mál. Vit høvdu okkara mótálop og deyðbóltar, men [...] Í dag avrikaðu teir væl betur enn í fyrsta dystinum, og nú kunnu vit koma heim at arbeiða víðari við liðnum fram ímóti NM, sum verður í summar, og EM-undankappingini, sum er á skránni í heyst, sigur Eyðun
moraliserandi høftum og fer at stremba eftir javnrætti og frígering. Yorgos Lanthimos hevur fyrr gjørt filmarnar Dogtooth, The Lobster og The Favourite. FILMSFELAGIÐ: 31/1 kl 20:00 Poor things (Yorgos [...] m.a. sum besti filmur í Venezia, Golden Globe, og fingið bestu ummæli hjá altjóða ummælarum, sum Peter Bradshaw á The Guardian, sum gevur fult stigatal og sigur: Everything in it - every frame, every image [...] Nýggjasta er, at hann í 11 førum er í uppskoti at vinna ein Oscar. Eins og allir filmar hjá Lanthimos fer filmurin fram í einum groteskum og ofta perverteraðum umhvørvi, sum er alt annað enn sosialrealistiskt
Agnarsson, Ári Mohr Jónsson, Heðin Hansen og Patrik Johannesen. UEFA Nations League dysturin millum Luksemborg og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 20:45 lokala tíð, sum er klokkan 19:45 í Føroyum [...] annað er miðverjan mannað av nýggjum við Heina Vatnsdal og Sonna Ragnar Nattestad, boðar landsliðið frá. Tað eru ikki bara smávegis skaðar, troyttleiki og leikbann, ið gera um seg, nú landsliðsvenjarin skal [...] Stade de Luxembourg, eru hesir: Gunnar Nielsen verður í mál, og verjuna manna Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Gunnar Vatnhamar
Hanus Joensen og Eivind Jacobsen. Í triðja dystinum eydnaðist Gøtu Talvfelag at fáa fyrsta javnleikin í fremstu deildini. Eins og í fjør eru havnarmenn og sandavágsmenn klárt á odda í 1. deild. Og tað ber ikki [...] Thorsteinsson og Carl Eli Samuelsen vunnu á Rana Nolsøe, Willa Olsen og Janus Skaale. Sandavágsmenn gjørdu bart í Kollafirði. Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen [...] finaludystir í síðsta umfari um tvær vikur, og í 3. deild er heldur einki avgjørt, skrivar Talvsambandið. Í 1. deild stendur kappingin enn sum áður millum Havnina og Sandavág. Bæði vunnu sannførandi í dag.
maður og vísti sera góðan hugburð. Sølvi Vatnhamar var ógvuliga eyðsýndur hjá Víkingi. Hann tók sær av øllum deyðbóltunum, og hann legði upp til bæði 2-0 málið og 3-0 málið, sum vórðu skorað miðskeiðis [...] botn, og hann brast, tá ið Philip Djordjevic staðfesti Víkingasigurin við at skora til 4-1. Víkingur hevur 29 stig og er á triðja plássi og trý stig frá oddasessinum. EB/Streymur hevur sjey stig og er á [...] brotssparksblettin, og Sølvi Vatnhamar umsetti brotssparkið til mál. So var brekkan ógvuliga brøtt hjá EB/Streymi, sum fyri fyrstu ferð hevði Ragnar Samuelsen á liðnum. Hann er leigaður úr B36 og var fremsti maður