landinum. Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, í einari grein, sum russiska uttanríkisráðið kunngjørdi mánadagin. Í februar setti Nato átakið Arctic Sentry í verk. Endamálið er at styrkja [...] í norðaru høvunum er ein beinleiðis hóttan móti trygdini hjá Russlandi. – Vandin fyri tilburðum, sum kunnu elva til ein vápnaðan samanbrest við møguliga vanlukkuligum avleiðingum, er vaksandi, skrivar [...] eina nýliga stovnaða herdeild, ið hevur høvuðsstøð í Arktis. Russland hevur áður víst aftur, at landið er ein hóttan móti Nato. /Ritzau/Reuters
eisini vandin fyri, at børn verða dripin, løstað ella traumatiserað. Tað sigur Sonia Kush, stjóri fyri Red Barnet í Ukraina, sum er kvinnan á myndini omanfyri. Síðan Russland leyp á Ukraina fyri meira [...] m í ukrainska býnum, Sumy. Sumy liggur í landnyrðingspartinum av Ukraina, og sagt verður, at hetta er aðru ferð hesa vikuna, at skrivstova og goymsla hjá felagsskapinum eru rakt í loftálopum. - Øll st
avgerðin hjá Noregi er enn eitt dømi um vestliga nihilismu og lógloysi, sum hann rópar tað. Ráðharrin leggur aftrat, at Russland fer at kæra norsku avgerðina um at leggja hald á skipið. Tað var eftir boðum [...] Russiskir myndugleikar siga, at málið, sum er millum Naftogaz í Ukraina og Russland, hevur einki við Noreg at gera. Norska løgmálaráðið sigur, at Russland - eftir at hald er lagt á skipið - kann krevja eina nýggja [...] norsku avgerðina at leggja hald á russiska skipið, Professor Molchanov í Barentsburg á Svalbard. - Hetta er sjórán, sigur talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, í einari samrøðu við almennu
matstovuna Balzi Rossi í Moskva. Tað skrivar sendistovan í eini almennari fráboðan. Sambært russisku sendistovuni doyðu fimm fólk, og 19 vórðu særd í spreingingini. Hetta er sambært tíðindastovuni dpa fyrsta
leiðslu. Hann kennir føroyska samfelagið og vinnulívið væl, og nevndirnar eru sannførdar um, at hann er rætti persónurin at standa á odda fyri at menna LÍV framhaldandi, sigur Árni H. Ellefsen, nevndarformaður [...] enn 15 ára royndir úr fíggjar- og tryggingarvinnuni í Danmark, Føroyum og hinum Norðurlondunum. Hann er í dag bankastjóri og rakstrarstjóri (COO) í kompasbank, har ið hann saman við stovnaranum situr í stjórnini [...] Vörður og hevur áður verið góðkendur til at leiða bæði lívs- og skaðatryggingarfeløg. Rune Nørregaard er útbúgvin løgfrøðingur, cand.jur., frá Aarhus Universiteti og hevur harafturat eina Global Executive
Fíggjarliga rásarúmið hjá Runavíkar kommunu er vorðið avmarkað. Við árslok 2025 hevði kommunan 278,8 milliónir krónur í nettoskuld. Tað svarar til 93 prosent av inntøkugrundarlagnum, sum skuldarloftið [...] skatti vóru 313,7 milliónir. Klaksvíkar kommuna er næst skuldarloftinum við 87 prosentum. Skopun og Eysturkommuna eru báðar á 69 prosentum, meðan Sands kommuna er á 65 prosentum og Fuglafjarðar kommuna á 61 [...] lántøku og broytingar í lánitreytum, um nettoskuldin fer upp um árliga inntøkugrundarlagið. Runavík er sostatt bert sjey prosentstig frá hesum markinum. Kommunan hevði eisini størsta hallið í 2025. Rakstur
ógvisligum skógareldum í norðara parti av Algeria breiðir seg í løtuni langt út yvir Miðjarðarhavið. Tað sæst á dagsins mynd frá evropeisku jarðeygleiðingarskipanini Copernicus. Myndin varð tikin av einum [...] Umframt roykin frá skógareldunum síggjast eisini onnur stór skýggj longri vesturi á myndini. Hetta er dust úr Sahara, sum verður ført út yvir Miðjarðarhavið. Sostatt vóru bæði roykur frá skógareldum og [...] Watch, har til ber at fylgja við skógareldum og útláti frá teimum kring heimin nærum í somu løtu, sum tað hendir. Kelda: Copernicus
myrkastu lilla økini vísa, hvar mestur roykur var í atmosferuni. Myndin er gjørd við nýggju Fire Emissions Watch App, sum ger tað møguligt at fylgja við eldum og útlátinum frá teimum. CAMS fylgir nærum [...] Landsynningsasia. Langvarandi turrveður hevur elvt til álvarsligar eldar í pørtum av Indonesia. Roykurin er síðani farin við vindinum til onnur øki, millum annað grannalandið Malaysia, har versnandi luftgóðskan [...] og arbeiðspláss aftur og meta um, hvussu nógv fólk verða ávirkað av fínum bitlum í luftini. Keldan er dagsins Copernicus-mynd, dagfest 27. august 2026
Sum oftast er manningarskifti í Føroyum, tí tað er høgligast. Tá liggur Rotsund sum oftast á Miðvág. Tað er langt at ferðast til og frá skipinum bæði í Skotlandi og Íslandi, men í Føroyum er stutt til [...] svaraði hann: -Rotsund er upprunaliga eitt frystifarmaskip, eitt sokallað “Reefer-Boat”. Tað er bygt í 2006, er 80 metrar langt, 16 metrar breitt og lastar 1900 tons. Síðstu árini hevur tað tó mest siglt við [...] kemur inn í landið, skal kanna umleið 10 % av lastini. Tað leingir um túrarnar og er tí eitt sindur keðiligt, segði Jóhan. Manningarskifti í Føroym Tað er norska felagið Froy-Shipping, sum eigur skipið. 9 mans
íløgur í robotídnaðin. Endamálið er ikki bara at menna tøknina, men eisini at fáa robotarnar út í veruligt arbeiði í verksmiðjum, goymslum, handlum og seinni eisini heimum. Tað er júst tann avbjóðingin, sum [...] loysa. Robotar hava leingi dugað at dansa, renna og gera imponerandi framførslur, men nógv torførari er at fáa ein robot at loysa ymiskar gerandisuppgávur trygt og sjálvstøðugt. Stjórin í kinesiska robo [...] einum tøkniligum gjøgnumbroti, sum kann fáa menningina at taka dik á seg. Samstundis metir hann, at tað framvegis kunnu ganga fleiri ár, áðrenn robotar veruliga megna nógvar ymiskar uppgávur í ókendum umhvørvi