uppi. Uttan fleiri fiskidagar var tí vandi fyri, at bátarnir í bólkinum noyddust at liggja tað, sum eftir er av fiskárinum. Bólkur 5B fevnir um útróðrarbátar undir 15 tons, sum royna á innaru leiðunum [...] bólkurin 750 eyka fiskidagar at býta sínámillum restina av 2026. Málið varð skundviðgjørt í Løgtinginum. Tað merkir, at tær tríggjar viðgerðirnar eru avgreiddar skjótari enn vanligt, so bátarnir kunnu halda fram
fólkapensjónsaldrinum. Undantak kann gerast, um tað læknafrøðiliga verður staðfest, at ein persónur vegna sjúku hevur styttri væntaðan livialdur. Men tað er ikki galdandi fyri øll, sum hava varandi skert [...] Tað er høvuðsinnihaldið í einum nýggjum lógaruppskoti, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið. Í dag kann privata eftirlønarsamansparingin sum meginregla ikki [...] byrja. Ikki altíð ein fíggjarligur fyrimunur Tað verður upp til tann einstaka, um hann vil nýta møguleikan. Í viðmerkingunum verður gjørt vart við, at tað ikki fer at loysa seg hjá øllum at byrja útgjaldið
Vandin við mistum gørnum er, at tey kunnu standa og fiska í langar tíðir eftir, at tey eru mist. Tað kann taka langa tíð, áðrenn nylon rotnar, og tí kunnu gørnini vera til stóran bága fyri fisk í sjónum [...] hevur verið skipað fyri átøkum í ávísum økjum, har roknað verður við, at mist gørn og mistur reiðskapur er. Kystmagasinet vísir á, at eitt slíkt átak herfyri var á Mørebankanum, har heili 300 mist gørn vórðu [...] ruddaðar fyri mistan reiðskap. Sagt verður, at fyrsti partur av uppruddingararbeiðnum í hesum árinum er liðugur. - Higartil eru næstan 1000 gørn fingin upp, umframt munandi nøgdir av øðrum fiskireiðskapi
koyrikorti umframt bót fyri ikki at hava børnini trygt íbundin, sum tey skulu. Løgreglan minnir á, at tað er ábyrgdin hjá bilføraranum at tryggja, at børnini sita lógliga og trygt í bilinum. [...] løgregluna, sum nú kannar málið. Lesið eisini: Innbrot í buss: Hóttir við at geva løgregluni upptøkur Talan er um ein buss hjá Bygdaleiðum, sum sambært myndunum stóð á parkeringsøkinum við Hoyvíkshøllina. Tá løgreglan
borgarin altíð er í miðdeplinum. Løgtingskvinnan vil eisini vita, um arbeitt verður við at geva sjúkum fólkum eitt stað at venda sær til. Har skulu tey kunna fáa vegleiðing um, hvør hjálp er tøk, og hvør [...] hvør kann veita hana. Ein annar spurningur er, hvat tað almenna ger, tá fólk hava stóran hjálpartørv, men ikki sjálv megna at taka fyrsta stigið ella taka ímóti hjálpini. Fía Selma Nielsen vísir á, at Føroyar [...] Tað heldur Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðamálum, ein skrivligan fyrispurning um rættstundis hjálp til sálarsjúk. Hon spyr, hvørji
tunnilsbygging á landi. Dalstunnilin varð latin upp fyri almennari ferðslu 18. juli. Tað serliga við verkætlanini er, at tunnilsliðið hjá Landsverki bygdi tunnilin. Høgni Hoydal spyr, hvør samlaði kostnaðurin [...] tá talan er um maskinur og arbeiði hjá Landsverki. Í sama fyrispurningi spyr Høgni Hoydal, nær arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum fer í gongd, nær tunnilin væntandi verður liðugur, og um støða er tikin til
Málið er fyrsta mál á dagsskránni hjá Løgtinginum í dag og er til triðju viðgerð. Uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, gevur bátunum í bólki 5 B 750 felags fiskidagar [...] atkvøddu ímóti. Undan atkvøðugreiðsluni varð skotið upp at beina málið aftur í Vinnunevndina, men tað uppskotið fall við sjey atkvøðum fyri og 22 ímóti. Næstan øll hoyringarsvar mæltu frá Uppskotið hevur [...] tók greitt undir við uppskotinum í hoyringini. Landsstýrismaðurin hevur tó hildið fast við, at talan er um eina serliga og tíðaravmarkaða loysn fyri fiskiárið 2026. Stórur meiriluti í Vinnunevndini Seks
Eftir deyða Haralds kongs er kallað inn til eyka ríkisráðsfund á kongsslottinum í Oslo klokkan 11.30 í dag. Tað skrivar norska tíðindastovan NTB. Á fundinum skal norska stjórnin formelt hitta Haakon kong
fyriskipað í vetur, og farið varð undir tað, tá hondbóltsárið var av, og størri tiltøkini í høllini vóru farin afturum. Soleiðis siga tey í Vágs kommunu. - Arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at ovasta [...] verður gólvið strikað upp. Víst verður á, at nýggja gólvið er blátt á liti, og strikað verður upp til 17 banar til ymiskar ítróttagreinar. - Gólvið er av sera høgari góðsku - eitt kombi/ elastiskt ítróttargólv [...] ítróttakrøvini til EN14904 typu C3. Gólvið eitt er flótandi plátugólv á bleytum gummiklodsum og bleytum gummiundirlagi. - Nú seinasta hond verður løgd á arbeiðið, er ætlanin, at Vágshøll letur upp aftur mánadagin
arbeiddi hann á sín egna hátt fyri einum rúmligari samfelagi, sigur hon. Haakon er nýggjur kongur Eftir andlátið hjá Haraldi kongi er sonur hansara, Haakon, sjálvvirkandi vorðin nýggjur kongur Noregs undir navninum [...] áratíggju sum kongur vísti Haraldur V eina óvikandi trúgv á norska fólkið. Hann hjálpti okkum at síggja tað besta í okkum sjálvum og hvørjum øðrum, sigur Støre. Haraldur kongur sovnaði stillisliga á Rikshospitalinum [...] at saknurin eftir Harald kong verður stórur. – Vit hava mist okkara fólkakæra kong, og øll tjóðin er í sorg. Haraldur kongur ráddi í samsvari við valorðini »Alt fyri Noreg«, sigur hann. Sambært stórt