tyrluni riggar væl, og her kunnu fólk í eitt nú Fugloynni bíleggja sær fleiri túrar fram á netinum, um tey hava hug til tað. - Vit, sum búgva her, kunnu bíleggja ein heilan mánað fram, og hevur tú bílagt ein [...] kommunu, og saman við tveimum øðrum kvinnum veitir hon eisini tænastur til ferðavinnuna – serliga í summarhálvuni. - Eingin fær gjørt nakað við, at veður, vindur og sjóvarfall hátta sær, sum tey gera, og at [...] dagin, og haraftrat hava tey í Fugloynni tyrluna tríggjar dagar um vikuna um veturin og fýra dagar um vikuna um summarið. - Sjálvandi gera líkindini á vetrardegi seg galdandi viðhvørt, bæði sjóvegis-og loftvegis
hevur noytt ukrainsk børn burtur frá teirra umhvørvi og til eitt fremmant land. Friðarráðstevnan í sveisksa býnum Bürgenstock byrjaði í gjár og heldur fram í dag. Við síðuna av almennu skránni helt ukrainski [...] russiskt stýrd øki undir Ukraina-krígnum. Russland vísir tó aftur at standa fyri ólógligum burturflytingum og sigur, at landið bara roynir at verja sárbar børn í krígsøkjunum. Tjóðskaparligi trygdarráðgevin í
10 merkur og 8 skinn. Garðurin ber umleið 300 áseyðir. Gomlu sethúsini og úthúsini, sum eru 200 ár og yngri, eru útisavn. Sethúsini eru bygd í stigum. Elstu partarnir eru roykstovan, fjósið og smáu rúmini [...] innanduraarbeiði fram. Kring grúvuna standa íløt til matgerð. Eisini eru amboð til ullarvirking og klædnarøkt, íløt, búnyttur og annað, sum varð brúkt. Tá tey ótu, sótu fólk á beinkjunum fram við bróstunum [...] ella á krakkum við matkeraldi á knøunum. Til døgurða sótu øll um trogið og fingu sær. ##med2## Í fjósinum vóru básar til seks neyt og ei kálv. Tarvur varð hildin í felag við grannarnar. Um summarið gingu
10 pláss um landið fáa vitjan av rithøvundanum, sum legði bókina fram fyri fullsettum Reinsaríi á tiltakinum Orð og tónar hjá Sprotanum fríggjakvøldið. Skráin fyri rundferðini um landið sær soleiðis út: [...] ur, Kunningarstovan og Ribarhús, 25. juni, kl. 20 Strendur, Kirkjuhúsið, 2. juli, kl. 20 Hvalvík, Bókasavnið, 3. juli, kl. 19 Tvøroyri, 5. juli, kl. 20 Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis. [...] kl. 16 Klaksvík, Norðoya Kvinnufelag, Bøgøta 3, 17. juni, kl. 20 Runavík, Kongshavnar Kvinnufelag og Bókasavnið við Løkin á bókasavninum, 18. juni, kl. 20 Eiði, kommunan er vertur í Kolshøll, 19. juni
bústaðir í Evropa og tað burdi borgað fyri góðsku til EM-endaspælið. Lykilin verður hjá Dragan Stojkovic at fáa sum mest burturúr sínum spælarum. Eitt nú at fáa Dušan Vlahović, Luka Jovic og Aleksandar Mitrovic [...] Serbia hevur verið til eitt EM-endaspæl. Tað var í tíðini, tá Serbia ikki var ein sjálvstøðugt land og Savo Milosevic ráddi fyri borgum í álopinum. Hann hevur fleiri ferðir skorað móti Føroyum. Tað er at [...] Stojkovic, vent skútuni hjá Serbia. Við spælarum sum Dušan Vlahović (Juventus), Dušan Tadić (Fenerbahçe) og Luka Jović (AC Milan) vóna tey í Serbia, at liðið hevur nokk at koma við í álopspartinum til at vinna
veddingarfyritøkunum, og enski landsliðsvenjarin, Gareth Southgate er greiður yvir, at trýstið er stórt, og tað eru forvæntningarnir eisini. Hini bæði liðini í bólki C Danmark og Slovenia spæla dyst klokkan [...] royni at savna tað best hugsandi liðið, og vit síggja fram til, at kappingin byrjar fyri okkara viðkomandi. Vit hava longu sæð Týskland folda seg út móti Skotlandi, og sæð Spania folda seg út móti Kroatia [...] framíhjárættur. Segði Gareth Southgate. Dysturin millum Ongland og Serbia sæst á KVF, og á DR1 og RÚV á Televarpinum.
framúr hugburði, og umframt at stríðast og støðugt at varðveita spælskipanina, so dugdu teir væl at varðveita bóltin, og fleiri ferðir spældu teir seg fram til góðar støður. Áki Johannesen og Aron Reinert [...] einki at ivast í, at tað vóru Magne Hoseth og hansara menn, sum høvdu tapt tvey stig, og at tað vóru Jákup á Borg og hansara menn, sum høvdu vunnið eitt stig og harvið kendu seg styrktar í vónini um, at [...] heimavølli ímóti EB/Streymi. Síðani hevur B36 tapt 2-1 ímóti HB og spælt javnt á útivølli ímóti NSÍ (2-2) og 4-4 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Og so var tað í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið
felagsins, at Annika er ein leikari sum passar væl til stílin og mentanina í EH Aalborg. Harumframt lýsir hann Anniku sum ein arbeiðssaman og dedikeraðan hondbóltsleikara. Um skiftið til EH Aalborg sigur [...] er um eitt hondbóltsfelag har hon í einum góðum hondbóltsumhvørvi kann menna seg enn meira, og hon sær fram ímóti at gerast ein partur av hópinum. Fyri stuttum skifti Maria P. Nólsoy frá Neistanum til [...] Tað eydnaðist landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen og liðfeløgunum í Follo at bjarga plássinum í bestu norsku hondbóltsdeildini farna kappingarár. Men nú fer Annika sum áður hevur roynt seg í
Tá var Nólsoyar Páll fremstur fram ímóti málinum, men í síðstu tøkunum legði Klaksvíkingur seg á odda og vann. Í dag vendi tað øðrvísi. Klaksvíkingur sprakk avstað, og Klaksvíkingur var fremstur allan [...] allan teinin. Leingi var Nólsoyar Páll Klaksvíkingi næstur, men Norðingur var treiskur, og tað eydnaðist Norðingi at taka Nólsoyar Páll. Í endaspurtinum sá tað út til, at Norðingur hevði hug at draga eitt [...] men tað eydnaðist á ongan hátt hjá Norðingi at hótta Klaksvíking, sum var fremstur frá startskotinum, og sum fór fyrstur um málstrikuna. 0 MF Nr Bátanavn Tíð Munur Stig Kort 1 Klaksvíkingur (KRF) 04:23.22
Tað vóru nógvir, sum bjóðaðu seg fram, og tað var øgiliga spennandi. Á norðoyastevnu tóku eiðismenn føroyska kappróðrarheimin á bóli, tá ið teir vunnu, og aftur í dag – á sundalagsstevnu í Kollafirði – [...] bátar, og á 1000 metra teininum vóru tað fleiri, sum vóru fremstir, áðrenn bátarnir fóru um málið, og tað var staðfest, at Hvalurin av Eiði hevði vunnið. Páll Fangi úr Klaksvík, Skúgvur úr Sandavági og Froðbingur [...] Róðrarfelag høvdu stavnin undan hinum í eina løtu. Men í endaspurtinum vóru eiðismenn teir drúgvastu og stinnastu. Á málinum var Hvalurin eina lítla hálva bátslongd undan Froðbingi, sum var ein lítla skut