Garðurin er festigarður, sum frá gamlari tíð er virðismettur til 10 merkur og 8 skinn. Garðurin ber umleið 300 áseyðir. Gomlu sethúsini og úthúsini, sum eru 200 ár og yngri, eru útisavn.
Sethúsini eru bygd í stigum. Elstu partarnir eru roykstovan, fjósið og smáu rúmini í Dúvugørðum.
Innrættingin í roykstovuni er frá umleið 1820. Eldri roykstova hevur áður staðið á sama staði.
Roykstovan var dagliga tilhaldsstaðið í húsunum. Har fór alt innanduraarbeiði fram.
Kring grúvuna standa íløt til matgerð. Eisini eru amboð til ullarvirking og klædnarøkt, íløt, búnyttur og annað, sum varð brúkt.
Tá tey ótu, sótu fólk á beinkjunum fram við bróstunum ella á krakkum við matkeraldi á knøunum.
Til døgurða sótu øll um trogið og fingu sær.
##med2##
Í fjósinum vóru básar til seks neyt og ei kálv. Tarvur varð hildin í felag við grannarnar.
Um summarið gingu neytini úti alt samdøgrið. Trý ross vóru eisini; tey gingu úti alt árið.
Glasstovan í Dúvugørðum er bygd umleið 1900. Stovan varð einans brúkt til gestir og sunnu- og halgidagar. Hon var eisini sovirúm hjá bóndafólkunum.
Stovan varð hitað upp av bíleggingarovni frá grúgvuni í roykstovuni.
Umleið 1750 varð bygt uppí vestan fyri glasstovuna. Tilbygningurin hoyrdi ikki til festið, men var í ogn. Hann var til eldru bóndahjúnini, tá yngra ættarliðið hevði tikið við festinum.
Tilbygningurin varð bygdur av nýggjum um 1900 og nýinnrættaður í 1939.
Í 1850-unum – ella um somu tíð, sum kirkja varð bygd í Saksun - varð bygt uppí norðanfyri.
Tilbygningurin, nevndur Prestastovan, hoyrdi ikki til festið, men er ogn.
Prestur gisti her, tá hann var í Saksnun.
Kelda: Søvn Landsins