Tað upplýsir norska kongshúsið í einari fráboðan. – Tað er við djúpari sorg, at vit boða frá, at Haraldur kongur í dag er farin, skrivar kongshúsið. Haraldur kongur hevði ligið á Rikshospitalinum síðan [...] síðan 17. august. Hann varð millum annað viðgjørdur fyri blóðsjúkuna hemolytiska anemi og eina bakteriella infektión í blóðinum. Hósdagin boðaði kongshúsið frá, at heilsustøðan var versnað og var sera álvarslig [...] túsundtals norðmenn leitaðu sær á Slottsplassen í Oslo við blómum, kortum og heilsanum. Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sigur, at hann hevur tikið ímóti deyðsboðunum við djúpari sorg. – Ein
eitt av heilt kendu fótbóltsnøvnunum í Gøtu, og soleiðis hevur tað verið í fleiri ættarlið. Í dag áttu Jarnskor menn trý av teimum fýra málunum í Runavík. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað 18 ára gamli [...] og Fríði var aftur upp á spæl, tá ið hann í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti 4-1 sigurin. Hann hevur skorað 11 mál í næstbestu deildini higartil í ár. Rani Hansen økti 10 minuttir undan steðginum [...] víkingunum. Í dag vóru teir hinumegin Gøtueið og spældu grannauppgerð ímóti NSÍ, og teir høvdu trivaligan 4-1 sigur við sær aftur í Sarpugerð. Nú annar triðingur av kappingin er liðugur, hevur Víkingur 42
ar í sjófeingislógini. Útróðrarfelagið vísir á, at bólkur 5 er skerdur um 70 prosent í fiskidøgum, síðani fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996, uttan at bólkurin hevur fingið onnur fiskirættindi í staðin [...] at talið av virknum bátum í bólki 5 B er vaksið úr 238 í 2023 upp í 339 í fyrra hálvári 2026. Samstundis er miðalprísurin fyri fiskin hækkaður úr 18,86 krónum fyri kilo upp í 33,18 krónur. Sambært felagnum [...] upsaframleiðslan er bundin at marknaðum í Týsklandi og Fraklandi, har góðkenningin hevur stóran týdning fyri bæði marknaðaratgongd og prís. At seta góðkenningina í váða fyri eina stutttíðar loysn hjá einum einstøkum
bústaðir, har eigarin ikki hevur fastan bústað, kunnu leigast út til stutttíðarleigu. Kommunurnar kunnu eisini velja, at reglurnar bara skulu galda í ávísum økjum, til dømis í miðbýum ella einstøkum bygdum [...] Løgtingsfólk úr Tjóðveldi og Framsókn og hava lagt fram uppskot um eina nýggja lóg, sum skal geva kommununum heimild at seta mark fyri stutttíðarleigu av bústøðum. Við uppskotinum kunnu kommunur sjálvar [...] Endamálið er at forða fyri, at ov nógv hús og íbúðir verða tikin av vanliga bústaðarmarknaðinum og í staðin leigað út til ferðafólk. Uppskotssetararnir vísa á, at stutttíðarleiga fleiri staðni ger tað
vilja harumframt hava eina breiðari óhefta kanning av sjálvari leiðsluskipanini í FIFA. Endamálið skal vera at fáa staðfest, um skipanin tryggjar neyðuga óheftni, eftirlit, javnvág í valdinum, gjøgnumskygni [...] fyri privatum ognarskapi í kappingum sínum. Samstundis siga tey seg hava mist álitið á FIFA-forsetan Gianni Infantino. Fótbóltssamband Føroya stendur saman við fótbóltssambondunum í Danmark, Svøríki, Noregi [...] Noregi, Finnlandi og Íslandi í einari felags fráboðan um støðuna í FIFA. Boðskapurin frá teimum seks norðurlendsku londunum er greiður: – Tey seks norðurlendsku fótbóltssambondini hava mist álitið á FIFA-forsetan
og B36 2. B71 er greitt oddalið í deildini við 50 stigum. B36 2 er nummar seks í deildini við 23 stigum, og stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. Fyrr í ár hevur B71 á tveimum sinnum vunnið á B36 [...] staðfesta uppflytingina hjá B71 upp í Meistaradeildina hjá monnum. Um B71 vinnur á B36 2 inni í Dal, so verður talan um fyrstu ferð síðani 2011, at B71 verður at finna í bestu mansdeildini. FM1 sigur beinleiðis [...] B36 2. 21. mars vann B71 4-0 á B36 2, og 20. juni vann B71 2-1 á B36 2. Í báðum førum var talan um dystir á ovara vølli í Gundadali. Um B71 tapir fyri B36 2 kunnu teir kortini staðfesta uppflytingina, um
rættindi og tjóðarsinnað virði. Vekir atfinningar í Evropa Ætlanin hevur longu elvt til mótmæli í fleiri evropeiskum høvuðsstaðum. Millum annað hevur franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot, ávarað [...] fataður sum uppílegging í demokratiskar tilgongdir í Evropa. Reuters skrivar, at fleiri evropeisk stjórnarumboð hava givið somu atfinningar, serliga nú fleiri val standa fyri framman í Evropa komandi árini [...] fyrireikar eina skipan, har fýra milliónir amerikanskir dollarar – umleið 26 milliónir danskar krónur – skulu latast miðlum og journalistiskum verkætlanum við konservativum og høgravendum sjónarmiðum í Evropa
hjá KÍ, sum hevur fleiri málstig í føroyskum fótbólti í ár. Aron hevur eisini gjørt vart við seg í Evropa. Hann skoraði í báðum Conference League-dystunum hjá Víkingi móti íslendska Stjarnan í summar. Portal [...] undirskriftina. Aron Benjaminsen hevur verið millum mest eyðsýndu álopsspælararnar í føroysku kappingini í ár. Hann hevur skotið níggju mál og lagt upp til átta onnur í landskappingini. Sambært Portal.fo [...] til skotskar miðlar, at talan helst verður um eina sekssiffraða upphædd í bretskum pundum. Eingin upphædd er tó alment váttað. Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, vil ikki vátta, at ein avtala er gjørd
Meirilutin í Fíggjarnevndini tekur ikki undir við uppskotinum um eina tíðaravmarkaða hækking av ferðastuðlinum. Tað sæst í álitinum, sum nevndin hevur latið Løgtinginum. Endamálið við uppskotinum er, at [...] 30 kilometrar í elbili, fær fimm krónur eyka um dagin, skrivar meirilutin. Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur upplýst fyri nevndini, at landsstýrið fylgir gongdini í oljuprísunum [...] og tá ið vit hava eina ávísa miðsavnan av størvum og tænastum, er neyðugt at ferðast, skrivar hon. Ruth Vang sigur eisini nei Ruth Vang, sum er hin minnilutin í nevndini, var í vár við í ætlanini um at leggja
nna í heilsumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann. Jóhannis Joensen hevur spurt landsstýriskvinnuna um sjúkraflutningin í Vágum og í Føroyum sum heild. Sambært Sjúkrahúsverkinum hevur verið [...] gshjálpari. Men seinasta árið hevur støðin í Vágum í umleið 16 samdøgur bert verið mannað við einum sjúkraflutningsviðgera. Harumframt hevur støðin verið heilt ómannað í umleið 30 samdøgur. Longri responstíð [...] nøktandi – Tað er sjálvandi ikki nøktandi, at tað í ávísum tíðarskeiðum ikki hevur verið møguligt at manna støðina í Vágum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen í svarinum. Arbeitt verður við at útbúgva fleiri