uppá. Og so var hann sumbingur oman á. So leiðin gekk úr Keypmannahavn til Sumba, tá eg var ellivu ára gamal. Var tú keddur, tá tú skuldi flyta úr stórbýi til lítla bygd í Føroyum? ? Nei. Tað var sjálvsagt [...] eisini, hvussu tað var alt í lagi, at spæla tónleik í Sumba. Inntil trummur komu upp í leikin. Tá var nokk við forstáilsinum. Tónleikurin bleiv skýrt at vera larmur, fjant og fjas. Men her var Ronnie hvørki [...] Eg eri serliga glaður fyri ?Svarti Fossur?. Hetta var tann fyrsta plátan, eg var við á, og hetta var í 79. Og tað var nakað heilt serligt. Georg var eisini við, og vit høvdu tá skift navn frá White Lions
ni. Hann var skemtiligur, hann var álvarsamur, og onkuntíð var hann næstan illur, fyri ikki at siga heilt í øðini, hetta var í 1977, og hann var ikki eingang blivin stjóri, stjórasessurin var ikki ledigur [...] sum hoyrdist um alla redina og sum var í støðugum sambandið við sonin Gunnar heima í Føroyum. Her var næsta og triðja ættarliðið í familjufyritøkuni í gongd úti í stóra heimi. Og hóast Poul, heldur enn [...] skipið hjá Jóhan í Hoyvík, »Váðasteinur« stóð í gerð. Hann var latin eigarunum árið eftir. »Váðasteinur« var eitt nýbrot stílmessiga og bar frá øðrum línubátum, og hann er vakur enn. Tað var ógvuliga áhugavert
Jógvan greiðir í hesum sambandi frá um Tausen-ættina í Føroyum, sum gav honum hugskotið til hesa bókina. Hans Tausen var ein teirra, ið stóð á odda fyri reformatiónini í 1500-talinum í Danmark, og hann [...] Hóast Jógvan nú er í gongd við sína fimtu krimi, fer hann at skriva fleiri verk um føroyskan skaldskap í nærmastu framtíð. Hetta verður gjørt sum liður í hansara starvi á universitetinum í Keypmannahavn. Ongantíð [...] Hannisi at finna fram til sannleikan í málinum. Og lesarin skal brynja seg til ta heilt stóru samansvørjingina, tí hóast søgugongdin mest fer fram í dagsins Føroyum, hevur hon træðrir heilt aftur til Miðøldina
leingi hevði roynt við Ísland, var “Riddarin” úr Trongisvági, sum var merkt TG 308. Hon var smíðað úr eik í Plymouth í Onglandi umleið 1885 og var 90 bruttotons. Hon var deyðsiglari til 1927, men tá fekk [...] Næstan allir dugdu at svimja, og heilt stutt var í land. Ein maður var eftir í bátinum. Og var tað Petur Nielsen, sum var elsti maður, hóast hann ikki var meira enn gott 40 ár. Báturin holvdist yvir Petur [...] tískil tíðliga krígspensjón. Eitt summar Aksal var í Føroyum, setti hann saman við øðrum lýsing í bløðini og kallaði áhugað til fundar í Havn. Hetta var nokk ein tann fyrsti neistin, sum setti gongd á
framman hjá andstøðuni í Føroyum við upplýsing um og avdúking av slíkari demagogi. Sjálvt Erlendur Patursson hevði ikki hættað sær at verið so primitivur í síni søguskriving, og hann var annars ikki blúgvur [...] royndin er frá sjálvum propagandaministaranum Høgna Hoydal, sum í lítlum donskum bóklingi roynir at forfalska føroyska eftirkrígssøgu. Í hesi desperatu bók leypur hann allar pínligar veruleikar og præmissur [...] mentan, sungið danskar sangir v.m. Hetta var fyri flestu útisetar vamlisligur lesnaður. Tí øll vita, at júst hesin sami Hoydal saman við kommunistinum Arne Skovhus var við til at skriva eitt hitt fúlasta álop
4. partur Hjá ungdómi á Tvøroyri var nóg mikið at fáast við. Eitt av hesum var losjan, har eg var virkin í fleiri ár umframt at eg eisini var skóti. Í losjuni var nógv virksemi. Tað vóru fundir mikudagar [...] fyri losjuni, var Jens Gudmundsen. Tað var kanska óbeinleiðis gjøgnum losjuna, at eg kom í samband við Poul. Ein gubbi hansara var eisini losjulimur. Poul var í Íslandi og bygdi flogvøll í 1941, tá ið hann [...] til havs sum út á bankan. Sum nevnt var Poul eisini við til at byggja flogvøllin í Reykjavík í 1941. Tá var tørvur á arbeiðsmegi í Íslandi og tørvur á arbeiði í Føroyum, so hetta kom væl við hjá føroyingum
kom niður aftaná, at Lias var farin upp aftur til Føroyar. Tann 28. juni 1948 kom eg so í starv á umboðsstovuni og var har í 54 ár. Tað var nógv, sum mátti havast í huga. M.a. var neyðugt fyri hvønn túr at [...] teirra var eiðismaðurin Hans Jacob Ellingsgaard, sjómanstrúboðari. Tað fyrsta sambandið, eg hevði við Ellingsgaard, sum hann var kallaður í Aberdeen, var eftir, at eg var komin niður higar í apríl í 1946 [...] g” var á veg niður til Onglands eystaneftir at landa fyrstu veiðuna, skuldu teir landa í Aberdeen, - tað var eisini her hann var bygdur. Men tað fyltist inn við skipum, og einki pláss var eftir. Í Aberdeen
Lützen var sonur Henriettu, dóttir gamla Restorff, og Jacob Lützen, sum var sonur tann A.C. Lützen, sum var fyrsti Lützen í Føroyum. Tað var hann, sum datt deyður niður, tá ið hann talaði fyri kongi í 1874 [...] at hann doyði í 1905. Men í 1904 fær ein genta í Klaksvík ein son, har hann samb. kirkjubókini verður sagdur av gentuni at vera pápin, men hann noktar, sum vanligt var í slíkum málum. Í dag er tað alment [...] tá Danmark varð hersett av Týsklandi í 1940, var han staddur í Føroyum, meðan konan og døturnar vóru staddar í Danmark, og tey sóust ikki aftur fyrr enn kríggið var av. Ein dóttir hansara er annars Bysse
ein slanguklemma var farin. Tá ið klemman var skift, var alt í lagi aftur, og ferðin helt fram. Hjá okkum fór eitt oljurør at leka, tá ið vit vóru einar 30 fjórðingar úr landi. Hetta var eitt spíss-rør, [...] eldur kom í bátin, og vit noyddust at leypa í havið. Til tess at tryggja mær, at telda og myndir ikki endaðu í havinum, um ringast vildi til, pakkaði eg telduna í lugarinum og setti hana aftast í bátinum [...] Havnarskrivstovuni í Havn um 01.30-tíðina leygarmorgunin. Ein góð og hendingarrík ævintýrferð var at enda komin. Við hesum er sjálv ferðafrásøgnin liðug, men Sosialurin, sum var við í bátaferðini í Hetlandi, hevur
heilt av brúnni, niður á dekkið og niður í maskinrúmið. Samlaða talið av føroyingum á nevnda túri var 33 og tjóðin, sum annars var best umboðað við manningartali, var Pólland við 32 fólkum. Annars eru nógvir [...] Norrønu í mars 2004, men hann hevur áður verið við gomlu Norrønu. Avloysari hjá honum í skiparastólinum, tá hann er í landi, er Hendrik Hammer. Byrjaði á dekkinum Regin Sørensen, sum vit nevndu í byrjanini [...] sama felag í eini fýra ár. - Meðan eg var við, flaggaði reiðaríið skipini um, og eg náddi at fáa tey seinastu fýra árini hjá hesum felag. Hóast Alfred og Regin hava siglt hjá sama reiðaríi í nøkur ár, hava