eru styrkismettir til nummar 60. Høgni Egilstoft Nielsen hevur frí í dag. Í staðin telva Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol. Dystirnir í dag byrjaðu klokkan 10:30 okkara
telvararnir høvdu væl hægri rating á øllum borðum í dag, kortini eydnaðist ongum at vinna. Helgi Dam Ziska var ikki við í dag. Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard telvaðu allir remis [...] upprunaliga úr Andorra. Tveir stórmeistarar eru á liðnum, báðir eru at kalla javnsterkir við Helga Dam Ziska. De La Riva hevur m.a. verið spanskur meistari. Kortini eru seinastu úrslitini hjá Andorra merkisverd [...] í rating, sum nú er. Tí er at vóna, at føroysku telvararnir geva okkum ein góðan spurt. Helgi Dam Ziska var ikki við í dag - spurningurin er, um vit yvirhøvur hava ráð til slíkt luksus, tá hinir ikki fáa
Bæði Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen fingu javnt á ovaru borðunum móti sterkastu telvarunum hjá Argentina. Á niðaru borðunum noyddust okkara menn til endans at leggja kongin. Leingi var líkt [...] tí 3-1 til Argentina, sum er styrkismett nummar tretivu í kappingini. Góða gongdin hjá Helga Dam Ziska stendur við. Hann hevur nú fimm stig í sjey dystum á 1. borði. Í dag var serliga hugaligt at síggja
vit Brasil. Vit taptu 3-1 móti sterka liðnum úr fólkaríka landinum, men á 1. borði gjørdi Helgi Dam Ziska tað bragd at vinna á GM Rafael Leitao (2620) í stórum stíli - uttan iva eitt av bestu talvunum hjá
Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard vunnu síni talv, men Høgni Egilstoft Nielsen tapti. Helgi, Rógvi og John telvaðu allir væl og vunnu sannførandi, men Høgni var tikin á bóli av sera ágangandi [...] og fekk ikki vart seg fyri hættisliga álopinum, ið walisin setti í verk. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er toppskjútti á føroyska landsliðnum. Hann hevur higartil fingið 4½ stig á 1. borði í seks dystum
hava vunnið stórsigrar á Libanon í seinastu dystunum landanna millum. Men ikki hesa ferð. Helgi Dam Ziska gekk undan sum gott fyridømi og vann sannførandi við svarta fólkinum á 1. borði, men Egilstoft-brøðurnir [...] av teimum 188 liðunum, men eftir styrkitølunum eru Føroyar mettar til at vera nummar 60. Helgi Dam Ziska er tó undantakið. Hann er tann einasti av føroysku telvarunum, sum heldur sítt ratingtal. Hinir ganga [...] skjótt. Og kappingin er ikki hálvrunnin enn. ##med2## Úrtøkan hjá hvørjum sær er hendan: 1. Helgi Dam Ziska 3½/5 2. Høgni Egilstoft Nielsen 2/5 3. Rógvi Egilstoft 2/4 4. John Rødgaard 1/3 5. Luitjen Akselsson
Føroyar taptu í gjár fyri Kroatia, sum er styrkismett nummar 17. Vit fingu eitt hálvt stig. Helgi Dam Ziska var meistari fyri tí. Helgi var ógvuliga tryggur við hvíta fólkinum, og misti ongantíð javnvágina
Tað var føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, sum á 1. borði tryggjaði okkum eitt hálvt stig í dystinum. Helgi hevði við hvíta fólkinum fult tamarhald á talvinum frá byrjan at enda móti sterkasta telvaranum
minniligasta hjá sær, og hann mælti øllum at fara til Føroyar at ferðast. Hann rósti eisini Helga Dam Ziska, og segði, at teir høvdu telvað javnt sínamillum í EM-kappingini í 2011. Peter Leko, sum í síni tíð
liðnum eru stórmeistarar; miðalstyrkitalið er 2625. Styrkitalið hjá okkara stórmeistara, Helga Dam Ziska, er 2549. Helgi telvar á 1. borði móti Abdusattorov Nodirbek, sum er heimsmeistari í kviktalvi. Usbekistan