Føroyar eru styrkismettar væl ovari enn Libanon. Føroysku telvararnir høvdu hægri styrkitøl á øllum borðum, og Føroyar hava vunnið stórsigrar á Libanon í seinastu dystunum landanna millum. Men ikki hesa ferð.
Helgi Dam Ziska gekk undan sum gott fyridømi og vann sannførandi við svarta fólkinum á 1. borði, men Egilstoft-brøðurnir úr Sandavági máttu báðir sættast við remis. Og á fjórða borði tapti 16 ára gamli Luitjen, sum er við á OL á fyrsta sinni.
Skal ein leyslig støðumeting gerast av føroysku úrtøkuni eftir fimm dystir, má staðfestast, at vit liggja heldur lægri enn tað, ið vit eru styrkismettir til. Føroyar eru í løtuni nummar 97 í røðini av teimum 188 liðunum, men eftir styrkitølunum eru Føroyar mettar til at vera nummar 60.
Helgi Dam Ziska er tó undantakið. Hann er tann einasti av føroysku telvarunum, sum heldur sítt ratingtal. Hinir ganga allir eitt vet aftur, sum nú er. Men hetta kann broytast skjótt. Og kappingin er ikki hálvrunnin enn.
##med2##
Úrtøkan hjá hvørjum sær er hendan:
1. Helgi Dam Ziska 3½/5
2. Høgni Egilstoft Nielsen 2/5
3. Rógvi Egilstoft 2/4
4. John Rødgaard 1/3
5. Luitjen Akselsson Apol 1/3
Sætta umfar er í morgin. Seinni í kvøld vita vit, hvørjum Føroyar telva ímóti. Men ikki fyrr enn í morginári, verður liðið sett.
Hósdagurin er einasti frídagurin á olympiaduni. Fríggjadagin verður so tørnað til aftur, og tá verður ikki helmað í, fyrr enn liðugt er týsdagin 9. august.












