at verða. Talan var um framúr liðavrik hjá teimum myrkabláu og hvítu. Serliga hugaligt var tað at síggja, at KÍ ikki gav skarvin yvir, tá ið danski liðformaðurin hjá Malmø FF Anders Christiansen eftir ein [...] tíma umsetti brotsspark til 2-1 leiðslu. Eitt ivamál hevur verið, hvussu væl fyri teir spælararnir hjá KÍ eru, sum leingi hava verið skaddir. Beinanvegin eftir, at hann varð skiftur inn, var tað Hallur [...] við til at lyfta heimaliðið til endaspurtin, sum bar við sær bæði 2-2 og 3-2 sigursmálið. Malmø venjarin var ikki nøgdur við gongdina og skifti síðstu løtuna fimm spælarar inn. Men tað var KÍ, sum átti
skrivað sáttmála við Mikkjal, og loyst hann úr starvinum hjá Fredrikstad í úrtíð. Tað sum gleðir Venjarafelag Føroya er, at føroyskur venjarin kann koma upp á tindarnar í útlandinum. Sjálvandi kemur einki [...] byggja upp, eitt annað er at halda støðið og at byggja víðari, hetta er ein av mongu eginleikunum hjá Mikkjali. Mikkjal er sera nærlagdur, við tí hann ger og setir sær fyri. Áhaldandi góða venjaraarbeiði
gevst eftir 54 dystir sum danskur landsliðsvenjari. Tað upplýsir DBU í tíðindaskrivi. 52 ára gamli venjarin hevur verið í starvinum í fýra ár, har hæddarpunktið var EM-hálvfinalan móti Onglandi í 2021. Ritzau [...] hevur tørv á nýggjari orku. Liðið hevur tørv á nýggjari orku eftir EM í Týsklandi, er niðurstøðan hjá nú fyrrverandi landsliðsvenjarnum av seinasta endaspælinum. Tí leggur hann frá sær og handar leiðsluna [...] fyri liðið, sigur Kasper Hjulmand. Hann varð settur sum landsliðsvenjari í 2020, eftir at sáttmálin hjá Åge Hareide var úti. Norðmaðurin skuldi faktiskt staðið á odda fyri landsliðnum ígjøgnum EM tað sama
liðum kvinnu- og mansliðini hjá H71 og VÍF skulu møta í European Cup. HSF skrivar: - Lutakast hevur verið til European Cup hjá monnum og kvinnum, har H71 og VÍF luttaka hjá monnum og kvinnum. Lutakastið [...] Lutakastið háttaði seg soleiðis: Kvinnur 1. umfar (reelt 2. umfar) : Jomi Salerno (Italia) – VÍF H71 – Cyview Developers Latsia (Kýpros) 64 lið luttaka í kappingini og verður byrjað við øðrum umfarið, sum verður [...] verður leikt í viku 40 og 41, fyrst í oktober. Menn 2. umfar: VÍF – Handball West Wien (Eysturríki) H71 – SSV Brixen Handball (Italia) 20 lið spæla í 1. umfari, men koma føroysku liðini uppí í 2. umfarið
tað er staðfest, at Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari hjá AIK Stokholm. Besta liðið venur í Karlberg í Stokholm, og hósdagin fer føroyski venjarin fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina av venjingini. AIK [...] Solna í Stokholm. Fyrsti heimadysturin hjá AIK við Mikkjali Thomassen sum venjara verður ólavsøkudag, 29. juli, og eisini tá verður mótstøðuliðið GAIS. Á heimasíðuni hjá AIK er í kvøld grein um nýggja venjaran
frá sær sum landsliðsvenjari. Eitt navn, ið verður nevnt sum ein møguligur avloysari, er Eddie Howe hjá Newcastle. 53 ára gamli Gareth Southgate hevur verið enskur landsliðsvenjari í átta ár. Hann hevur [...] ð er lítið hyggjaravinarligt. Tað kann tó ikki takast frá Gareth Southgate, at hann er ein tann venjarin, sum yvir tíð hevur staðið seg besta av øllum. Ongland eigur bara ein stóran altjóða sigur. Tað
venjari. Tað hevur gingið sera væl hjá norska liðnum, og teir fluttu upp í bestu deildina í fjør. Eisini hevur gingið væl í ár í bestu deildini. Men vælumtókti venjarin skal ikki longur standa á odda fyri [...] fyri Frederikstad. Tað skrivar heimasíðan hjá Frederikstad FK nú. – Takk fyri reisuna, álitið og kærleikan. Eg eri tykkum óendaliga takksamur. Fylg dreyminum, sigur Mikkjal Thomassen har. Sambært svenskum
nógv og hart fyri. Vit fylgdu øllum ætlanunum alla tíðina, og eg eri erri av avrikinum hjá spælarunum, segði venjarin Signe Pries Andersen. Heidi Sevdal var á landsliðnum fyri 87. ferð, og hon skoraði mál [...] Tað hevur verið langt millum sólstrálurnar hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Burtursæð frá 4-0 heimasigrinum ímóti Andorra 31. mai, so hevur tað gingið illa við málskjótingini, og tað hevur verið heilt langt [...] hevur víst. Fríggjadagurin 12. juli 2024 fer at verða minstur fyri, at tá var stóra gjøgnumbrotið hjá kvinnulandsliðnum. Tað hevur verið arbeitt við tí í langa tíð, uttan at tað er eydnast serliga var
Tað gekk ikki hjá B36, sum í kvøld royndi seg í Riga í Lettlandi, har talan var um fyrra dystin í Europa Conference League. Mótstøðuliðið var FK Auda, og heimaliðið vann 2-0. Fyrra málið varð skorað í [...] teir skoraðu til 2-0. Møguleiki er framvegis fyri, at tað fer at eydnast á heimavølli, sigur B36 venjarin Magne Hoseth í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum. FK Auda – B36 2-0 (1-0) Skonto stadion
Mirza er ein ógvuliga royndur miðverji. Hann er uppaldur í akademinum hjá GAIS í Svøríki, har hann eisini spældi á besta liðnum hjá felagnum. Hann hevur spælt bæði í Norra og Íslandi, so hann kennir eina [...] við báðum beinunum. Tað gevur fleiri møguleikar í uppspælinum, sigur venjarin. NSÍ liggur í løtuni á fjórða plássi í Betri deildini hjá monnum. [...] eina mentan, ið líkist tí føroysku, sigur Jens Wedeborg, venjari hjá NSÍ. Tey seinastu fýra árini hevur Mirza Mujčić spælt í Sveis. - Vit fáa ein sera royndan miðverja, sum vil spæla bóltin upp og sum er