U19: Hópurin til EM úttikin

Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Sigtór Petersen, hevur úttikið hópin, sum frá 25. november til 4. desember skal taka lut í EM-undankapping í Serbia

Jonnhild á Sondum og hinar U19 genturnar fara um mánaðarskifti til Serbia, har EM-undankapping er á skránni - Mynd: www.FSF.fo

Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Sigtór Petersen, hevur úttikið hópin, sum frá 25. november til 4. desember skal taka lut í EM-undankapping í Serbia, skrivar Fótbóltssambandið.

 

– Hetta verða tríggjar spennandi uppgávur, har vit veruliga sleppa at royna okkum ímóti trimum sterkum fótbóltstjóðum, og vit fara sjálvandi eftir at fáa so góð úrslit sum tilber, samstundis sum vit skulu fyrireika hesar genturnar til A-landsliðið, tá tann tíðin kemur.

 

Tað sigur Sigtór Petersen, høvuðsvenjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum nú fyrireikar seg til EM-undankappingina, sum verður í Serbia frá 27. november til 3. desember. Umframt Føroyar og Serbia, eru Eysturríki og Kekkia eisini í bólkinum.

 

Av teimum 18, ið eru úttiknar til kappingina í Serbia, eiga HB, KÍ og NSÍ fýra spælarar í part, meðan hini feløgini, ið eru umboðað, eru B36, Skála, Víkingur og Fortuna Hjørring í Danmark.

 

Hópurin:

 

Brá Zakariasardóttir, Fortuna Hjørring (Danmark)

 

Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36

 

Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB

 

Lea Tórarenni Johannesen, HB

 

Lisa Haraldsen, HB

 

Teresa Jacobsen, HB

 

Eydna Olsen Dalheim, Víkingur

 

Fríða Magnussen, Víkingur

 

Sólja Ernstsdóttir, KÍ

 

Sólja Vinjardsdóttir Johansen, KÍ

 

Vár Johannessen, KÍ

 

Elspa Maria Zachariassen, KÍ

 

Jonnhild á Sondum, NSÍ

 

Natalia Dansdóttir Olsen, NSÍ

 

Rannvá við Streym, NSÍ

 

Helga Mikkelsen, NSÍ

 

Jakobina Bergsdóttir, Skála ÍF

 

Ingrið Berg Rasmussen, Skála ÍF

 

Dystaskráin:

 

27. nov. Serbia – Føroyar

 

30. nov. Eysturríki – Føroyar

 

3. des. Føroyar – Kekkia

 

Jonnhild á Sondum og hinar U19 genturnar fara um mánaðarskifti til Serbia, har EM-undankapping er á skránni - Mynd: www.FSF.fo