2024, var, at eg misti mína høgt elskaðu ommu, Jakobinu Nielsen hin 26. november í ár. Hon var mín besti vinur, og hon var meira enn ein omma fyri meg. Hvørjar vónir hevur tú fyri 2025? - Mínar vónir fyri [...] Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár? - Eg fari at halda nýggjár á Strondum. Fari at bjóða mínari familju og vinum til nátturða. Nikolina Nielsen sigur, at tað verður kalt borð til nátturða, og tey [...] fýrverk saman. - Vit fara at lurta eftir nýggjársrøðuni, hyggja eftir Mr. Bean og 90 ára føðingardegnum. Hon vísir á, at vanligt hevur verið at farið út í bygdahúsið til nýggjárshald. - Í ár verður kyndlagonga
kann tað kennast, sum Marjun Syderbø Kjelnæs skrivar í bókini: Marta, Marta: “Við eitt saknaði hon tað, sum hon var uppvaksin við; friðin og frástøðuna frá øllum.” Men frástøðan er nú burtur. Vit eru partur [...] fryntlig, men tosaði ikki føroyskt. Eg skuldi keypa fimm hondverkarar. Eina løtu var eg í villareiði. Tí hvussu sigur tú á enskum, at tú skalt keypa ”hondverkarar”? Please give me five carpenters? Eg mátti smílast [...] støðugt ansa eftir, at vit ikki missa tamarhaldið. Savningarmegin í samfelagnum má ikki vera hótt. Hon skal áhaldandi byggja á okkara mál, okkara mentan og okkara siðaarv. *** Vit mugu eisini byggja á okkara
Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár? - Annaðhvørt ár verður nýggjárið hjá okkum hildið uttan børn, og í ár eru tey hjá hinum foreldrinum. Í ár verða maðurin og eg sostatt einsamøll heima á nýggjárinum [...] Vit duga væl at hugna okkum saman, og kvøldið verður heilt víst hugnaligt, romantiskt og festligt. Hon sigur, at tey plaga eisini at luttaka í nýggjárshaldinum hjá eigarafelagnum við faklagongu og báli [...] fyrsta sinni. Majbritt Lamhauge sigur, at tað besta var tó í summar, tá mamma hennara bleiv 75 ár, og hon saman við hinum trimum systkjunum við familju feiðraðu mammuna eitt vikuskifti í Skálavík. - Tað var
Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár? - Nýggjárið byrjar við nýggjársbrunsj í Klaksvík heima hjá mammu og babba saman við mínum fýra systkjum við familju. Kvøldið verður hildið heima hjá okkum sjálvum [...] sjálvum í Havn. Tað sigur Sóley Heradóttir Hammer. Hon vísir á, at seinastu árini hava tey etið sushi nýggjársaftan, so tað er mest sum blivið ein siðvenja nú. - Á midnátt standa vit úti á altanini við sjampanju [...] Sjálv dámar mær ikki at skjóta fýrverk, men eg kann strekkja meg til nakrar stjørnukastarar, sigur hon brosandi. Hvat var tað besta, sum hendi í 2024? - Alt í alt var 2024 eitt gott og hendingaríkt ár við
doyðu í barsilssong. Sigrid vísir á, at tá hon las bókina, skilti hon, at var eingin menning farin fram innan barnsburðarøkið, hevði hon doyð 28 ára gomul, tá hon skuldi eiga sítt fyrsta fødda. Tríggjar ferðir [...] teirra, at hon hevði lisið vísdómsorð í einum blaði, sikkurt “Vi unge” ella líknandi, at um mann sigur ja til avbjóðingar, so blívur lívið spennandi. Hesi gyltu vísdómsorð hava fylgt okkum. Hon sigur, at [...] Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár? - Nýggjársaftan er altíð eitt stuttligt kvøld, tá vit siga gamla árinum farvæl og takka fyri. Vit byrja kvøldið heima við einum góðum bita, boblum og njóta útsýnið
eftir, at Margreta drotning boðaði frá, at hon legði frá sær, fer Fríðrikur kongur at halda sína fyrstu nýggjársrøðu í kvøld. Her kanst tú lesa um røðuna og hvussu hon er gjørd: * Fríðrik kongur heldur røðuna [...] politiski viðmerkjarin Hans Engell, sum í nógv ár hevur fylgt kongsfamiljuni og donskum politikki. Júst hvussu nógv fólk vóru við, er tó óvist. - Rundan um kongin eru hóvstjórin hansara og kabinetskrivarin við
Barnatalið er lægri í ár enn í fjør. Vit hava ikki greinað tað ordiligt enn, men vit hava umhugsað, hvussu tað ber til, sigur Turið Horn, sum er nevndarlimur í Barnabata, men vísir á, at tað ikki merkir, [...] gera eitt veldugt arbeiði eisini. Lønarhækkanin, sum nógv hava fingið, ger kanska eisini mun, sigur hon og heldur fram: – Vit hava lagt merki til, at tað eru nógv fleiri kvinnur, altso stakar mammur. Eg [...] er gerandisdagurin hjá hesum børnunum. Ikki bara nú um jólini, men eisini restina av árinum, sigur hon. – Alt hetta prátið um børn í fátækravága kemur fram um jólini, men aftaná jólini, so heldur støðan
ferðir, skrivar BBC. Tað nærkast framvegis, men royndin jólaaftan er met. Tá hon er nærmast yvirflatuni á sólini, kemur hon fyri í eini fjarstøðu uppá 3,8 milliónir míl - svarandi til 6,2 milliónir kilometrar [...] vænta granskarar ikki at fáa signal frá rúmdarsonduni fyrr enn leygardagin, og harvið svar uppá, um hon hevur klárað uppgávu sína. Høvuðsvísindafólkið hjá Nasa, Nicola Fox, sigur við BBC, at Sólin hevur [...] ikki ordiliga uppliva atmosferuna hjá stjørnu okkara, uttan so at vit flúgva ígjøgnum hana, sigur hon. Sólin er miðstjørnan í sólskipanini og stjørnan, sum liggur nærmast jørðini. Rumdarfarið varð sent
komi eg saman við nógvum fólki upp á ein øðrvísi máta. Hon vísir á, at jóladagarnir saman við familjuni eru øðrvísi enn aðrir dagar, og eitt nú hava hon, maðurin og børnini altíð jólafrokost saman. - Jólini [...] gjørt øðrvísi. Hvussu geri eg næsta árið enn betur? Men, eg royni eisini at minna meg á, at tá eg geri tað besta, eg kann í tí støðu, eg eri í – ja, so er tað okey. Jóhanna sigur, at hon um jólahøgtíðina [...] frið, har hon eisini fær høvi at hugsa í tí stilla. - Eg tosi við tey farnu, eg biði, og eg syngi altíð við grøvina – uttan at hava ein tóna skaptan. Ja, friðurin har úti ger okkurt við meg. Hon heldur,
givið út bóklingin, hon kallar “Frá Mumi til Hundasletur - og alt har ímillum”. Hon vísir á, at upprunaliga skrivaði hon eina søgu til eina stuttsøgukapping um tey átta norðurlondini. Hon brúkti fleiri dagar [...] Tískil mátti skrivast av nýggjum. Hon vildi gjarna vinna stuttsøgukappingina, men tá tað ikki eydnaðist, umhugsaði hon at geva upp. Men, fólk bóðu hana skrivað umaftur, og hon setti sær fyri at geva søguna [...] barnatekst og so snúði hetta seg eisini um norðurlond. Beinta sigur, at hon tosaði við sonin og vinfólkini hjá honum og teirra vinfólk annars. Hon setti seg eisini í samband við familju. - Eg vildi vinna! Fyrst