(25-17, 25-15 og 25-13) Ígjár vunnu Føroyar í somu høll 3-2 á Íslandi. Komandi vikuskiftið spæla okkara tveir dystir á heimavølli í ítróttarhøllini á Sandi. Fríggjakvøldið klokkan 19 spæla Føroyar móti Aserbadjan [...] manslandsliðið í flogbólti spældi í dag annan dystin í Silver League. Á Digranesi í Íslandi taptu Føroyar í dag 0-3 fyri Svøríki. Frægast gekk í fyrsta setti, men munurin var greiður í øllum trimum settunum
Fundurin var á sendiharrabústaðnum hjá Brasil í Keypmannahavn. Á fundinum handaði ráðharrin landsstýriskvinnuni eina landagóðkenning av Føroyum. Landagóðkenning er týdningarmesta stig á leiðini til, at [...] fekst fyri saltfisk í Evropa. Í fjør vóru umboð fyri brasilska matvørumyndugleikan á eftirlitsvitjan í Føroyum. Vitjanin gekk væl, og úrslitið er, at Føroyar nú hava fingið landagóðkenning frá Brasil. Góðkenningin [...] brasilsku myndugleikunum og kemur framyvir at standa fyri øllum heilsufrøðiligu viðurskiftunum við Brasil. Á fundinum umrøddu landsstýriskvinnan og vararáðharrin eisini, hvussu samhandil og samstarv landanna millum
Tað nógva á Eiði í dag hevur snúð seg um, at kongshjúnini vóru í bygdini. Meðan kongshjúnini vóru vertir fyri innbodnum umborð á Dannebrog fóru teir næstbestu hjá EB/Streymi á vøllin í Hólmanum, har teir [...] segði, at talan kundi verða um javnan dyst, tí bæði EB/Streymur og Víkingur høvdu 16 stig. Men tað gekk heilt øðrvísi, enn tað kanska varð roknað við. Fyrrverandi EB/Streyma spælarin Gert Hansen er venjari [...] 2010 og 2011. Hetta var onnur ferðin í ár, at EB/Streymur legði rygg til 8-0 tap. Fyrra ferðin var á útivølli ímóti Skála. Málini í fyrra hálvleiki í kvøld skoraðu Fannhard Skoradal, tá ið eitt lítið korter
tíðina, var ætlanin at sláa ring á bryggjuni, og hetta varð eisini gjørt. Pól Arni Holm úr Hamradun skipaði, og spardi seg ikki, og tað gjørdu hini heldur ikki, og dansurin gekk so lystliga. Ein kann siga, [...] ferðin hjá kongshjúnunum endaði við einum braki. Eftir dansin fóru kongshjúnini umborð á kongaskipið. Í morgin vitja tey á Eiði. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## ##med7## ##med8## ##med9## ##med10##
Óviðkomandi verða biðin um at halda seg burtur frá grindaøkinum, sigur vaktleiðarin á politistøðin í Havn, sum hevur boðini frá sýslumanninum. Grindaøkið er ein fjórðing í allar ættir – eisini uppeftir [...] uppeftir. Ein fjórðingur er 1.852 metrar. Grindin gjørdi landgongd í Leynum, og drápið gekk væl. Eingin var sum órógvaði drápið, upplýsir vaktleiðarin. Gindin verður skorin upp í Kvívík og í Leynum, tí er grindaøki
er øðrvísi. - HSK hevur ongan bát við í ár. Vit royndu at fáa eina gentumanning, 14-16 ár, men tað gekk ikki. Vit mangla eina ella tvær. Í fjør eydnaðist at hava eina gentumanning við, og vit høvdu vónað [...] navnið Snæbjørn, og hin fyrri báturin fer so aftur til Sands, haðani hann kom, sigur Rúni Thomsen. Herja á aftur - Tað er ikki altíð lætt at savna fólk í smærru økjunum, sigur Rúni Thomsen. - Og so er tað eisini [...] ólavsøku, sigur formaðurin. Men formaðurin í nokkso nýggja felagnum hevur ikki mist mótið. - Vit herja á aftur næsta ár, og vónandi hava vit tá eina manning, umframt eina manning til barnaróður, sigur Rúni
endaði við, at eg bleiv yvirhálaður á strikuni, segði ein vælnøgdur Pauli eftir annaðplássið ígjár. Aftur á sigurspallin Í dag megnaði Pauli aftur at vinna sær eitt pláss á sigurspallinum. Jútland var sum [...] eru fýra vikur til leikirnir byrja. Á føroyska landsliðnum í vegsúkkling eru í ár bert tríggir súkklarar. Ein kvinna og tveir menn. Súsanna Skylv skal umboða Føroyar á Orkney, og tað skulu Niklas Hallgren [...] Næsta kapping hjá føroysku landsliðssúkklarunum var í Hobro. Sunnudagin gekk aftur gott hjá Súsonnu. Hon vann silvur, tá hon kom á mál sentimetrar aftanfyri vinnarin. Pauli fekk somuleiðis eitt gott úrslit
í fyrra hálvleiki á odda 1-0 við rimmar skoti úr 23 metrum. Tað bar við sær, at tað gekk fyri seg eftir treytunum hjá gestunum, men tá ið ein tími var farin, sást tað, at orkan gekk undan hjá gestunum [...] eftir steðgin. Páll A. Klettskarð var í tveimum støðum, har hann á góðum degi á KÍ liðnum hevði skorað. Higartil hevur hann ikki skorað á landsliðnum. Adrian Justinussen royndi seg við langskotum, og aðrir [...] úr høgru javnaði til 1-1. Hann hevur í 15 dystum verið á vøllinum í 496 minuttir, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti á landsliðnum. Sum seinni hálvleikur leið, kendist tað vera
systkin og foreldur. Hon kom síðani inn á Einar sum tannáring, har hann kom nógv inn á gátt í Toftalíð, har grannaløgini øll vóru hvørjum nær. Hon kom eisini inn á, at Einar altíð kom inn til konditaríið [...] elskaðu her í bygdini, kanska tí hann elskaði øll sjálvur og gjørdi ikki mun á fólkum. Eg arbeiddi eisini saman við Einar á fiskavirkinum Polarfrost í Vági. Har var hann eisini sera avhildin sum persónur [...] spældi uppá guitar og var eisini DJ í eitt mannaminni. Har hann m.a legði plátur á rundt um í Føroyum og okur í Vági minnast á góðar løtur m.a í klubbanum. Har hann fekk øll at svinga. Sum nevnt elskaði hann
Í ár gekk leiðin Hvítusunnudag til Víkarbyrgis og í góðveðrinum tíðliga var stór fjøld komin saman á Garðabrúgv, har tað sum vant var sálmasangur og bøn undir leiðslu av Sámali Midjord frá Frelsunarherinum [...] rinum og Orðið á borðið, áðrenn farið var avstað. Sámal minti á týdningin at hava Jesus við sær, ikki bert í báti, sum vit ofta hoyra greitt frá úr farnari tíð, men eisini í lívsins viðurskiftum ídag. [...] veðrinum, og eisini vóru fleiri smábátar á Víkarfirði. Kirkjan, báturin og týdningurin av hesum báðum hevur enn nógv at siga í samfelagnum. Hetta blivu vit mint á, og siðin at syngja tá ið lagt verður frá