Føroyar fóru frá katastrofuni og til fagnaðin

Árni Frederiksberg skoraði við hornasparki fyri fyrstu ferð á landsliðnum, og innskifti Patrik Johannesen skoraði sigursmálið

Katastrofan lúrdi, men hon varð ikki veruleiki. Inntil tað restaðu 19 minuttir var Gibraltar frammanfyri 1-0. Tá var tað, at Árni Frederiksberg við beinleiðis hornasparki úr høgru javnaði til 1-1. Hann hevur í 15 dystum verið á vøllinum í 496 minuttir, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti á landsliðnum.

 

Sum seinni hálvleikur leið, kendist tað vera spurningur um tíð, áðrenn tað fór at eydnast at javna. Liktinstein legði seg miðskeiðis í fyrra hálvleiki á odda 1-0 við rimmar skoti úr 23 metrum. Tað bar við sær, at tað gekk fyri seg eftir treytunum hjá gestunum, men tá ið ein tími var farin, sást tað, at orkan gekk undan hjá gestunum, og føroyska spælið varð alt meiri hugflogsríkt.

 

Beinanvegin eftir at Árni Frederiksberg hevði javnað, vóru tríggjar skiftingar. Daniel Johansen, Hanus Sørensen, Patrik Johannesen og ikki minst Jóan Símun Edmundsson gjørdu mun, og tað var Patrik Johannesen, sum fimm minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið.

 

Innleggið úr høgru átti Jóannes Kalsø Danielsen, sum blomstraði í seinna hálvleiki.

 

-Vit spældu so nógv betur enn móstøðuliðið í seinna hálvleiki, og tí var tað einki annað enn rímiligt, at tað eydnaðist at skora sigursmálið. Sjálvandi er tað hugaligt hjá mær at vera málskjútti, men liðið avrikaði væl, sigur Patrik Johannesen.

 

Hetta er aðru ferð, at Patrik Johannesen er málskjútti á landsliðnum. Tað fyrra skoraði hann í vinardysti ímóti Liktinstein 29. mars 2022, tá ið Føroyar vunnu 1-0 í Pinatar í Spania.

 

Meðan føroyska avrikið í fyrra hálvleiki var stirvið og eyðkent av óneyvum sendingum og ikki hugflogsríkum framrættaðum spæli, so vendi tað heilt øðrvísi eftir steðgin.

 

Páll A. Klettskarð var í tveimum støðum, har hann á góðum degi á KÍ liðnum hevði skorað. Higartil hevur hann ikki skorað á landsliðnum.

 

Adrian Justinussen royndi seg við langskotum, og aðrir bjóðaðu seg til, uttan at tað eydnaðist.

 

-Vt vunnu 10 hornaspørk, sum vóru óneyv, og so eydnaðist tað, tá ið eg royndi við beinleiðis skoti. Talan var um tunga uppgávu, tí tað ikki eydnaðist, hóast vit vóru leikliga omaná stóran part av tíðini, hóast teir hava einstakar spælarar, sum megna nógv sjálvir. Tá ið vit høvdu skorað til 1-1, spældu vit sum einglar, og hugaligt var tað at síggja uppspælið hjá Jóannesi í høgru og sigursmálið hjá Patrik, sigur Árni Frederiksberg í samrøðu við Trónd Arge í Kringvarpinum.