Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur fram við sínum ógrundaða orðaskvaldri móti Ukraina, og nú sigur hann, at fíggjarmálaráðharri hansara, Scott Bessent, varð ófólkaliga viðfarin, tá hann herfyri [...] vitjaði í Ukraina. - Scott Bessent varð viðfarin "rættiliga ófólkaliga" á vitjanini í Kyiv, segði Donald Trump, tá hann í nátt var umborð í Air Force One-flogfarinum á veg úr Florida til Washington eftir eina [...] segði, at fíggjarmálaráðharri hansara fór til Kyiv, men fekk eina rættiliga ófólkaliga viðferð. Donald Trump segði, at Volodymyr Zelenskiy lá og svav, og tað var ómøguligt at hitta hann. CNN veit at siga
eftir, at hann var innsettur sum amerikanskur forseti, var Donald Trump harður í sínum atfinningum at russiska forsetanum, Vladimir Putin. Donald Trump heldur, at russiski forsetin átti at gjørt eina friðaravtalu [...] oyðileggur Russland við ikki at gera eina avtalu, segði Donald Trump við tíðindafólk, tá hann kom í Hvítu Húsini eftir innsetanina. Donald Trump segði í fjør, at kríggið millum Russland og Ukraina "rópar" [...] forsetin, Vladimir Putin, Donaldi Trump tillukku við innsetanini sum forseti. Á einum fundi í russiska trygdarráðnum í gjár segði Putin seg vera opnan fyri samrøðum við Trump-umsitingina. Hann segði seg eisini
hvat er galið við honum. Hann drepur óneyðuga mong menniskju. Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, um russiska forsetan, Vladimir Putin, eftir ógvusligu álopini á Ukraina seinastu dagarnar, og [...] sum Putin ger, og eg veit ikki, hvat er hent við manninum, leggur amerikanski forsetin aftrat. Donald Trump sigur, at hann hevur kent russiska forsetan leingi. - Vit hava altíð tosað væl saman, men nú sendir [...] ikki bara ein part av landinum. Um hann vil tað, verður hetta undirgangur hjá Russlandi, sigur Donald Trump.
samstarva. Hetta er næstan sum at blanda olju og edik, sigur Donald Trump. Tað eru kendar orsøkir til, at forsetarnir ikki kunnu semjast, sum Donald Trump tekur til og sipar til russiska álopskríggið á Ukraina [...] Donald Trump sigur, at tað verður trupult at fáa í lag ein fund millum russiska forsetan og ukrainska forsetan. Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag. - Vit fáa at síggja, um Vladimir Putin og [...] forsetin, at tað er óvist, um tørvur er á, at hann verður við á einum møguligum fundi teirra millum. Donald Trump leggur aftrat, at hann "helst ikki" verður við á fundi millum Vladimir Putin og Volodymyr Zelenskyj
skal verða í eina viku. Tað vita ukrainsku myndugleikarnir í dag at siga.. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í dag sagt, at hann fer at koma við einari "stórari" russlandskunngering mánadagin. Tí [...] hetta, sigur seg ikki vita, hvat tað er, sum amerikanski forsetin sipar til í hesari útsøgn. - Donald Trump hevur áður sagt, at hann umhugsar at seta revsititøk í verk móti Russlandi, veit NTB at siga.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, ávarar nú Hamas um, at tað fer at fáa enn størri avleiðingar, um felagsskapurin ikki letur gíslarnar í Gazageiranum leysar. Tað var í kvøld, at forsetin kom við hesi [...] Soleiðis skrivar amerikanski forsetin á sínum egna sosiala miðli, Truth Social. Fríggjadagin upplýsti Donald Trump, USA var í "djúpum" samráðingum við Hamas, og her mælti forsetin Hamas til at leyslata allar gíslarnar [...] ikki at góðtaka uppskotið. Hetta verður mín seinasta ávaring, og tað kemur eingin aftrat, skrivar Donald Trump. Sambært útlendskum miðlum segði Hamas hósdagin, at tey eru til reiðar at gera eina vápnahvíldaravtalu
Amerikanski forsetin, Donald Trump, er enn einaferð bjartskygdur - hesaferð um friðarsamráðingarnar, sum eru í Miðeystri. Í kvøld veit hann at siga, at "... Hamas gongur við til mál, sum eru sera týdn [...] Egyptalandi. - Í samráðingunum luttaka umboð fyri Hamas, Ísrael, Katar og USA, veit NRK at siga. Og Donald Trump er eftir øllum at døma bjartskygdur um gongdina higartil. - Eg haldi, at vit gera stór framstig
Berlingske, Bent Winther, lýsir vitjanina hjá Donald Trump Jr. í Grønlandi soleiðis: "En total ydmygelse av regeringen..." - Sjálvt um hetta er ein privat vitjan, og Trump ikki er tikin í eið sum amerikanskur forseti [...] tíð - kemur eitt flogfar aftrat. Greitt er, at í flogfarinum í gjár vóru fólk, sum skulu fylgja Donald Trump Jr. á ferð hansara í Grønlandi, hagar hann sambært keldum hjá In.fo kemur í dag. Tað er grønlendski [...] uttanríkismálum, Minnguaq Kleist, sum serliga hevur verið tíðindaberin í Grønlandi um hesa serstøku Trump-vitjan. Sjálvur hevur Minnguaq Kleist sagt, at talan er um eina privata vitjan. Men, tað skerst ikki
verða. Útlendskir miðlar vita at siga, at nøkur fólk eru handtikin, eitt nú tí, at ein ljósmynd av Donald Trump og Jeffrey Epstein varð víst á einum torni á Windsor-slottinum. Myndin var ein áminning um sambandið [...] sum ikki er okkara millum meira. Mótmælisfólk hava borið skeltir við ymiskum áskriftum, eitt nú "Trump, tín politikkur luktar..." og "Far heim - tú dálkar Windsor..." Seinnapartin í dag hevur verið roknað
downloadaða app á appstore hjá Apple, eftir at Twitter koyrdi amerikanska forsetan, Donald Trump, av tænastuni. Trump var koyrdur av Twitter, eftir at viðhaldsfólk hansara mikudagin løgdu á Kongressina