Tríggir dystir eru í dag leiktir í SMS-deildini, og í øllum trimum førunum gjørdist talan um greiðar sigrar. Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil heili 42-20 á EB. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda [...] stórskjútti hjá Kyndli. Í dag skoraði Turið 13 mál. Silja Geirsdóttir Eystberg var toppskjútti hjá EB við seks málum. Í KÍ-høllini í Klaksvík vann H71 greitt 34-24 á Stjørnuni. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur [...] hoyvíkskvinnur á odda 18-10. Í høllini í Vestmanna vann VÍF 30-21 á Neistanum. Í steðginum var VÍF á odda 15-12. Tá 14 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 7-7, men eftir tað dróg VÍF frá Neistanum. Tá
Stað: Kafeiin á Gørðunum Tíð: 6. desembur, frá kl 15-18 Tiltakið er ókeypis. Tað er Reyði krossur í Vági og Miðlatún sum skipa fyri. [...] verður ein Jólakafé, har okur fara at bina eina Friðardúgvu, skrivar vagur.fo. Tað er Reyði krossur í Danmark og Arbejdermuseet, sum saman við Frejas knit, hava gjørt eina bindiuppskirft uppá eina dúgvu
siga, at hann verður nýggjur borgarstjóri í Vági. Hann sigur, at hann vil ikki siga tað, fyrr enn avgerðin er tikin. Og tá vit staðfesta, at Tjóðveldi í Vági hevur buktina og báðar endarnar, eftir at [...] seg til rættis í Vágs býráð, spyrja við fyrst valda býráðslimin, Arna Brattaberg úr Tjóðveldið – Vit hava ikki reiðiliga tosað saman seinastu hálvu aðru vikuna, tí onkur av frontunum í flokkunum hava verið [...] at tað fer at vera samband millum flokkarnar í hesi vikuni, men dugi ikki at siga, um nýggja býráðið eisini verður kallað saman – eg eri ikki reiðiliga vísur í tí, sigur Arni Brattaberg. Hóast fyrstvaldur
tann einasta í Suðuroy, tí hon er komin afturat pakkaboksini í Vági. Tilsamans eru 13 pakkaboksir kring landið. Pakkaboksin stendur inni í Bónus-handlinum, og til ber at senda og heinta pakkar í allari up [...] Pakkakotuna fært tú, tá ið tú hevur goldið fyri pakkan antin á posta.fo ella í Posta-appini. Tá ið lúkan letur upp, leggur tú pakkan í boksina og letur lúkuna aftur. ##med2## [...] Í Bónus á Tvøroyri er ein pakkaboks júst sett upp, og tað eru góð tíðindi fyri tey, sum búgva nærhendis, serliga nú upp til jóla. Desember mánaður er háárstíð fyri at senda pakkar av landinum. Pakkaboksin
Í ár verður jólatræið á Minnisvarðaøkinum tendrað sunnudagin 24 november kl 18.00. Soleiðis ljóðaðu upprunaboðini, men veðrið var ikki til vildar. Tí er hetta flutt til í dag kl. 18.00. Hornorkestrið á
fara, og í Miðvági kom fráboðan um eina vindskeið sum loysnaði. Í Havn fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri ikki at halda víkiskylduna í rundkoyringini á Ringvegnum við Norðurlandahúsið. Í gjárkvøldið [...] Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun. Í Vági komu nakrar fráboðanir, eitt nú um takplátu, sum loysnaði, um eitt vindeyga, sum varð sogið út og um ein húsaklædning, sum loysnaði. Eisini av Viðareiði [...] løgreglan eisini fráboðan um ungdómar, sum gjørdu fortreð við at bresta fýrverk ella okkurt annað krút í plastikkfløskum, sum larmaði illa. Men tá løgreglan kom á staðið vóru ungdómarnir flýddir yvir háls
Mortensen. Í Vági skrædnaði Javnaðarflokkurin, tí at Levi Mørk yvirhálaði sitandi borgarstjóra í Vági seinastu fýra árini, Bjarn Johansen, í persónligum atkvøðum. Hóast tað ikki er nøkur lóg, so er tað vanlig [...] ávirkan í meirilutanum. Onkur kann spyrja, hví fólk í sama flokki ikki kunnu samstarva í einum kommunustýri. Men tað er givið frammanundan, at tá eitt slíkt stríð tekur seg upp, sum í Javnaða [...] tann við teimum flestu atkvøðunum tekur seg aftur, so annar sleppur framat. Í Vági var Levi Mørk hesaferð toppskorari í persónligum atkvøðum, bæði á listanum hjá Javnaðarflokkinum, men eisini av
Petur Brattalíð. Men nú er Javnaðarflokkurin í Vági í aðrari støðu, sigur hann. – Tey bæði umboðini hjá Javnaðarflokkinum, sum eftir eru, Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø, hava tí frítt at samráðast við Tjóðveldi [...] Klokkan 8 í morgun fekk Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag boð frá Bjarna Johansen um, at hann hevur meldað seg úr Janaðarflokkinum. Hesum hevur Bjarni Johansen eisini boðað frá í tíðindaskrivi í morgun. – [...] – Javnaðarflokkurin fór til kommunuval uppá at fáa fólk vald í býráðið. Tað eydnaðist okkum at fáa trý umboð í býráðið. Síðani hava vit tosað um at skipa samgongu, tað hava vit gjørt saman við Sambandsflokkinum
Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, tíðindaskrivi, sum er soljóðandi: Talan hevur verið um fleiri innanfloks ósemjur, sum jeg ikki kann standa inni fyri ella vera partur av, og tí havi jeg [...] altíð hevur verið mín flokkur. Jeg fór upp í politikk fyri at kunna gera mun og fyri at gera mítt til, at bæði vágbingar og Vágsbygd skuldu hava tað gott og vera í góðum hondum, men tað ber fyri mítt viðkomandi [...] um at melda meg úr flokkinum. Hesar ósemjur gera, tað er ógjørligt hjá mær at halda fram sum limur í Javnaðarflokkinum, og samstundis vera trúgvur ímóti mær sjálvum og teimum, ið hava trúliga bakkað meg
Eg takki øllum fyri dyggan stuðil á kommunuvalinun, har eg gjørdist toppskorari í Vági við 131 atkvøðum. Tað frøist eg um og eri tykkum øllum takksamur. Somuleiðis vil eg takka øllum, sum valdi okkara [...] øllum nývald og tey sum eru afturvald stórt til lukku. Vónandi kemur eitt nýtt og gott stýri til í Vági, sum kann menna Vág og vágsbygd á enn betri leið. Takk fyri øll! Levi R Mørk