Stormskaðar, klipp í koyrikort og hvøllir brestir í Havn

Tað var nógvur vindur sunnanfyri og norðanfyri í gjár, sum gav nakrar stormskaðar

Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun. Í Vági komu nakrar fráboðanir, eitt nú um takplátu, sum loysnaði, um eitt vindeyga, sum varð sogið út og um ein húsaklædning, sum loysnaði. Eisini av Viðareiði kom fráboðan um, at ryggásin á kirkjuni var um at fara, og í Miðvági kom fráboðan um eina vindskeið sum loysnaði.

Í Havn fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri ikki at halda víkiskylduna í rundkoyringini á Ringvegnum við Norðurlandahúsið.

Í gjárkvøldið fekk løgreglan eisini fráboðan um ungdómar, sum gjørdu fortreð við at bresta fýrverk ella okkurt annað krút í plastikkfløskum, sum larmaði illa. Men tá løgreglan kom á staðið vóru ungdómarnir flýddir yvir háls og herðar.