ætlanir um at regulera ferðslu á sjónum, so at hon ikki er ein bági fyri sjófugl í bútíðini, og um so er, verða atlit tikin til bæði búpláss og veiðipláss? Ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk [...] forklára minkandi stovnarnar; tí bendir alt á, at mannaskapt virksemi er atvold til hesa syrgiligu gongd. Tað er av alstórum týdningi at skipa ferðavinnuna, so at hon ikki verður ein streingjandi faktorur [...] verk kanningar at eyðmerkja týdningarmikil veiðipláss hjá sjófugli? Vil landsstýriskvinnan arbeiða fyri at áseta hámarksferð, antin í eyðmerktum støðum ella við ávísari frástøðu úr landi, í
í lýsingini nevnt, at hon býr í einum samfelag "við markið til Sýria". Talan er her um Nimrod Búsetingina, ið Ashtar var við til at stovna, og her verður eisini víst á hennara val "at vera verandi og halda [...] Tað er m.a. av omanfyrinevndu orsøkum, at vit, ið standa í samhuga við Palestina, stillaðu okkum fram og kravdu, at fólkarætturin má og skal yvirhaldast, og at vit ikki kunnu standa tigandi, tá krígsbrotsfólk [...] boðin higar. Rætturin at stilla seg fram á hendan hátt og mótmæla er ein grundlógartryggjaður rættur, sí grein 79 í Grundlógini. Rætturin at kunna savnast alment og mótmæla uttan at spyrja um loyvi ella
óhugsandi, at tørvur verður á fleiri næmingabústøðum, nú umsøkjaratalið til Heilsuskúla Føroya er vaksið, sigur hann og leggur afturat, at hann er sinnaður at taka málið upp, um so er, at tað vísir seg at vera [...] um landsstýrismaðurin ætlar at taka stig til, at tað verður bygt eitt næmingaheim við Heilsuskúla Føroya. – Í verandi løtu eru ongar ítøkiligar ætlanir um at taka stig til at byggja næmingaheim við Heilsuskúla [...] tørvur. – Harumframt skal vísast á, at lestrarbústaðir eisini eru partur av virkseminum hjá bústaðarfelagnum Bústaðir, og er ein møguleiki í hesum sambandi at taka stig til at kanna tørvin og møguleikarnar saman
Tað var týsnáttina, at ein tekja rapaði saman í einum náttklubba í Santo Domingo í Dominikanska Lýðveldinum. Tíðindastovan AP veit í dag at siga, at talið av deyðum eftir hendingina nú er komið upp á 218 [...] á sjúkrahúsum og kapellum, veit tíðindastovan at siga. Fleiri enn 300 fólk hava seinastu tveir dagarnar leitað í leivdunum av bygninginum. Sagt verður, at enn er ikki geitt, hví tekjan rapaði og elvdi [...] 218. Í náttklubba var pláss fyri 700 sitandi gestum og 1000 standandi, og sagt verður, at fleiri enn 500 fólk fingu løstir. Familjur, sum varða av fólki, sum vóru inni í náttklubbanum, hava staðið uttan
ar "yvirtalast", sum sagt verður. Ávísin skrivar, at málið hjá amerikanska forsetanum at yvirtaka Grønland, nú hevur flutt seg frá "retorikki" til at vera almennur amerikanskur politikkur. Sambært ráðgevum [...] New York Times veit í kvøld at siga, at USA hevur eina ætlan klára um, hvussu Grønland skal yvirtakast. - USA fer víðari við einari formellari ætlan um, hvussu Grønland skal yvirtakast, skrivar ávísin [...] ráðgevum hjá Donald Trump skulu sosialir miðlar, reklama og PR brúkast fyri at sannføra grønlendingar um at gerast ein partur av USA. - Smálutirnir í ætlanini eru ikki kendir, leggur New York Times aftrat
Ein 40 ára gamal lækni úr Berlin er skuldsettur fyri at hava dripið 15 sjúklingar við eini deyðiligari blanding av ymiskum sløgum av heilivági. Tað upplýsir týska ákæruvaldið, sambært týsku tíðindastovuni [...] ein 94 ára gamal sjúklingur. Meðan læknin í løtuni er skuldsettur fyri 15 morð, kann málið vísa seg at vera nógv størri. Løgreglan kannar 75 mál afturat, sum kunnu hava samband við læknan. /Ritzau/
2020 avgjørdi Eiðis bygdarráð, at gamli kirkjugarður skuldi fríðkast. Endamálið var at gera hetta til eitt hugnaligt stað fyri fólkið á Eiði. Jógvan í Skorini heldur, at fríðkanin hevur eydnast væl. Beint [...] sjálvur. Longu í fimmtiárunum vóru tankar frammi um at reisa minnisvarða á Eiði. Tá varð arbeitt við fundamentinum longru uppi í bygdini, og ætlanin var, at minnisvarðin skuldi standa har, men soleiðis bleiv [...] eftir manninum og heldur um sonin. – Minnisvarðin hevur nógv at siga fyri borgararnar. Hetta eru okkara forfedrar, og fólk vitja her fyri at minnast teir, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu
steðgaði einum bili í Klaksvík, at tey fingu illgruna um, at bilførarin var ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka. Løgreglan hevur útgerð at kanna slíkt við, og tað vísti seg, at persónur var ávirkaður, og tí [...] tí varð hann handtikin og blóðroynd tikin. Hann varð síðani skuldsettur fyri at koyra rúsevnaávirkaður.
tíðindafundinum í kvøld sigur Grete Lien Metlid, at higartil eru ikki aðrir illgrunasamir ella ákærur í málinum. Men løgreglan fer ikki at útihýsa, at tað kunnu vera onnur, sum eru við í drápinum á Metkel [...] Metkel Betew. Sambært politiinspektørinum er ov tíðliga at siga nakað um motivið handan drápið. Men løgreglan segði í gjár, at tað helst komst av ósemju. Drápið hevur verið lýst sum sera ógvusligt og miðvíst [...] Grete Lien Metlid á tíðindafundi í kvøld. Maðurin varð handtikin seinnapartin. Men løgreglan fer ikki at útgreina nærri um, hvør hann er. Netmiðilin VG harafturímóti almannakunnger bæði navn og mynd av handtikna
brúki uppá Doge, fer at minka munandi, sigur Elon Musk, sambært AFP. Fráboðanin kom í eini samrøðu við íleggjarar, eftir at Tesla í gjár legði fram ársfjórðingsúrslit, sum vístu, at inntøkurnar í ársins [...] Milliardingurin Elon Musk fer í mai at siga seg úr arbeiðinum hjá Donald Trump, forseta, fyri at leggja dent á elbilaframleiðaran Tesla. Tað siga tíðindastovurnar AFP og Reuters frá. Elon Musk hevur ein [...] Musk best kendur fyri at stovna Tesla, keypa X - fyrrverandi Twitter - og fyri rúmdarfyritøkuna SpaceX. Undir valstríðnum í USA lýsti hann sítt politiska tilknýti og sá út til at vera ein sterkur stuðul