arri og ráðharri fyri hægri útbúgvingum. Tað var eisini Simon Harris, sum stýrdi Írlandi gjøgnum koronu-farsóttina. Hann varð valdur til leiðara fyri stjórnarflokkin, Fine Gael, fyri einum mánaði síðan [...] sær. Simon Harris varð valdur til forsætisráðharra við stuðli frá stjórnarflokkinum, Fianna Gael, Teimum Grønu og óheftum stjórnarlimum. Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í dag.
atburð Tær samfelagsligu og politisku skipanirnar í samfelagnum hava stóran týdning fyri javnstøðu millum kyn, tí við teimum verða karmarnir skaptir rundanum valini, sum vit sum kvinnur og menn taka í lívinum [...] átrúnaðurin er, tess ójavnari er arbeiðsbýtið millum kynini, og tess minni er áhugin fyri politikki og undirtøkan fyri størri javnstøðu. Men eisini er áhugavert at samanbera hugburðin hjá fólki við, hvussu [...] atferð hesum viðvíkjandi. Eftir framløgurnar báðar var politiskt kjak um, hvørji tøk skulu takast, fyri at vit í Føroyum fáa eitt javnari býti av løntum og óløntum arbeiðsuppgávum millum kvinnur og menn
millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin um nýggja skipan fyri tøkugjøld fyri alivinnuna. Uttan at taka støðu til, um nýggja skipanin fyri tøkugjøldini er tann mest gagnliga, er tað at fegnast um, at [...] at tað eydnaðist at gera eina breiða semju um eitt stórmál fyri eina vinnugrein. Vónandi verður hetta bara tann fyrsta av fleiri breiðum semjum, sum fara at verða gjørdar frameftir. ##med2## Minka um óvissuna [...] óvissuna Breiðar semjur, sum eru galdandi fleiri ár fram í tíð, minka um politisku óvissuna hjá teimum vinnufyritøkum, sum standa á gáttini at gera langtíðar íløgur. Fortreytin er sjálvsagt, at politisku
skulu standa fyri byggingini av MR-kabinuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. – Í hesum sambandi eru tveir kontainarar komnir at standa uttan fyri høvuðsinngongdina til Klaksvíkar Sjúkrahús. Í teimum er alt tilfar
einari linju, og mánin á tann hátt skuggar fyri ljósinum frá sólini til jørðina. Fullkomnar sólarmyrkingar eru sjáldsamar. Tann seinasta í USA varí 2017, men fyri ta tíð skulu vit heilt aftur til 1979. Í [...] Í Føroyum eru tær enn meira sjáldsamar. Vit høvdu eina í 2015, ta seinastu fyri ta tíð í 1954, og tann næsta verður ikki aftur fyrr enn 26. mai í 2245. Síðani landnám hava verið sjey sólarmyrkingar í Føroyum: [...] juni 1424 3. februar 1440 30. mai 1612 30. juni 1954 20. mars 2015 Tað verður leingi at bíða eftir teimum næstu, tí tær verða ávikavist tann 26. mai í 2245 og tann 7. september 2974. Næsta fullkomna sólarmyrking
snýr seg um hámarkið fyri útgjaldið, sum hevur verið 25.000 krónur seinastu 20 árini uttan at hava verið tillagað. Ingilín Strøm, landsstýriskvinna, skjýtur nú upp at hækka hámarkið fyri barsilsútgjald úr [...] møguleika fyri at fáa fyribils uppihaldsveiting í sambandi við barnsburð frá Almannaverkinum. – Við hesum verður skotið upp, at studningur, sum tey nýútbúnu hava móttikið seinasta árið fyri fráveruna, [...] grundarlagnum fyri útrokningina av barsilspeningi. Hetta kann grundgevast við, at tey nýútbúnu jú hava nomið sær útbúgving, sum skal brúkast á arbeiðsmarknaðinum, og at flestu av teimum fara at rinda inn
siga, at álopið gjørdi skaða á ein bygning, sum rúmar einum av teimum seks reaktorunum, men trygdin á verkinum er ikki í vanda. Leiðarin fyri altjóða kjarnorkustovnin (IAEA), Rafael Grossi, sigur, at hetta [...] heili 357 álop á økir í Zaporizjzja-regiónini, har fólk búgva. Sunnudagin skuldsetti Russland Ukraina fyri at hava lopið á kjarnorkuverkið í økinum við dronum. Kjarnorkuverkið Zaporizjzja, sum verkið verður
seg á odda 3-2, men so vann Dráttur sjey av teimum næstu átta stigunum, og fór framum 9-4. Tann munurin helt sær restina av settinum, sum Dráttur vann 15-9. Fyri Drátt hevur úrslitið í sær sjálvum ikki tann [...] Leygardagin vitjar Fleyr á Giljanesi, har Fleyr helst skal vinna á Drátti fyri at halda lív í finalu-vónini. Men ikki minni týdningarmikil fyri Fleyr er dysturin fríggjakvøldið millum TB og SÍ, tí vinnur SÍ trý [...] fjórða eydnaðist loksins at vinna settið 25-22, eftir at venjarin Arthur D. Poulsen hevði tikið leikbrá fyri at steðga stimanum hjá Drátti, sum nærkaðist alsamt. Á odda 20-14 og 21-16 var líka við at TB lorkaði
– Eitt hugaligt skriv, ið vísti tørvin á og týdningin av tænastu prestanna við atliti at teimum íbúgvum, sum hava annan uppruna enn føroyskan, sigur bispur við folkakirkjan.fo. Landsstýriskvinnan vísti [...] eina royndarverkætlan. Royndartíðin staðfesti tørvin á tænastuni. Hetta var ein góð tíð til gleði fyri mong. Marjun Lómaklett legði úr hondum ein avbera góðan gerning við fakligum kunnleika og nærveru
má ikki blakast fyri borð. Vit hava tørv á teimum eginleikum og tí hugsunarhátti, ið hugbreytarnæmingar fáa í skjáttuna. Missa vit hugbreytina, missa vit breytina, har pláss er fyri at læra fremmandamál [...] tó hava týdning fyri bæði samfelagið og einstaka menniskjað. Ein orsøk, til at hugbreytin minkar, sigst vera kravið um at hava havt týskt í fólkaskúlanum. Ongin lærugrein er kravd fyri at verða upptikin [...] skiftið frá fólkaskúla til miðnám lættari og samstundis minka vandan fyri fráfalli á miðnámi, tí at gjógvin er ov stór millum skúlastigini. Fyri hugbreytina er tað neyvan avgerandi, hvørt tað er týskt ella franskt